Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-07-09, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. juli 2015síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 10. juli 2015 sosialurin 78 24 Óli Jacobsen Tónleikur og fimleikur Øssur hevur roynt nógv. Hann hevur millum annað verið við í tónleiki, fimleiki og fótbólti Øssur Debes 7. partur Í 1945 byrjaði eg at læra at spæla á kornet hjá Jens Christian Guttesen, vanliga kall­ aður Kisan, heima hjá honum á Ting­hús­ ve­g­nun. Hann fekk nokk stuðul frá Bý­ ráð­num at hava næmingar. Kiasan kom heim til okkara og spurdi mammu, um eg hevði hug at læra at spæla. Tá eg hevði lært eina tíð, tók hann meg við at venja saman við Havnar Horn­ orkestri, har hann var dirigentur. Vant var í Bý­ ráðs­sali­num, sum tá var í Bringsnagøtu. Frelsunarherurin hevði havt eitt orkestur kallað “X-arnir”. Tá ið tað varð niðurlagt blivu flestu spælararnir limir í Havnar Hornorkestri. Hetta mundi verða um 1946-47. Tá varð mann­ ingin økt frá 12 til 20 mans. Vit høvdu einans brúkt nótabók við donsk­ um sangum og marsjum. Palli Christiansen og Ludvig Breckmann skaffaðu nótar, sum ensk hornorkestur nýttu. Hetta vóru stykkir úr kendum verkum og sussa marsjir, eisini fingu vit nýggj horn úr Onglandi. Hetta dámdi nógv­ um av teimum gomlu ikki. Teir fóru tískil úr Havnar Hornorkestri og stovnaðu G. H. M. (Georg Hansens Minde). Fingu enskan venjara Fyrst í fimmtiárunum høvdu vit ein enskan venjara. Eitt ári vóru vit í Hetlandi saman við fót­bóltslandsliðinum. Vit spældu á plenuni og í býn­um, búðu privat og vóru sera væl móttiknir. Tað var Havnar Hornorkestur, ið byrjaði flagg­dagshaldið í Havn. Vit marsjeraðu flagg­ dag­in, á Grækarismessu og á Ólavsøku. Eisini spældu vit undir tinghúsinum Ólavsøkudag, tá ið tingið varð sett. Vit vóru í fleiri ár í Klaksvík á Norðoyastevnu. Jóla­morgun spældu vit jólasangir í torninum í Havnar Kirkju. Har var bara pláss fyri átta, eg var altíð við. Tá ið klokkarin fór at kima, risti alt tornið. Vant var í gamla kommunuskúlanum, har bý­ráðið er í dag. Í stovuni har vit vandu, var eitt rúm, har instrumentini vóru innilæst. Eg var vanur at taka kornettina við til hús, tá ið liðugt var at venja. Tað eina kvøldið fór eg niðan í skótahúsið, har rovararnir høvdu fund, og eg hevði kornettina við. Morgunin eftir fekk eg vita, at eldur hevði verið í instrumentrúminum, og øll hornini vóru brend. Kornettin hjá mær var tað einasta, ið eftir var. Hetta er sama kornet sum Hans, sonurin hevði, tá ið hann lærdi at spæla og havi eg hana enn. Skipað var fyri basari at skaffa nýggj horn, lýst var við plakatum á hvørjum steyra. Á plakatuni var eg avmyndaður við kor­nettini. Spældu fyri deyða beiggjanum 1959 fingu vit Robert Oughton til venjara, ein sera góður venjari og framúr góður kor­nett­ spælari. Í 1963 fór orkestrið til Ísland, har vit vóru bodnir av Lúrasveit Reykjavíkur. Vit hildu fleiri konsertir har og vitjaðu nógv kend støð. Oughton spældi fleiri solostykkir. Í bløðunum var hann nevndur kornetsnillingur. Oughton átti ein beiggja í doyði undir krígn­ um við Dunkirk, tá ið bretar máttu rýma undan týska herinum yvir um Ermasund. Eitt árið, sama dato, sum beiggin doyði, skuldu vit all­ ir spæla hvør sítt solostykki, ið vit hvør sær høv­du vant hjá honum til tað sama. Í stovuni, har vit vandu, var eitt borð sett mitt á gólvið. Ough­ton sat fyri endan, við hin endan stóð ein nóta­stólur. Mitt á borðinum setti hann munn­ stykk­ið á kornettini hjá beiggjanum. Vit vóru all­ir inni í stovuni. So reisti ein og ein seg upp og spældi tað stykki, hann hevði vant, eg spældi “O my beloved father”. Fimleikur og ferðing Stutt eftir kríggið gjørdist eg limur í Havnar Fim­leikarafelag. Fimleikarahøllin var í real­ skúla­garðinum, har kommunuskúlin er í dag. Martin Holm hevði verið í Danmark undir kríg­ num. Hann var nú lærari í Realskúlanum og ven­jari hjá Havnar Fimleikarafelagi. Har lærdi eg nógv innan amboðsfimleik. Fyrstu tíðina var eg á 2. liði. Ein dagin kemur hann til mín og sigur “nú skalt tú koma á 1. lið, eg skal gera teg líka so grovan sum beiggja tín”. Niels hevði íðka­ð fimleik í fleiri ár. Fyrstu ferð Havnar Fimleikafelag fór uttan­lands eftir seinna heimsbardaga var til Lingiadu í Svøríki í 1949. Talan var um eina fim­ leika­stevnu gjørd til heiðurs fyri hin svenska fim­leika­pedagogin Pehr Henrik Ling, sum doyði í 1839. Hetta var aðru ferð, Linguada var hildin. Fyrru ferð vóru føroyingar ikki við. Umvegis løgtingið var í 1948 komin ein inn­ bjóðing til føroyingar um at luttaka í Lingua­ du­ni. Hendan innbjóðing var borin víðari til Havnar Fimleikafelag av Martin Holm. Áhug­in fyri at fara var stórur. Avgjørt varð, at eitt kvinnulið og eitt manslið skuldi fara við Kirsten og Martin Holm sum leiðarar. Søkt var um stuðul til ferðina. Løgtingið lat 3.000 kr., meðan Býráðið stuðlaði við 5.000 kr. Hvør luttak­ari skuldi gjalda 200 kr. Ternan, sum land­ið átti, skuldi flyta luttakararnar ókeypis til og úr Bergen. Koyggjur vóru gjørdar í lastini at sova í. Farið var úr Havn á midnátt 21. juli, og á mid­degi 23 juli komu vit til Bergen. Ùr Bergen fóru vit 24. juli við toki fyrst til Oslo, har skift var til nátttok, har vit svóvu í koyggjum. Vit komu til Stockholm á morgni 25. juli. Dagin eftir byrjaðu venjingar og vant varð bæði fyrra- og seinnapart. Hin 27. juli 1949 kl.18.30 marsjeraðu bæði liðini hjá Havnar Fim­leikafelagi saman við umleið 17.000 øðrum fiml­eikarum inn á stadion í Stockholm, ið var stúgv­andi fult. Hvørt land gekk við sínum Siðsøga Kvinnuliðið og mannsliðið og fólk í samband við Linguadina Øssur hevur spælt við Havnar Hornorkestur. Henda ókenda myndin sum helst er av Havnar Hornorkestur er úr skjalasavninum hjá Petur Alberg. Er nakar sum kennist við hana ella persónarnar á henni?