týsdagur 7. juli 2015síða 28
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 8. juli 2015 · Nr. 77
28
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
nøvn
Letist ein hurð aftur, so letist oftast onkur
onnur upp. Soleiðis bleiv hjá mær sum
barn í tíðarskeiðnum hvar mamman í
húsinum í eitt longri tíðarskeið kom at
liggja á landssjúkrahúsinum. Eg kom at
búgva suðuri hjá ommu og abba í Dali, og
kom at ganga 5 klassa á tamb í skúlanum
har suðuri skúlaárið 1969/1970
Hetta var eitt tíðarskeið sum í heilt
serligan mun kom at geva mær førning við
víðari á lívsleiðini – einamest takka verið tí
fólki sum har búði og umhvørvinum sum
tey búðu í.
Sunnudagin 28.juni bleiv eitt av teim
menniskjum, Leonia Johannesen, borin til
hvíldar í kirkjugarðin sum hon hevði sæð
yvir á síðani einaferð í seinnu helvt av fim
tiárunum.
Prædikuteksturin til hendan sunnu
dagin var at lesa hjá Lukasi og innihelt
millum annað hesi orðini av Jesusar
munni: „Verið miskunnsom, eins og faðir
tykkara er miskunnsamur. Og dømið ikki,
tá skulu tit ikki verða dømd.
Ein ógvuliga passandi heilsan til henn
ara sum til hvíldar bleiv løgd henda dag.
Mær untist ikki at vera við hesa løtu
na, tí henda stutta heilsan nú hon ikki
er millum okkara meira, men saman við
feðrunum sum undan fóru.
Bygdin Dalur er altið umrødd í okkara
heimi og har vit í familjuhøpi hava ferðast,
við eini serligari virðing. Fyri okkum stóð
hon, við briminum, brøttu bjørgunum,
djóralívinum og ikki minst truplu atkomu
ni sum nakað hábærsligt og stórt.
Fólkið har búleikaðist var upptikið av
nærumhvørvinum og livdi í eini vakrari
og serstakari javnvág við náttúruna sjálva.
Okkurt av heimunum hevði ikki
ravmagn innlagt og eisini var okkurt
húski sum ikki var gingið burtur frá
nátthúsinum.
Grótlæðinganar í bygdini og torvroyk
urin úr skorsteinunum var við til at gera
bygdina til nakað serstakt.
Rossavognanir vóru enn í brúki, hóast
traktorarnir nærum høvdu yvirtikið á
hesum øki.
Áðrenn farið bleiv til songar hittust
menn undir húsavegginum at vita um
eitthvørt var at samskifta um.
Húsini høvdu ikki enn fingið telefon
innlagda – telefonstøðin avgreiddi øll boð
og luftborna samskifti úr bygdini.
Sunnudag bleiv farið í kirkju, og sung
ið bleiv skiftivís úr føroyskari og danskari
sálmabók.
Húsini høvdu øll nøvn, sum á ein ella
annan hátt relateraðu til staðið, stættin,
persónar, fyribrygdi o.a.
Eitt av hesum húsunum var “Stórhús.”
Stórhús var, sum øll hini húsini, nak
að serstakt. Tætt norðanvert ánna – bert
smali vegurin ímillum – lá tað innigyrt við
grótlæðing. Tvær fullar hæddir høgt, reytt
við flagtekju og fleiri úthúsum hoyrandi til
húsið, alt inni í stóra grótlagaða garðinum.
Kom ein á gátt gerandisdag, kanska
mest tá halgan stundaði til, so kundi ein
renna seg í bakarovnin sum var tikin
fram í gongini. Hann var ikki eldrivin,
men vermdur upp við primusi. Brimið
frá Primusinum og angin av nýbakstri
hugnaðu um hetta í forvegin so hugnaliga
hús.
Gestablídni var altíð øgiligt og har var
ikki skylt millum høgan og lágan, ella
vaksnan og óvita.
Køkurin var stórur og tað var kolkom
fýrurin eisini.
Neytini sum stóðu bundin beint vestan
fyri køksveggin hoyrdust væl inn í køkin.
Sunnudag seinnapart boðaði Leonia
til sunnudagsskúla. Eg haldi meg minnast
at onkuntíð fór sunnudagsskúlin fram í
skúlanum, men mest minnist eg hann at
vera hildnan í Stórhúsi.
Tá bleiv farið á lofti. Vit blivu boðin
upp í stovuna. Byrja bleiv tá øll vóru møtt
og ikki eftir klokku stundisliga. Har bleiv
sungið og har bleiv Guðs orð havt á munni.
Har blivu søgur sagdar og har blivu hend
inganar í undanfarnu vikuni havdar á
munni. Og ikki minst, har bleiv alt og øll
løgd í Guðs hond.
Leonia var fyri mær sum barn nær
um sum ein vísindakvinna. Alt kundi ein
tosa við hana um. Var tað ein hundur sum
hevði loypt hvøkk á ein, so dugdi hon so
ómetaliga væl at fáa tað at javna seg aftur.
Møtti tú Leoniu, um tað so var uttan
dura, ella hon kom á gátt har ein var
staddur, so var hon akkurát tann sama tá
hon tosaði um dagligdags viðurskifti sum
sum tá hon tosaði Guðs orð.
Heilt serlig bond vóru millum fólk
ið í “Rennuni” har eg búleikaðist og
Leoniu. Bond sum vóru nógv sterkari enn
familjubondini annars. Hesi bond vóru
spunnin av tilfari sum ikki kendu sín líka í
materiellum tilfari og vóru óslítilig.
Altíð var tað so hugnaligt tá Leonia
leitaði sær framvið, hugdi inn á gólvið og
gav sær tíð til ein drekkamunn og eitt prát.
Hon var ein hugnaligur boðberi við tað at
hon altíð hevði tað góða á munni.
Var onkur lítil ósemja, so síggji eg hana
enn fyri mær har hon segði: “Legg ikki í”.
Hennara kristindómur bleiv ikki tik
in fram og lagdur uppá hillina, alt eftir
hvørjum umstøðum hon var í. Hon var
heil har hon var. Og hon var mangastaðnis.
Ikki minst í sambandi við føroysku kvæða
mentanina sum hon var ein partur av.
Saman reistu tey bæði Jens Ludvík
bæði innanlendis og uttanlanda, og høvdu
mangar gestir og vinir víða um.
Tá eg einaferð í politiskum ørindum var
í Álandi, var eg um kvøldið boðin til borðs
saman við nøkrum politikarum higani og
úr Norðanlondum annars.
Politikarin sum bleiv settur við mína lið
var kvinna íð kallaðist Barbro Johanson.
Tá hon hoyrdi at eg kom úr Føroyum,
spurdi hon meg nærum alt fyri eitt, um eg
kendi eitt par sum kallaðist Leonia og Jens
Ludvík Johannesen.
Hesi bæði menniskjuni høvdu gjørt so
stórt inntrykk á hesa álendsku kvinnuna
at hon ikki bara mintist tey, men vísti við
eygnabragdi sínum at tey høvdu nátt heilt
innat hjartarøtrum hennara.
Leoniu havi eg ikki samskift við í nøk
ur ár, men havi fylgt við hvussu hennara
tilvera hevur verið í tann mun eg havi hitt
næru skyldfólk hennara.
Sitandi í minninum verður løturnar
saman við Leoniu og serliga okkara felags
alskur til sangin har fyrsta ørindi ljóðar
soleiðis:
“Frelsari hevði ikki eg teg funnið, og
hevði blóð títt fyri mær ei runnið, hvar
skuldi eg so armingin mær venda, bøn
mína senda”.
Friður og takklæti verið við minninum
um Leoniu í Stórhúsi.
Sámal Petur í Grund.
Leoniu í Stórhúsi
til minnis
Fyri knøppum hálvum ári síðan var
fjørðurin rógvin hjá mammubeiggja
mínum, Jógvan Ranghamar, sum and
aðist mánamorgunin 9. februar. Hann var
føddur 28. mai 1942 og var sostatt 72 ára
gamal, nú hann legði árarnar inn. Hóast
vit seinastu tíðina vistu, hvønn veg tað
bar, er tað sárt at viðurkenna veruleikan,
at Jógvan ikki er okkara millum longur.
Jógvan gjørdist sjúkur av krabba
meini á vári í 2008 og stríddist øll árini
við sjúkuna, sum at endanum vann á
honum. Hesi sjey árini, hann var sjúkur,
fekk hann fleiri tíggjutals kemoviðgerðir
og fleiri skurðviðgerðir, men hóast hetta
hevði hann altíð gott mót. Tað untist
mær, at verða saman við Jógvan á fleiri
av ferðunum á Ríkisskjúkrahúsinum og
vóru hesar samverur sera lívsjáttandi.
Foreldrini hjá Jógvani vóru Petrina
og Hans David Ranghamar. Jógvan var
yngstur av fýra systkjum. Tey vóru fyri
tí vanlagnu, at missa pápan, sum sló út
við Tróndi í Gøtu í 1948. Men hetta helt
ikki Jógvan aftur at velja sjólívið, sum
sína yrkisleið. Í 1957 fór hann sín fyrsta
túr til skips við Fimm Syskin til Ísland
við snellu. Jógvan var við Fimm Systkin
í trý ár.
Í 1960 og 1961 var Jógvan í Føroyinga
havnini í Grønlandi, har hann arbeiddi á
flakavirkinum hjá Nordafar. Hesi bæði
árini róði hann út vetrarhálvuna, fyrra
árið við “Gulenni” og seinna árið við
“Bjørgvin”. Í 1962 var hann við klaksvíks
bátinum Jógvan S.
Fyrst í 1963 fekk Gøtu Samvinnu
felag
handað
nýggjan
línubát,
Finnur Fríði. Jógvan var partaeigari í
Samvinnufelagnum og fór við Finni
Fríða, til hann á heystið sama ár fór
á skiparaskúla í Tórshavn, har hann
tók prógv í 1964. Eftir loknan skúla fór
Jógvan við Báruni sum bestimaður, til
hann í 1965 aftur fór við Finni Fríða, eisini
sum bestimaður. Jógvan var við Finni
Fríða til 1968.
Í 1969 stovnaðu Jógvan og Eivind
Hansen saman við fleiri felagið Vørn.
Teir keyptu tá Sildrekan sum fekk navnið
Geyti Reyði. Jógvan førdi Geyta Reyða til
sama felag í 1976 bygdi Sjúrð Tollakson
sum Jógvan førdi til 1991. Meðan Sjúrður
Tollakson stóð í ger, førdi Jógvan eitt
stutt skifti Polaris. Hetta nevnir Levi
Joensen eisini í áhugaverdu bók síni “Lív
mítt á sjógvi og landi” sum hann gav út
fyri stuttum.
Tíðarskeiðið við nótabáti má sig
ast at vera lívsverkið hjá Jógvan. Eg
minnist aftur á hesi árini, har tað gekk
upp og niður í hesi vinnu. Veiðumynstri
broyttist nógv, frá silda- og makrelveiðu
til lodnuveiðu við nót til at trola eftir
svartkjafti. Fyri at laga seg til broyttu
fyritreytirnar í fiskiskapinum, bleiv
Sjúrður Tollakson longdur og um
bygdur, til eisini at kunna royna við troli.
Men hóast hetta, skerdust fiskimøgu
leikarnir á nærleiðunum í seinna parti
av 80´unum, og tí var gjørd eina roynd,
at fara til Senigal við Sjúrði Tollaksini.
Henda verkætlan eydnaðist ikki og tá
Sjúrður Tollakson í 1991 bleiv lagdur og
seinni seldur av landinum, bleiv hetta
samstundis endin á hesum kapittlinum
í arbeiðislívinum hjá Jógvan.
Jógvan hevði góð evni sum skipari,
tað lá væl fyri við fiskiskapinum, hann
var álítandi, lítillátin av lindi og var væl
dámdur av teimum hann starvaðist
saman við, bæði á sjógvi og landi. Tá
Jógvan var heima millum túrar, var tað
alskurin til sjógvin sum dró og var hann
tíðum á floti.
Fyrst í áttatiárunum stovnaði Jógvan
alibrúkið Torvan saman við pápa mínum,
sváginum Hera Thomsen. Tá Jógvan
legðist uppi, fór hann at arbeiða í alingini,
til teir í 1998 seldu alibrúki til Luna. Men
hugurin hevur altíð staði til sjógvin og
eftir at hann gavst í alingini fór hann at
rógva út. Her var Jógvan eisini fiskiklógv
og hevði hann framúr gott skil á øllum
viðurskiftum, um tað so galt streym ella
at finna fisk. Og hóast hann seinastu
árini hevur verið illa sjúkur, róði hann út
til á heysti í 2013.
Eitt av frítíðarítrivunum hjá Jógv
an var at spæla Bridge. Her lá eisini væl
fyri og var hann við til at vinna fleiri
kappingar, bæði fyri lið og pør. Tað var
her hann fyri nøkrum árum síðan møtti
Ingibjørg. Hon og familja hennara hava
verið honum ein hollur stuðul, ikki minst
tá hann lá til tað síðsta. Áðrenn Ingibjørg
og Jógvan komu at kenna hvønn
annan, búðu hann og Kjartan saman í
barnaheiminum í Norðragøtu. Jógvan
og Kjartan hava eisini verið nógv saman
í arbeiðislívinum, fyrst við seglhúsbát
unum, síðan øll árini við Geyta Reyða og
Sjúrða Tollaksyni og tey seinastu árini
í alingini. Øll árini eru teir komnir nógv
á gátt hjá mammu, systrini Sólrun, sum
altíð hevur verið fús at rætt teimum eina
hjálpandi hond.
Elsti
beiggi
Jógvan,
Steingrímur
Ranghamar andaðist á Ólavsøku í fjør,
82 ára gamal. Steingrímur var giftur við
Ásvør, fødd Hansen. Ásvør doyði í 2002
so Steingrímur sat einkjumaður seinastu
12 árini. Saman áttu tey døturnar Hal
dóru og Selmu. Áðrenn Jógvan sjálvur
keypti bát, høvdu hann og Steingrím
ur bát saman og ikki vóru tað so fáir
útróðrartúrar teir høvdu saman og
mong eru kókini bæði av fugli og fiski,
vit hava fingið hesi árini. Jógvan vitjaði
Steingrím sera tíðum og ikki mundi tað
verða ein einasta ferð, hann skuldi niður
til viðgerð, at hann ikki segði honum og
okkum farvæl.
Saknurin er stórur hjá okkum sum
stóðu Jógvan nær, men størstur man
hann verða hjá tykkum Ingibjørg,
Kjartan, mammu og pápa og má Harrin
styrkja okkum øll í sakninum.
Við hesum fáu orðum vil eg lýsa frið
yvir minnini um mammubeiggjarnar
Jógvan og Steingrím.
Tórhallur
Minningarorð um
Jógvan Ranghamar