Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-07-22, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. juli 2004síða 10

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 138 - 22. juli 2004 Schumann Hjaltalin fylgir somu forskrift sum Jákup Suni Joensen og velur vinnulív fram um politikk KOMMUNAL- POLITIKKUR Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Eftir tólv ár við føstum plássi til býráðsfundir í Havn hevur Schumann Hjaltalin valt at gevast sum býráðspolitikari. Hann er tríggjar tær seinastu ferð- irnar valdur á listanum hjá Sambandsflokkinum, men hann verður ikki á valevna- listanum í heyst. – Eg meini, at tá tú hevur sitið í tólv ár, so er tíðin komin til at víkja fyri øðr- um, sigur Schumann Hjaltalin. Ì Sosialinum í gjár stóð at lesa um Jákup Suna Joen- sen, sum heldur við vera vinnulívsmaður enn polit- ikari. Orðingarnar frá blaðnum í gjár kunnu lætt- liga endurnýtast í dag. Schumann velur vinnulív fram um politikk. – Tað er rættiliga trupult bæði at vera vinnulívsmað- ur og býráðspolitikari. Samstundis er tað eisini ein spurningur um lyndi. Í vinnulívinum er stutt frá umsiting til handling, sigur Schumanna Hjaltalin. Fyri kortum var eitt mál frammi, sum snúði seg um, at Handiskjarnin hevði fingið ordran upp á nakrar barnavognar frá kommun- uni. Og tað er millum ann- að sovorðnum málum, ið Schumann vil sleppa und- an. – Hatta málið er ikki orsøkin til, at eg gevist. Men tað hendir ofta, at tað kann tykist sum um, at tingini verða blandaði sam- an, hóast tað ikki er so, sigur Schumann Hjaltalin. Til dagligt er Schumann stjóri fyri Handilskjarnan, og her ætlar hann at halda fram. Hann hevði ætlar sær úr býráðnum longu fyri fýra árum síðani, men hann valdu tó at halda fram, tá tvey umboðunum tá ikki stillaðu uppaftur. Schumann Hjaltalin hev- ur verið limur í teknisku nevnd hjá býráðnum øll árini, og hann hevur millum annað eisini verið í fíggjar- nevndini í hesum valskeið- inum. Hóast hann velur at gev- ast, so eggjar hann øðrum vinnulívsfólki til at stilla upp. – Tað hevur týdning at hava eina góða blanding av fólki í býráðnum, sigur Schumann. Eitt upplivilsi Hesi tólv árini í Tórshavnar býráði kallar Schumanna Hjaltalin fyri eitt upplivilsi, hann ikki fer at gloyma í bræði. Tíðin hevur verið sera spennandi og lærurík, heldur hann. – Eg varð í 1992, tá var ringasta krepputíð í Føroy- um, og Tórshavnar komm- una stríddist við einari stór- ari skuld. Nú er lítil og eingin skuld, og kommunan kann at kalla bjóða trygd fyri, at fólk fáa síni børn ansaði. Tað er ein ómetaliga stór broyting, sum Schu- mann Hjaltalin. Hann sigur seg rokna við, at valstríðið hesaferð fer mest at snúgva seg um eldraøki, sum mestur verð- ur knýtt enn tættari at før- oysku kommununum. – Eg vóni, at verandi samstarv í meirilutanum fer at halda fram. Tað hevur riggað væl, og eg haldi, vit hava fingið nógv burturúr, sigur Schumann. Toppskoraði Ì blaðnum í gjár skrivaðu vit, at Jákup Suni Joensen var toppskoraði við sein- asta býráðsval. Hann var sjálvandi ikki toppskoraði millum øll valevnini, men bert á Fólkaflokslistanum, sum tað eisini stóð at lesa í greinini. Fyri at eingin misskiljing skal vera, so var tað Heðin Mortensen, ið gjørdist fremstur av øllum við 630 atkvøðum á seinasta býráðsvali í Havn. Vinnulív fram um politikk Schumann Hjaltalin vil heldur vera vinnulívsmaður enn politikari C M Y K 18 Nr. 138 - 22. juli 2004 19 Til sølu Volvo 144 sedan. Árgangur nov. 1971. Koyrt 87.800 km. Bilurin er í góðum standi. Høvuðsumvældur í 1994. Hevur bert havt tveir eigarar. Til sølu um hóskandi boð fæst Tel. 314018 / 213727 Til sølu Toyota Corolla T Sport. Árgangur juli 2002. 192 HK og 6 gear. Koyrt 31.000 km Tel. 514716 19 TÍÐINDASKRIV Fríggjadagin 23. juli fáa 5 lívfrøðingar handað prógv á Fróðskaparsetrinum. Prógvhandanin verður kl. 15.00 á Náttúruvísinda- deildini í Ovastovu úti í Nóatúni. Prógvhandanin er endin á einari 3 ára bachelor út- búgving, sum byrjaði á heystið 2001. Hesi 3 árini hava næmingarnir lært um livandi verur, um náttúruna og náttúruviðurskifti. Ser- ligur dentur hevur verið lagdur á at viðgera tað, sum hevur við Føroyar og før- oysk viðurskifti at gera. Útbúgvingin endaði við einari verkætlan, sum næmingarnir sjálvir hav valt sær. Tríggjar verkætl- anir vórðu gjørdar á hesum sinni. Tær eru í stuttum viðgjørdar niðanfyri. Vilt tú vita meira, kanst tú seta teg í samband við Eyðfinn Magnussen Tel 35 25 59 (beinleiðis) ella 35 25 50 (umstilling). Eisini ber til at senda teldupost á: EydfinnM@Setur.fo Gágga fiskar meira tosk, meðan høggu- slokkurin er betur til hýsu Jack Hummeland Jacobsen og John Joensen hava kannað hvat agn fiskar best á línu og hvussu agnið ávirkar støddina á fiskin- um, sum verður fingin. Kanningarnar hjá teimum báðum vístu, at gágga fiskar meira tosk enn høgguslokkur, meðan høggu-slokkurin er betur til hýsu. Eisini vístu kanningarnar, at fiskurin, sum verður fingin við gággu, er størri enn tann, ið verður fiskaður við høgguslokki. Hvussu kunnu smolt- støðirnar fyribyrgja, at soppur ger enda á rognunum Sølvi Espeland og Petra E. Hansen kannaðu hvussu smoltstøðir kunnu fyri- byrgja, at soppur ger enda á rognunum. Soppavøkstur á rognum er ein vanligt fyribrigdi á smoltstøðum. Trupulleikin hevur higartil verið loystur við at rognini verða viðgjørd við tí kemisk evninum Malakitt- grønt, men at hetta evnið er undir mistanka, at verða krabbameinselvandi, er forboð sett móti, at tað verður nýtt í matfram- leiðslu. Í sínum kanning- unum hava Sølvi og Petra kannað ymisk onnur evnir, sum í staðin kunnu verða nýtt at fyribyrgja soppa- vøkstri á rognum hjá æla- bogasílum. Úrslitini vístu, at evnið Pyceze gav tað besta úrslitið. Glýsufiskurin á Føroyabanka Marita Debess Magnussen hevur skrivað um lív- frøðina hjá glýsufiskinum á Føroyabanka. Glýsu- fiskurin er ein lítil fiskur, einar 15-20 cm til longdar, sum við Føroyar bert er at finna á Føroyabanka. Í uppgávuni hevur Marita kannað útbreiðslumynstrið hjá glýsufiskinum á bank- anum, hvussu hann veksur, nær hann gerst kynsbúgvin og føðina hjá glýsufisk- inum. Meira kann lesast um uppgávurnar á internetin- um: www.sleipnir.fo/setur/nvd/ bs_uppg/BS-verkaetl.html Lív á Setrinum