Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-07-07, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. juli 2015síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 7. juli 2015 · Nr. 77 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 meldurin Annika Kunoy Im Nýggi stjórin á Lands­sjúkra­ húsinum eitur Johnny í Grót­ inum. Hann er best kendur sum búskaparligur ser­frøð­ ingur og úr bankaheiminum, har hann hevur starvast sein­astu 10 árini. – Samskifti skal á bredd­ an, tí serliga á Lands­sjúkra­ hús­inum eru nógv fólk, sum eru klókari enn eg innan júst hetta øki. Eg fari tí at lurta eftir, hvat serfrøðingarnir siga og og taka tað harfrá. Í verki verður tað framt við at spyrja eftir hvørjum øðr­um, hava fundir og fáa grund­ leggjandi evnini á breddan. Hetta er ætlanin fyrstu 100 dagarnir í nýggja starvinum, greiðir Johnny frá. Hug til eina krevjandi uppgávu Johnny í Grótinum spældi við tankan um at søkja um starvið sum sjúkrahússtjóri fyri eini fimm árum síðani, men tá var bankin í stórari menning, og hann var upp­ tikin av fleiri øðrum av­bjóð­ ingum. Men tá hann í vár møtti fráfarandi sjúkra­hús­ stjóranum til ein fótbólts­ dyst, fekk hann veruliga hug til uppgávuna, nú hon aftur var tøk. – Vit fingu eitt stutt prát um menningina av heilsu­ økinum og teim­um avbjóð­ ingum, ið Lands­sjúkra­húsið hevur fyri framman. Eg fekk eina greiða kenslu av, at hann ikki rýmdi frá eini søkkandi skútu. Tvørturímóti sá eg, at Landssjúkrahúsið er ein sera spennandi stovn­ur, sum hev­ur verið í eini rívandi menn­ing. Starvs­fólka­hóp­ urin spennir sera vítt frá gransk­andi PhD’arum til um­ sorganar­fullar dugnaligar sjúkra­røktarfrøðingar. Eisini sá eg stóru ójavnvágina í, at játtanin til Landssjúkrahúsið ikki hevur fylgt vaksandi eftir­spurninginum, sum eitt samt Løgting eisini hevur stað­fest. Eg sá, at leiðslu­upp­ gávan var stór og krevjandi og fekk tá hug til at royna at loysa uppgávuna, sigur hann. Bleiv búskapar­ frøðingur av tilvild Johnny í Grótinum greiðir frá, at tað var næstan av til­ vild, at hann bleiv búskapar­ frøðingur, hóast tað síðani hevur fylt nógv í pro­fessio­ nella lívi hansara. – Tað lá ikki í kortunum, at eg skuldi verða búskapar­ frøðingur, sigur hann. Hóast hann eftir at hava lokið miðnámsskúla brendi fyri samfelagsfrøðini, so fór hann at lesa teldufrøði. Hann steðgaði tó lesturin eftir fyrstu lestrarhálvuna tí, sum hann sigur, so var tað ikki júst hann. – Tað var ikki akkurát eg. Tað var ov innanhokið, nørda­ligt og tekniskt til mín, hóast tað eisini vóru spenn­ andi tíðir júst tá, tí internetið jú var spildurnýtt. Men eg sá ikki meg sjálvan sum ein sum situr einsamallur og arbeiðir, sigur hann. Síðani fór Johnny til Ong­lands at vitja, har syst­ ur hansara Dorit las. Hann av­gjørdi at fara undir lest­ur í Bretlandi og byrjaði at lesa sam­felagsfrøði, búskapar­ frøði og heimspeki. Eftir fyrsta árið í Skotlandi hevði hann eisini ætlanir um eitt ár sum skiftisstudentur í USA og var komin inn á University of Oregon. – Eg var 20 ár, og tað summ­arið møtti eg Duritu, sum í dag er kona mín. Vit komu saman í Føroyum og ætlan­in var, at eg skuldi vitja hana í Keypmannahavn, áðr­ enn eg fór víðari til USA. – Durita vísti mær runt í Keypmannahavn og lestrar­ umhvørvinum, har hon las til verk­frøðing. Hon impo­ ner­aði meg, og tá eg hevði verið har í eina viku, fór eg at kanna møguleikan og vita, hvørjar útbúgvingar enn høvdu tøk pláss. Har var bert ein útbúgving, sum ikki var fullsett, og tað var bú­skapar­frøði. Eg søkti inn har og avlýsti USA, fortelur Johnny. Tað ber til at liva av luft og kerligheit! Bankalívið byrjar Undir lestri í Keymannahavn søkir Johnny um starv í tjóð­bankanum og arbeiðir við síðuna av lestrinum við hag­tølum, telduskipanum og øðrum, sum hevur áhuga hans­ara. Tá hann tvey ár seinni sigur starvið upp fyri at royna okkurt annað, kom ein av stjórunum og segði hon­um, at hann hevði ein vin­mann í Føroyum, sum ar­ beiddi sum bankastjóri, og sum hann hevði tosað um arbeiðs­sama Johnny við. – Hetta var bankastjórin í Føroya Banka, Jørn Astrup Hansen, sum hevði biðið danska stjóran biðið meg komið á gólvið, tá eg var heima í Føroyum aftur. Á jólum í 2000 fór eg í Føroya Banka, bankaði uppá og spurdi eftir Jørn Astrup. Hann segði tá, at eg altíð var væl­komin har, um eg flutti heim. – Vit avgjørdu at flyta heim, tá Durita var liðug at lesa, og verpápin varð sjúkur. Eg fekk arbeiði 1. feb 2001 í Føroya Banka, tá eg var 25 ára gamal. Eg var tó ikki rætt­ iliga liðugur við lesturin, so eg arbeiddi, ímeðan eg gjørdi meg lidnan. Tá eg bleiv lið­ ugur at lesa skifti eg starv og fór úr bankanum á Hag­stovu Føroya, har eg arbeiddi eitt stutt skifti. Síðani søkti eg aftur starv í banka og byrjaði at arbeiða í Eik innan virðis­ brøv í 2003. Umframt starvi í bank­an­ um hevur Johnny eis­ini sit­ið sum formaður í bú­skapar­ ráð­num í 2005. – Fíggjarmálaráðharrin heitti á meg at koma í Búskapar­ráðið, og bleiv eg for­maður í januar 2005. Eg bar meg ongantíð undan, tí eg kendi, at tað var ov lítið av búskapar­frøði í miðl­ unum, og at ov lítið sakligt kjak var um ymisku evnini. Eg havi tó áður nevnt í miðl­ unum, at tað kanska segði meir um manglandi før­ leikar í Føroyum enn um mína gløggu peru, at eg fekk handan sessin, tí í øðrum londum eru tað jú vanliga gransk­arar, sum hava gransk­að í mong ár, sum fáa slíkar sessir. Tey 10 árini síðani tá havi eg verið nógv brúkt­ur sum serfrøðingur í miðl­unum, og tað eri eg stjór­ anum Janusi takksamur fyri at loyva mær, sigur hann. Familjumaður fyrst Hóast Johnny er eitt kent andlit og hevur stóra arbeiðs­ byrðu og fleiri áhugamál, so sigur hann, at hann er maður og pápi fyrst og fremst. – Eg lýsi meg fyrst og fremst sum familjumann og blandi meg fegin uppí skúla­ arbeiði og lívi hjá døtrunum, sum eru 11 og 13 ár, sigur Johnny. Familjulívið fyllir nógv hjá honum, og hann stovnar fegin Facebook-bólkar til for­eldur um eitthvørt, sum kemur børnunum og áhuga­ mál­um teirra við, greiðir hann skemtiliga frá. Ítrótturin lærir teg disiplin Síðstu trý árini er Johnny byrj­aður at renna miðvíst. Durita rann sítt fyrsta mara­ thon í 1999 og ferðaðist nógv í samband við ymiskar renni­ kapp­ingar, men var hon givin at biða hann eisini koma og renna, tí hann ikki tímdi. – Men á sumri í 2012 fann eg eina venjingarætlan á net­ inum, sum eg fylgdi neyvt, og tað endaði við, at eg bleiv bitin av renningini, rann mítt fyrsta marathon í 2012 og havi runnið fimm síðani. Eftir eina tíð byrjaði eg eisini uppá at venja styrkivenjing í Tvørmegi, sigur hann. Spurdur um áhaldni og treysti til venjingarnar er við­føtt ella upparbeitt, sigur Johnny, at áhaldni er ein til­ lærdur førleiki. – Ígjøgnum íðkanina havi eg funnið útav, at um man leggur eina ætlan og ikki gevur sær sjálvum møgu­ leik­ar at víkja frá henni, so fær man úthaldni. Har skal mið­vís venjing til, og venj­ ing­in hevur lært meg virði av áhaldni, disiplin og av at fyri­ reika meg. Tað havi eg brúkt professionelt, men eisini í frítíðini og øðrum høpi. At gleða fólk gevur meining Umframt at íðka hevur Johnny brúkt nakað av frítíð síni uppá andaligt virksemi. – Eg havi eisini verið virk­ in í Lívdini, har eg millum ann­að havi verið við til at geva út tvær bøkur hjá Jógvani Zachariassen síðstu tvey árini. Jógvan hevur sera góð evni til at bera fram ein boðskap og skipa tann boð­ skapin. Eg hjálpti honum Eitt tilvildarligt prát til ein fótbóltsdyst fekk Johnny í Grótinum at søkja starvið sum stjóri á Landssjúkrahúsinum. Hann sær Landssjúkrahúsið sum ein spennandi stovn í eini rívandi menning Visiónin er at verða betri – Tað er týdningarmikið at menna leiðsluna, so hvør einstaki leiðarin dugur at menna seg og leiða onnur Johnny í Grótinum