týsdagur 7. juli 2015síða 29
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 8. juli 2015 · Nr. 77
Nøvn
Takk
Eg
takki
hjartaliga
øllum
tykkum, sum gjørdu mær 90 ára
føðingardagin 18. apríl so góðan og
serligan. Takk fyri gávur, blómur
og heilsanir og takk fyri alla góða
hjálp.
Kærar heilsanir
Annie Eystberg Jensen
Skopun
Takk
Stóra takk sigi eg øllum tykkum,
sum heilsaðu mær í sambandi við
útnevningina 20. mai og vóru við til
at gera mær dagin so minnisríkan.
Blíðar heilsanir
Petur Jacob Sigvardsen
Takk
Hjartaliga takka vit tykkum sum
gjørdu okkum gullbrúdleypsdagin
11 apríl so hugnaligan. Takk til
børn, svigarbørn og barnabørn
fyri sang á morni. Takk fyri vitjan,
telefonheilsanir, blomstur og talur.
Ein tøkk til børnini at tit gjørdu tað
møguligt.
Bestu heilsur Elisabeth og Róland
Takk
Hjartaliga takki eg øllum, sum vóru
við til at gera 80 ára føðingardag
mín heilt serligan. Takk fyri gávur,
blómur og heilsanir, fyri sang og
talur. Takk fyri all hjálpina. Takk
øll somul!
Bestu heilsur Carlo Poulsen, Skála
75 ára føðingardagur
Týsdagin 7. juli verður Arnhold
Fjallstein 75 ár. Dagurin verður
hildin í Oasuni 11. juli frá kl. 13. Øll
eru hjartaliga vælkomin.
95 ára føðingardagur
Jenny Ellingsgaard fødd Rasmus
sen verður 95 ár leygardagin 11.
Juli. Dagurin verður hildin í EB-
húsinum frá kl 10 og úteftir.
Takk
Takk til tykkum, ið mintist
meg á 85 ára degnum.
Heilsan
Hjørdis Joensen, Vágur
85 ára føðingardagur
Leygardagin 11. juli 2015 fyllir
Leivur Poulsen (Leivur hjá Fridu),
Eiði, 85 ár. Føðingardagurin verður
í EB-húsinum frá kl. 10.00 til 15.00.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Takk
Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymsan hátt gleddu okkum
á krúndiamantsbrúðleypsdegnum tann 31. mai 2015.
Heilsan Henny og Mogens Petersen, Fulgafjørður.
80 ára føðingardagur
Tann 20 juli verður Elin Poulsen
Ljósá 80 ár. Føðingardagurin verður
hildin sunnudagin tann 19 juli fra
klokkan 18.00 á Mylnuvegur 9,
Ljósá Øll eru vælkomin
85 ára føðingardagur
Mikudagin 8. juli verður
Jógvan Ingvard Olsen Toftir
85 ár. Hann er burturstaddur.
Diamantbrúdleyp
Hósdagin 9. juli hava vit verið gift í
60 ár! Dagurin verður hildin heima
millum kl 16 og 22. Tað hevði glett
okkum at sæð familju, vinir og
kenningar. Hjartaliga vælkomin.
Ása og Róald Norðberg
Toftalíð 9
Gullbrúdleyp
Fríggjadagin 24. juli hava vit verið
gift í 50 ár. Dagurin verður hildin
25. juli í EB-húsinum frá kl. 12–18.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Marin og Knud á Eiði
Gullbrúdleyp
13. juli eru 50 ár síðani vit gingu
saman í hjúnalag. 18. juli verður
dagurin hátíðarhildin á Føroya
studentaskúla frá kl. 19. Tey, ið
vilja halda dagin saman við okkum,
verða vinarliga biðin um at siga frá
á tlf. 315156 ella 215156 áðrenn 1. juli.
Elsa og Johnhard
Silvurbrúdleyp
1. august eru 25 ár síðan vit gingu
saman í hjúnalag. Dagurin verður
hildin sama dag í Róðrarneystinum
á Argjum frá 12-18. Tey, ið ynskja
at hátíðarhalda dagin saman við
okkum verða biðin um at siga frá
áðrenn 3. juli á tlf. 210992 ella 226025
Inga og Martin
Hósdagin 19 mars ringdi systir
Binu til mín og segði, at Bina var
farin, bert 59 ára gomul. Eg bleiv
eitt sindur kløkk, hóast eg visti,
hvussu sjúk hon var. Hon hevði
verið sjúk í nógv ár, men hóast
hetta, so var hon altíð so positiv
og hugsaði, at tað mundi fara at
ganga, men soleiðis bleiv tað ikki.
Eg kom at kenna Binu í 1973.
Hetta var tá ið eg byrjaði at ar
beiða á Barnaheiminum. Bina
hevði arbeitt har í nøkur ár, áðr
enn eg kom. Í 1976 fóru vit á Há
skúla saman, og var hetta ein dei
lig tíð. Bina var ein góð vinkona at
hava, og hon var altíð so glað og
stuttligt, og vit hava havt nógvar
góðar løtur saman.
Áðrenn hon bleiv álvarsliga
sjúk, arbeiddi hon í einum barna
garði í Havn. Síðsta summar ringdi
hon til mín og segði, at hon hevði
fingið eina íbúð í Leirvík. Hetta
var hon so glað fyri, tí her hevði
hon alla sína familju, systrar og
beiggjar og ikki minst børn teirra,
sum hon var mostir og fastir hjá,
og sum hon gekk so sera høgt
uppí.
Bina var so ung, tá ið hon misti
mammu sína. Tað tók henni hart,
og nøkur ár aftaná misti hon pápa
sín á ein so syrgiligan hátta, so var
hon var sera hart rakt av sorg.
Eg hugsi um tykkum sysktin og
børn tykkara, hvussu tómligt tað
man vera, tí tit komu so nógv sam
an við henni. Eg má siga, at eg dugi
ikki við, at hon ikki er her longur.
Tað var ein stór fjøld, sum fylgdi
henni til hennara seinasta hvíldar
stað her á fold.
Takk fyri góð minnir Bina, og
hvíl í friði.
Vinkona tín í Klaksvík
Minningarorð yvir Binu Justinussen úr Leirvík