Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-07-22, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. juli 2004síða 11

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 138 - 22. juli 2004 21 Nr. 138 • hósdagur • 22. juli 2004 • 78. árg. Fyrr í ár tók Lands- sjúkrahúsið ein sjúkrabil í brúk, sum teir sjálvir høvdu uppbygt. Nú hava teir uppbygt tann næsta, ein Mercedes-Benz Sprinter, ið er sum skræddaraseymaður til teirra brúk SJÚKRABILUR Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Á Landssjúkrahúsinum eru teir við at spesialisera seg í at uppbyggja sínar egnu sjúkrabilar. Bara í ár hava teir upp- bygt tveir sjúkrabilar, fyrst ein Toyota Hiace og nú ein Mercedes-Benz Sprinter. Ein fyrimunur við at vit uppbyggja okkara egnu bilar er, at teir so at siga verða skræddaraseymaðir til okkara brúk, sigur Atli Simonsen, varaleiðari á Sjúkraflutningstænastuni á Landssjúkrahúsinum, sum hevur staðið fyri arbeiðin- um og gjørt meginpartin sjálvur. Bilurin er ein Mercedes- Benz Sprinter 316 CDi við 2.7 litur 5 syl. dieselmotori og automatiskaum girum. Annars hevur hann alt tað, sum hoyrir til ein nú- tímans sjúkrabil, skáp og hillar eru gjørd soleiðis, at tað passar til bilin og sær út sum originalt. Í bilinum er alt tað, sum brúk er fyri í eini neyðstøðu, sum til dømis útgerð til at geva stoyt til ein persón, sum hevur fingið hjartastopp o.l. Arbeiðið er væl úr hond- um greitt, og eingin munur er á hesum bilinum og sjúkrabilum, sum vera upp- bygdir uttanlands. Aftur ein sjúkrabilur uppbygdur á Landssjúkrahúsinum Á Landssjúkrahúsinum hava teir nú uppbygt sín næsta sjúkrabil í ár. Her er Jógvan Páll Hansen, vaktleiðari á Sjúkraflutningstænastuni, við nýggja Mercedes-Benz Sprinter sjúkrabilinum Mynd: Magnus Gunnarsson Bilurin hevur alt tað, sum hoyrir til ein nútímans sjúkrabil, skáp og hillar eru gjørd soleiðis, at tað passar til bilin og sær út sum originalt. Mynd: Magnus Gunnarsson Tórfinnur Dalsgarð, bóndi á Velbastað, umboðar norsku Tredal viðfestirvogn- arnar, sum eru upp- bygdir á sama hátt sum bilar og sera góðir at sleipa - eisini á ójøvnum undirlendi VIÐFESTISVOGNAR Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Viðfestisvognar er eitt nógv nýtt arbeiðstól innan fleiri vinnugreinar, sum t.d. dømis hjá bóndum og handverkarum innan byggivinnuna. Eisini til at sleipa bátar og til flutning av rossum. Tórfinnur Dalsgarð, bóndi á Velbastað, umboðar norsku Tredal viðfestis- vognarnar, sum eru kendir fyri sínar góðu koyriegin- leikar. Teir eru uppbygdir á sama hátt sum bilar við t.d. svingarmum, spiralfjaðrum og stoytdoyvarum. Hetta ger at vognarnir eru sera góðir at sleipa - eisini á ójøvnum undirlendi. Tórfinnur Dalsgarð, frá Todal á Velbastað, sigur, at vognarnir eru sera væl egnaðir til at brúka í Før- oyum, dygdin er góð og prísirnir kappingarførir. Tredal A/S er ein yvir hundrað ára gomul norsk fyritøka, sum bleiv stovnað í 1895. Fyrstu nógvu árini gjørdu teir hestavognar og sleður. Miðskeiðis í 50- unum løgdu teir um til at framleiða viðfestisvognar til mong ymisk endamál. Vognarnir eru at fáa hjá TODAL v. Tórfinni Dals- garð, Gerðisbreyt 2 á Velbastað. Telefon 328101/ 218101, teldupost: todal@post.olivant.fo Leveringstíðin er ein til tvær vikur. Á goymslu er Tredal 5-550 R, sum er tann minsti í vørskránni. TODAL, Velbastaður: Viðfestisvognar uppbygdir sum bilar Tórfinnur Dalsgarð á Velbastað umboðar norsku Tredal viðfestisvognarnar í Føroyum. Her er hann saman við 11 ára gamla soninum, Rógva Mynd: Jens Kristian Vang Tredal vognarnir eru væl egnaðir til føroysku vegirnar 1. millión Hyundai Hyundai verksmiðjan í Suðurkorea útflutti í fjør meira enn 1. milli- ón bilar. Hátíðarhald var í havnabýnum Ul- san, har stóru bilferjur- nar heinta bilarnar, tá bilur nr. 1. millión bleiv heintaður Kelda: Hyundai kundemagasin BMW til Blair og Charles Í Onglandi hava Scot- land Yard bílagt tveir pansarauppbygdar BMW-700 til ávikavist forsætisráðharran Tony Blair og Charles prins, sum báðir annars eru vanir at koyra í enskum bilum Kelda: Motor Magasinet Nógvir nýggir Suzuki Eftir ætlan koma fleiri nýggir Suzuki á marknaðin fram til 2009. Í 2005 kemur ein nýggjur Swift, bygdur yvir Concept S, og ein nýggjur Vitara. Nýggj- ur Wagon R kemur í 2006 og ein nýggjur Grand Vitara í 2008 Kelda: Motor Magasinet Tredal viðfestisvognarnir eru uppbygdir á sama hátt sum bilar við svingarmum, spiralfjaðrum og stoytdoyvarum C M Y K 21 20