týsdagur 7. juli 2015síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 7. juli 2015 · Nr. 77
meldurin
Sosialurin
at skera boðskapin niður til
hvassar bloggur við fangandi
yvirskriftum og myndum,
greiðir Johnny frá.
Hesar bloggurnar vóru
lagdar út á tíðindaportalar
sum brellbitar, og síðani kom
tann bókin út seinni tað árið.
– Tað hevur hugtikið meg
at verða við til annað í frítíð
ini, sum er innihaldsríkt og
gleðir menniskju, sigur hann.
Landssjúkrahúsið
er við eitt vegamót
Spurdur hvussu hann fær
tíðina at røkka til øll áhuga
mál síni, sigur hann, at tað
snýr seg bæði um at taka
tørn okkurt kvøld, men eisini
um at verða orkufullur og
fáa stuðul at leggja til rættis.
– Eg eri slett ikki ein excel
týpa, men um tað er okkurt,
sum er lagt í skipan, og sum
skal avgreiðast hvørja viku,
sum við útgávuni av vikuligu
bloggunum, so verður tað
raðfest.
Hesin spenningurin at
leggja til rættis fylgir eisini
Johnny til nýggja starvið,
heldur hann.
– Har er ein stovnur við
sterkari virkismentan, og
har tingini skulu rigga alt
samdøgrið. Eg havi tosað eitt
sindur við leiðslubólkin og
síggi at nógv viðurskifti eru
nógv ment og betraði seinnu
árini. Tilfeingið verður nýtt
meir skynsamt, og tøknin
kemur
meira
munadygt
sjúklingunum til góða. Tað
riggar, men vit ásanna eisini,
at Landssjúkrahúsið stendur
við eitt vegamót, har borg
ararnir hava ein vaksandi
tørv á heilsutænastum, og
játtanin er avmarkað. At
húsast væl við tilfeinginum
vit hava er ein stór avbjóðing,
men hon er eisini týðandi
og meiningsfull. Her kunnu
royndir og førleikar mínir
koma til sín rætt, og tað er
orsøkin til, at eg havi søkt
starvið.
Leiðsla er
stór avbjóðing
Um hvat hann ætlar at fara
undir fyrst í nýggja sessinum,
sigur Johnny, at fyrsta tíðin
fer til at lurta og at seta
seg inn í nýggja starvið. Á
Landssjúkrahúsinum starv
ast um 850 starvsfólk býtt í
30 ymiskar starvsbólkar.
– Har skal verða stór
samskipan uppá tvørs av
deildum, soleiðis at man
kann brúka hvønn annan,
og sjúklingurin verður rað
festur. Tað er týdningarmik
ið at menna leiðsluna, so
hvør einstaki leiðarin dugur
at menna seg og leiða onnur.
Eitt gott ráð, sum eg havi
fingið frá leiðsluútbúgving
míni, er at leggja ítøkiliga
ætlan fyri fyrstu 100 dagar
nar í nýggja starvinum sum
leiðari. Eisini fari eg at lurta
eftir starvsfólki, sjúklinga
feløgum og sjúklingum á
starvsplássinum. Samskifti
skal á breddan, tí serliga á
Landssjúkrahúsinum
eru
nógv fólk, sum eru klókari
enn eg innan júst hetta øki.
Eg fari tí at lurta eftir, hvat
serfrøðingarnir siga og so
taka tað harfrá. Í verki verð
ur tað framt við at spyrja
eftir hvørjum øðrum, hava
regluligar fundir og fáa
grundleggjandi evni á bredd
an. Hetta er ætlanin fyrstu
100 dagarnir, greiðir Johnny
frá.
Visiónin er
at verða betri
– Vit eru bundin at restina
av heiminum, og borgarin
væntar tænastustøði á hædd
við grannalondini. Tað kann
einans blíva betri við, at vit
sum starvast á Landssjúkra
húsinum eru dugnalig, hava
røttu førleikarnar og duga
at samstarva og lyfta í felag,
har sum vit einsæris ikki
strekkja til.
– Eg eri sannførdur um, at
nøgdsemi hjá viðskiftafólk
unum hongur neyvt saman
við nøgdsemi hjá starvs
fólkunum. Um tey eru glað
og fegin veita sína tænastu,
so verða sjúklingarnir eisini
nøgdir. Hetta skal gerast við
teimum amboðum sum eru
tøk, eitt nú væl skipaðum
samskifti og starvsmenning,
sigur Johnny í Grótinum at
enda.
annika@sosialurin.fo
– Ígjøgnum íðkanina
havi eg funnið útav,
at um man leggur eina
ætlan og ikki gevur sær
sjálvum møguleikar at
víkja frá henni, so fær
man úthaldni
Johnny í grótinum
– Eg eri sannførdur um, at nøgdsemi hjá viðskifta
fólkunum hongur neyvt saman við nøgdsemi hjá
starvsfólkunum, sigur Johnny í Grótinum
Mynd: Álvur Haraldsen