Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-07-07, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. juli 2015síða 27

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 7. juli 2015 · Nr. 77 4 spennandi leiðarastørv á Almannaverkinum Broytingar í bygnaðinum hjá Almannaverkinum viðføra, at fýra spennandi og avbjóðandi leiðarastørv eru leys at søkja. Fyrisitingarstjóri Tú hevur áræði til at royna teg í einum starvi, ið krevur førleikar og royndir á fleiri torgreiddum fakøkjum. Deildarleiðari til HR og stjóraskrivstovuna Tú leiðir menningina av HR á einum av Føroya størstu arbeiðsplássum. Depilsstjóri til Trivnaðardepilin fyri sálarsjúk, autismu og stovnar undir barnavernd Tú vilt gera mun og fert at standa á odda fyri einum stórum og fjølbroyttum øki, ið veitir trivnaðartænastur. Deildarleiðari til Útgjald Tú fært ábyrgdina av at útgjalda meiri enn 1 milliard krónur árliga í veitingum frá Almannaverkinum. Umsóknarfreistin er 07.08.2015 kl. 12.00 Les meira um einstøku størvini á www.av.fo. Fyrisiting Trivnaðardepil fyri sálar- sjúk, autismu og barnavernd Viðskiftadepilin Trivnaðardepil fyri menningartarn og onnur brek HR og stjóraskrivstova Stjóri Vit vilja gera mun Eind 1 Borgaratænasta Eind 2 Eind 3 Menning Eind 5 Eind 4 Útgjald Eind 6 Eind 8 Børn og ung Eind 7 Eind 10 Hjálpitól og endurvenjing Eind 9 Eind 11 Eind 12 Um Almannaverkið Almannaverkið er ein hornasteinur í føroysku væl ferðarskipanini, ið umsitur eina røð av sos ial - um skipanum. 16.600 borgarar fáa tænastur og veitingar frá Almannaverkinum hvørt ár, og høvuðsuppgávurnar hjá Almannaverkinum eru hesar: • Sosialráðgeving: Hvørja viku ringja 1.000- 1.500 fólk og Almannaverkið móttekur uml. 800 skriv um vikuna. • Menningartænastur: 750 borgarar, sum tørva endurmenning fyri at klára seg sjálvi aftur. 6.000 hjálpartól eru útleigað. • Trivnaðartænastur: Samanlagt verða uml. 750 tænastur veittar og eru hesar býttar á 165 bústaðir, 160 verkstøð, 190 onnur dagtilboð, 230 fáa stuðul og 21 eru undir barnavernd. • Fíggjarligar veitingar: Hvønn mánað verða rindaðar 15.000 veitingar á tilsamans 80-90 mió krónur. Veitingarnar eru pensjónir, forsorg, dagpeningur, barnagjald o.a. Almannaverkið umsitur netto 1.357.766 tús. kr. ella 25% av løgtingslógini fyri 2015. Tey 750 starvs fólkini í Almannaverkinum starv- ast í trim um deplum, umframt við felags funk- tiónum. Uml. 95% starvast í deplunum og 5% í fyrisitingini. Missión Missiónin hjá Almannaverkinum er: Vit veita sosialar tænastur, so allir borgarar í Føroyum fáa lívsumstøður, ið vælferðar- samfelagið ásetir. Visjón: Tann yvirskipaða visjónin hjá Almannaverkinum er: Vit vilja gera mun við at veita bestu og mest framkomnu sosialu tænastur. Starvslýsing Kommunufelagið søKir løgfrøðing Sum løgfrøðingur í Kommunufelagnum verða uppgávur tínar, at ráðgeva limakommununum í løgfrøðiligum spurningum og annars at virka sum løgfrøðiligur ráðgevi innanhýsis í mun til fyrisitingina í Kommunufelagnum. Umframt hetta skal tú kunna standa fyri skeiðsvirksemi av ymiskum slag. Talan er um eitt spennandi starv í einum politiskum umhvørvi og skalt tú verða før/ ur at arbeiða undir einum ávísum trýsti. førleikar Tú hevur løgfrøðiligt embætisprógv, so sum Cand Jur. ella líknandi. Starvsroyndir frá miðfyrisiting, úr kommunala geiranum ella aðrar líknandi starvsroyndir eru ein fyrimunur. Tú skalt duga væl at orða teg á føroyskum, bæði í skrift og í talu, og er tað ein fyrimunur, um tú hevur politiskt tev og áhuga fyri kommunalum viðurskiftum sum heild. lønar- og setanartreytir Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og løgfrøðingafelagið. Setanin fevnir um Kommunufelagið og deildirnar í felagnum. Umsókn við avriti av prógvum o.ø. skal sendast til: Kommunufelagið RC Effersøesgøta 30 FO-100 Tórshavn umsóknarfreist Umsóknin skal saman við prógvum og CV vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 7. august 2015, kl. 12.00. Nærri fast at vita um starvið við at venda sær Eyðun Christiansen, stjóra í Kommunufelagnum á tel. 282480 ella umvegis teldupost eydunc@kf.fo Starvsprofil og upplýsingar um Kommunufelagið finnur tú á heimasíðuni hjá Kommunufelagnum www.kf.fo Kommunufelagið søkir eftir løgfrøðingi til setan 1. september 2015.