mánadagur 6. juli 2015síða 55
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 28 • 6. juli 2015
23
Ókeypis lýsingarblað
TEMA
Vestanstevna
Vilmund Jacobsen
S
andavágur og Neskaupsstaður
í Íslandi eru vinarbýir, og á
vestanstevnu um vikuskiftið
fær Sandavágur fjølmenta vitjan úr
Íslandi.
Í Neskaupsstaði er fastur táttur at
pynta býin við litum til eina summar
stevnu, sum hildin verður fyrsta viku
skifti í august. Tá verður býurin býttur
upp í økir, og hvørt øki - ella granna
lag - hevur sín lit.
Borgarstjóri í Vága kommunu er
Rósa Samuelsen, og hon er eisini for
kvinna í løgtingsins trivnaðarnevnd.
Rósa er kend fyri sítt stóra ar
beiði til frama fyri tey veikastu í sam
felagnum - børnunum, teimum við
serligum tørvi, sálarsjúkum og teim
um gomlu og óhjálpnu.
- Eg eri fegin um, at vit í Vága
kommunu hava felt okkara virðis
grundarlag á blað, soleiðis at vit
saman kunnu stremba eftir teimum
málum, vit hava sett okkum. Vit vilja
stremba eftir, at Vága kommuna verð
ur hin besta at vera í.
Rósa Samuelsen fegnast um alt
tað sjálvbodnað og ósjálvsøknað ar
beiði, sum verður gjørt kring um í
kommununi - og ikki minst, tá stór
tiltøk sum vestanstevna skulu reisast
á føtur.
- Øll hesi fólk gera eitt fantastiskt
arbeiði, sum avgjørt er við til at seta
trivnaðin í kommununi í hásæti.
Hon fegnast eisini um saman
haldið, nú stevnan hesaferð verður
hildin í Sandavági.
- Við íblástri frá okkara vinarbýar
samstarvi við Neskaupsstað er Sanda
vágur til vestanstevnu í ár býttur upp
í økir, har hvørt grannalag hevur sín
egna lit. Tað er stuttligt og hugvekj
andi at síggja, hvussu grannaløg
standa saman og søkja saman um
hetta tiltak. Tað er eisini hugtakandi
at síggja, hvussu kreativ fólk eru við
at pynta og seta litir á - við vimplum,
urtapottum og máling á ymiskan hátt.
Hon vísir á, at fólk hava arbeitt til
langt út á næturnar fyri at seta sín
dám á og vera við í hesum litríka til
taki, ið ivaleyst er tað fyrsta av sínum
slag í Føroyum.
- Eg fegnist eisini um ta áhuga
verdu og fjølbroyttu skrá, sum tað
hevur eydnast okkara fólki at leggja
fyri dagin - við bæði mentanarligum,
andaligum og stuttligum tiltøkum av
ymiskum slag.
Rósa Samuelsen ivast onga løtu
í, at slíkur vilji og slíkt sjálvboðið
arbeiði, sum her verður lagt fyri dagin,
er ein fantastisk marknaðarføring av
Sandavági og Vága kommunu.
- Vegna okkara kommunu vil eg
bjóða øllum vælkomnum á vestanstev
nu í Sandavági, sigur borgarstjórin.
- Vegna okkara kommunu vil eg bjóða
øllum vælkomnum til vestanstevnu
í Sandavági, sigur borgarstjórin í
Vága kommunu, Rósa Samuelsen
Litrík vestanstevna í Sandavági
Virðini eru hjartað
í Vága kommunu
V
ága kommuna hevur felt á blað sítt
virðirgrundarlag, ið kommunan hevur
samtykt.
Virðisgrundarlagið er tey grundsjónarmið,
sum Vága kommuna byggir á og sum skapa
tann hugburð, sum er grundarsteinurin undir
øllum tí, kommunan ger. Virðini eru hjartað í
Vága kommunu.
- Saman við borgarunum ynskir kommun
an at vera við til at fremja lívsgleði hjá teim
um, sum búleikast her. Vit vilja virka fyri
at skapa familjunum góð kor, og at vit liva
saman í góðum felagsskapi - við virðing
hvør fyri øðrum. Vit arbeiða fyribyrgjandi og
heilsufremjandi til frama fyri trivnaðin hjá tí
einstaka, so møguleiki er at verða virkin sum
longst.
Allir borgarar skulu altíð kenna seg væl í
samskiftinum við kommununa. Veitt verður
ein haldgóð tænasta, har kunning og gjøg
numskygni verða sett í hásæti.
- Vit hyggja frameftir og taka ímóti
teimum avbjóðingum, sum eru fyri framman.
Vit skapa eisini góðar karmar fyri vinnulívi,
mentan og frítíðarvirksemi. Dentur verður
lagdur á burðardygga menning í øllum verk
ætlanum, har atlit verða tikin til umhvørvi og
náttúru.
Tilverugrundin lýsir orsøkina, at vit eru
til. Hví vit ikki kunnu verast fyri uttan. Hon
sigur, hví vit gera tað, sum vit gera og er
samstundis okkara lyfti til borgararnar.
- Í Vága kommunu eru møguleikar.
Vit eru framskygd og lyfta í felag.
Lagt verður aftrat, at hugmyndin er leiðar
stjørnan sum vísir, hvagar kommunan ætlar
sær.
- Hon er okkara hægsta mál. Eitt mál, sum
vit ikki neyðturviliga klára at fullføra, men sum
vit stremba eftir og harvið skapa góð úrslit.
At enda sigur Vága kommuna seg við saman
haldi og virðing vilja skapa virksemi og lív,
sum ger kommununa til ta bestu at vera í.
vilmund@sosialurin.fo
Vælkomin á
Vestanstevnu