hósdagur 9. juli 2015síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 10. juli 2015
sosialurin 78
25
Komandi partur
Í komandi parti verður greiðir Øssur
millum annað meira frá sínum arbeiðslívi
og frá B36, har hann eisini var virkin.
merkið á odda, vit við føroyska flagginum. Tá ið
tað var marsjerað framvið, har fyriskipararnir
sótu, var í hátalara sagt, hvat landið tað var.
Síðani var stillað upp á vøllinum hvørt land
sær við flagginum fremst. Sungið var og talur
hildnar, síðani útmarsjur. Tað var nakað ser
ligt at fáa loyvi sum føroyingur at vera part
ur av einum so stórum altjóða tiltaki. Dagin
eftir byrjaðu framsýningarnar í seks ymiskum
hallum. Stevnan vardi í 4 dagar. Ta einu fram
sýningina høvdu vit í Kungeliga Tennishallen.
Bæði kvinnu- og mansliðið fingu fleiri góð
ummæli í svensku fjølmiðlunum. Í fríløtum
gingu vit í býnum og hugdi okkum um. Vit
vóru á “Skansen”, sum er nakað sum “Tivoli”
í Keypmannahavn, vóru túr við báti, ið sigldi
í Svenska skergarðinum, vóru á landi á fleiri
oyggjum, har var sera vakurt. Ólavsøkudag
29. juli, gingu vit øll bæði gentur og dreingir
og spákaðu í føroyskum búna í Stockholm. Á
vegnum heim aftur til Føroya vóru vit noyddir
at støðga fimm dagar í Bergen, tí Ternan lá inni
í Hetlandi vegna ódnarveður. Hesar dagarnir
búðu vit á einum skúla. Blíðskapurin var stórur
í Bergen. Ungmannafelagið har hevði eitt stað
uttanfyri Bergen, har tey høvdu fleiri smáttur
og eitt stórt felagshús, har vóru vit øll boðin. Í
hvørjari smáttu vóru fleiri koyggjur, har svóvu
vit. Í felagshúsinum var borðreitt fyri okkum.
Tá ið øll vóru sessað, var ein og ein biðin um at
reisa seg og siga navn sítt. Eisini vóru vit í tog
bana uppi á “Fløjen”. Farið var aftur til Føroyar
við Ternuni.
Aftur á fimleikarferð
Í 1950, árið eftir lingiadutúrin, vóru aftur boð
eftir fimleikarum úr Havnar Fimleikafelagi.
Hesaferð var tað til “Det 14. nasjonale gym
nastik- og turnstevne”, sum skuldi verða í Lille
hammer í Noreg. Avgjørt var, at mansliðið við
Martini Holm, sum leiðara, skuldi fara. Farið
var úr Vágsbotni 26. juni kl. 16.00 við bátinum
“Thorshavn” hjá ríkisumboðnum. Veðrið var
gott, tá ið vit fóru. Vit svóvu allir á dúrkinum
í salongini. Dagin eftir var sjaskveður, komið
var á Bergen á kvøldi 28. juni. Morgunin eftir
var farið við bussi til “Roa” og víðari við toki til
Lillehammer, har vit vóru kl. 22.00. Ítróttarøkið
var á eini høvd omanfyri býin. Har vóru fleiri
smáttur, har luttakararnir svóvu. Allar fram
sýningar vóru uttandura. Hin 30. juni vandu
vit og fóru onkran túr í býin. Eisini vóru vit
áskoðarar til norska meistaraskapið í “turn”
(amboðsfimleiki). Vit vitjaðu heimið hjá norska
skaldinum Bjørnstjerne Bjørnson tætt við
svenska markið. Húsini vóru varðveit í upp
runalíki.
Hin 1 juli byrjaði stevnan við skrúðgongu,
sum taldi einar 6-7.000 luttakarar. Sama dag
høvdu vit framsýning beint eftir finnar, ið vóru
sera góðir fimleikarar. Vit fingu stak góða mót
tøku og vóru mikið fagnaðir, tá ið liðugt var.
Eftir hetta høvdu vit frí í heilar fimm dagar,
sum vit kundu nýta sum okkum lysti.
Á vegnum heimaftur steðgaðu vit í Bergen í
tveir dagar, har høvdu vit eina uttandura fram
sýning í miðbýnum.
8. juni fóru vit við Sydlandsexpressen til
Kristianssand at fáa fatur á Tjaldrinum, sum
hevði lova at tikið okkum upp har á leið. Komnir
til Kristianssand vóru vit við báti fluttir út á
“Oxholmen”, ein hólmur, har ein viti var á, har
bíðaðu vit eftir Tjaldrinum tað mesta av deg
num. Tá ið so Tjaldrið kom framvið, fóru vit
við báti út til tað. Komnir umborð sluppu vit
til borðs og fingu góðan døgurða. Um náttina
svóvu vit á beinkjunum í salongini. Hin 10. juli
komu vit á Havnina, har Havnar sangfelag og
onnur tóku ímóti, og takkaði borgarstjórin í
Havn, Kjartan Mohr, okkum fyri at hava um
boðað Føroyar uttanlands.
Billa Hansen var ein merkiskvinna
Í Lillehammer vóru vit og vitjaðu 86 ára gomlu
Billu Hansen, sum hevði ynskt at síggja okk
um. Hon var ættað av Sandi, men hevði búð í
Danmark og Noregi meginpartin av lívinum.
Hon var seingjarliggjandi, var ógvuliga ring
av gikt. Vit sótu á gólvinum í kamari hennara og
sungu føroyskar sangir. Tá ið vit fóru, bað hon
okkum syngja uttanfyri kamarsvindeygað. Har
sungu vit fleiri føroyskar sangir, eisini ørindi
úr grindavísuni, “Upp úr svøvni tit Havnar
menn restir, tá í grindaboð runga frá strond”,
sum Billa hevði yrkt saman við systkinabarni
sínum, Dr. Jakob Jakobsen.
Henda grindavísan hevur eina serliga
søgu, sum kann vera áhugaverd í hesum
“grindatíðum”.
Í 1910 stóð hesin stubbin í Tingakrossi:
Ein grindavísa
Góði Krossur!
Mong við mær munnu leingjast sárliga eftir,
at grind skal koma aftur til Føroya – helst
nógvar grindir -, tí nú fer tíðin at drúgvast
síðani feskur biti fekst undir tonnina, og nú
man ivaleyst bæði tvøst og spikíløt fara at vera
tóm hjá teimum flestu. Ikki mundi tað batt, um
fólk í Føroyum av og á hevði roynt at lirka fyri
grindini við eini góðari føroyskari grindavísu
– eg havi ein illgruna um, at Várharrasa grind
ikki væl fatar hina donsku grindavísuna hjá
Pløyen – tí grind sigst at sveima um oyggjarnar.
Tí fari eg at biðja teg taka upp grindavísuna
hjá Doktar Jacobsen (og Billu Hansen), so
fólk kunnu læra hana og sungið hana við tí
ljómandi lagnum til franska nationalsangin,
ið ivaleyst er mongum í Føroyum kunnugt.
Hon hevur ikki verið uppafturprentað í 20
ár, so fáur veit av henni. Tað er bæði synd og
skomm, tí vísan er frálíka góð. Hevði hon nú
eisini kunnað elvt nakrar grindir at landinum,
so var hon betri enn nøkur onnur. Og tú hevði
gjørt eina góða gerð.
Vinarliga
Grindamaður
Tingakrossur viðmerkir:
Vónandi at fleiri kunnu hava fragd av hesi
umrøddu grindavísu, um vit ikki hava
ta trúgv til hennara dragandi makt yvir
grindasálini sum hann, vilja vit ikki sýta bøn
grindamannsins og prenta tí vísuna her:
Vísan hevur seks ørindi og fyrsta vers ljóðar
soleiðis:
Lag: Allons enfants de la patrie
Upp úr svøvni tit Havnamenn reystir!
upp! Tí grindaboð rungar frá strond.
Hoyrið! grind er í fjørðinum eystur,
:,:klæðist brátt. Takið reiðskap í hond!:,:
Síggi nú menninir hálvklæddar fúka,
konurnar rennandi við válgara og drýl,
smádreingir við róp og ýl,
út úr neystunum bátarnir rúka.
Til báts nú í ein fart!
Til árar! Rógvið hart!
Nú vákn í hond, avstað uttan dvøl!
:,:Tveit grót í skut og kjøl:,:!
Henda grindavísan kom tó ikki at troka
gomlu grindavísuna burtur.
Árið eftir í 1951 frættu vit, at Billa var
deyð. Hon er annars kend sum ein av okkara
fyrstu kvinnuligum yrkjarum. Hon fór ung til
Danmarkar, har hon las til lærara.
Her gjørdist hon virkin í felagslívinum, og
hon var í 1896 við til at stovna eitt kvinnuligt
føroyingafelag. Kvinnur kundu nevniliga ikki
vera limir í Føroyingafelagnum, sum bara var
fyri menn!
Seinni kemur hon til Lillehammer í Noregi,
har hon gjørdist kend har á leiðini. Í 1949
hevði eitt blað í Lillehammer eina grein um
hana, nevnd “Ein Færøykvinne”. Tað verður
millum annað skrivað, at hon er “en begavet
og åndsfyldt færøykvinne hvem skæbnen
på en egenartet og underfull måte har gitt
et lunt hjem i en norsk bygd, langt borte fra
hjemstavnen". Tað kann lesast mera um hana
i Kvørnini nr. 1.
Niels og Gunnvør, systkin hjá
Øssur, í fimleikaklæðum
Báðar myndirnar frá Linguadini í Stokholm, til høgru innmarjuririn á Station
Mannliðið i fimleiki, sum var í Lillehammer í 1950
V.f. í aftasta rað eru teir: Eirikur Hansen, Magnus Jacobsen, Christian Dahl-
Christiansen, Heri Jensen, Marni av Kák, Ásmundur V. Johannesen. Miðraðið: Niels
Debes, Hans Jacob Egholm, Øssur Debes, Absalon Djurhuus, Palle Gregoriussen.
Fremst: Finnur Mortensen, Erling Petersen, Anders Hansen, Erling Simonsen
Skaldið Billa Hansen