Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-07-06, síða 56
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. juli 2015síða 56

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 28 • 6. juli 2015 24 Ókeypis lýsingarblað TEMA Vestanstevna - Kappróðrarneystið hevur verið ávegis í eini 20 ár, og fyri um­leið hálvum øðr­ um ári síðan varð und­ir at byggja. Stór­ur partur av ar­beið­num er gjørt sjálv­boð­ið, og her hava nógvar góðar hend­ur verið uppi í verk­ætlanini, eins og vit hava havt góðar stuðlar, sig­ur forkvinnan í Sanda­ vágs Ítrótt­ar­felag Vilmund Jacobsen E ina Gudmundsen er forkvinna í Sanda­vágs Ítróttarfelag (SÍF), og tað hevur hon verið síðan fyrst í hesi øldini. Felagið hevur røtur heilt aftur til 1906. Nú vestanstevna er í Sandavági kom­andi vikuskiftið, er tað í fyrsta lag­ið SÍF og nevnd felagsins, ið standa sum fyriskiparar og samskiparar av stevnu­ni. Nógvar hendur skulu til fyri at lyfta eina slíka summarstevnu, og nevndin í felag­num hevur nógv og gott fólk at hjálpa sær í Sandavági og eisini í granna­bygd­ini Miðvági, sum saman mynda Vága kommunu. Í felagnum í dag hevur SÍF hond­ bólt og kappróður, men fótbólturin, sum eisini var í felagnum, liggur nú undir 07 Vestur. Kappróðurin Størsta einstaka tiltakið á vestan­ stevnu er FM-kappróðurin, sum byrjar leyg­ar­dagin klokkan 15. Eina Gudmundsen ásannar, at kappróðurin í felagnum ikki júst er á aldutoppinum beint í løtuni, men hon hev­ur góðar vónir um, at meira lív fer at koma í, nú felagið hevur fingið spild­ur­nýtt kappróðrarneyst við øllum neyðug­um fasilitetum. - Jú, eg ivist onga løtu í, at kapp­ róð­urin veruliga kemur uppaftur at koyra. Í løtuni er 5-mannafarið Ørnin mann­að við kvinnum, og vit luttaka eisini við Ørnini í barnaróðri hjá dreingj­um. Kvinnurnar, sum manna Ørn­ina í dag, eru ikki so royndar, sum tær vóru tey árini, tá Ørnin við gentum var ein av mest vinnandi bátunum hjá gent­um. Eina vísir á, at Ørnin við kvinnum hevur rógvandi venjara, sum er Sús­ anna Skylv, og hon væntar, at her fara veru­lig úrslit at spyrjast burtur úr, sum tíð­in gongur. - Í felagnum eiga vit eisini aðrar kapp­róðr­arbátar, eitt nú 8-mannafarið Skúgv, sum er ein lutfalsliga nýggjur bát­ur, og vit eiga eisini eina eldri Ørn. Har­aftrat hava vit keypt okkum eitt gamalt 10-mannafar, sum vit eisini ætla at fáa upp at koyra eitt annað ár. Hon sigur, at øll árini, tá Ørnin við gent­um vann nógvar stevnur og fleiri FM-heiti vóru bátur og manning meira at kalla “heimleys”. Nýtt kappróðrarneyst Hóast nýggja kappróðrarneystið ikki hev­ur verið heilt liðugt, hava bátarnir hjá felagnum staðið inni eins og tey, sum rógva, seinastu tíðina eisini hava vant í neystinum. - Nú er kappróðrarneystið komið und­ir land og verður alment tikið í nýtslu á vestanstevnu. Eina Gudmundsen vísir á, at nýgg­ ja kappróðrarneystið er bygt á “Báta­ plenu­ni”, tey rópa, og hetta er við báta­hylin í Sandavági. - Neystið hevur verið ávegis í eini 20 ár, men tað er umleið hálvt annað ár síðan, at farið varð undir at byggja. Ein stórur partur av arbeiðnum er gjørt sjálvboðið, og her hava nógvar góð­ar hendur verið uppi í verkætlanini. Hon sigur, at nú neystið er komið und­ir land, er einki lán í húsinum. - Tað hevur alla tíðina verið okk­ara mál, at einki lán skal vera í neysti­num, tá tað er liðugt. Umframt at megin­ part­urin av arbeiðnum hevur verið sjálv­boð­ið, eru vit eisini væl stuðlað av kommun­uni og vinnulívinum í Vágum, og tað eru vit sera takksom fyri. Eina vísir á, at kappróðrarneystið er bygt í einari hædd og sum fýra lon­ ir, har opið er uppundir tróðurið. - Kappróðrarbátarnir standa í tí eina endanum, meðan fasilitetirnir við venj­ing­ar­høli, køki, wc og brúsu eru í hin­um endanum, leggur hon aftrat. 56 íslendingar Í nógv ár hevur vinarbýarsamband ver­ið millum Sandavág og Nes­kaups­ stað í Íslandi, har vitjað hevur verið hjá hvørjum øðrum. Aftur í ár - og hesa­ ferð á vestanstevnu - koma ikki færri enn 56 íslendingar á vitjan í Sanda­ vági. Forkvinnan í SÍF sigur, at Nes­ kaups­staður hevur nógvan flogbólt, og býurin er í fremstu røð í Íslandi inn­ an hesa ítróttargrein, men eins og hjá Sanda­vágs Ítróttarfelag er fótbólturin líka sum fluttur til grannabý, tí feløg eru løgd saman. - Í Vága kommunu hava vit Drátt í flogbólti, og tað kundi tí verið eitt hug­skot, at felagið fór á venjingarlegu í Nes­kaupsstaði. Hon sigur, at íslendsku gestirnir koma við Norrønu úr Íslandi fríggja­ dag­in, og í Vága kommunu gleða fólk seg til hesa vitjan. - Tað var mangan stuttligt, tá íslend­ingar í sínari tíð vitjaðu okkum her vesturi, leggur Eina Gudmundsen, for­kvinna í SÍF, aftrat. Í aðrari grein í samband við vestan­ stevnu, skifta vit orð við Einu um eitt for­vitnisligt tiltak, tey í ár hava tikið stig til í Sandavági - við íblástri úr Nes­kaups­staði. Á vestanstevnu verður neystið alment tikið í nýtslu Eina Gudmundsen hevur verið forkvinna í Sandavágs Ítróttarfelag síðan fyrst í hesi øldini Kappróðrarneystið er bygt í einari hædd og sum fýra lonir, har opið er uppundir tróðurið