Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-07-09, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. juli 2015síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 10. juli 2015 sosialurin 78 30 ítróttur André Olsen F yri fyrstu ferð í trý ár, eigur Føroyar einki lið í aðrari rundu av undankappingini til Champions League fótbólt. B36 tapti týskvøldið 4-1 á útivølli móti walisiska liðnum, The New Saints, sum samlað yvir báðar dystir­ nar vann ein greiðan 6-2 sigur ímóti føroysku meistarunum. The New Saints skal í komandi rundu møta Videoton FC úr Ungarn. Heimaliðið var nógv betri Útgangsstøðið hjá B36 undan dyst­ inum týskvøldið var einki serligt, tí The New Saints vann 2-1 á Tórsvølli, har teir í seinastu løtu skoraðu av­ger­ andi málið. Tann dystin var munurin tó lítil millum liðini, har B36 stórar partar av tíðini var omaná spælimessiga. Tí kundi roknast við, at B36 møguliga kundi arga mótstøðuliðið á útivølli, men so varð ikki. The New Saints sótu frá byrjan á dystinum, og sóu munandi sterkari út týskvøldið, enn teir gjørdu á Tórsvølli fyri einari viku síðani. Teir punkteraðu dystin longu eftir einum hálvum tíma. Tá var støðan 2-0 til The New Saints, og tveir minuttir inn í seinna hálvleik, øktu teir til 3-0. Sum heild hevði heimaliðið fult tamarhald á dystinum, og kom eisini á odda 4-0 stutt áðrenn leiklok. Ikki fyrrenn í yvirtíðini, eydn­að­ ist tað B36 at fáa mál, tá pólski fram­ herjin, Lukasz Cieslewicz skoraði, eftir upp­legg frá Hans Paula Samuelsen. Sigurin var tó fult uppiborin, tí sambært hagtølunum hevði heima­ liðið 75% av spælinum gjøgnum all­an dystin, umframt eina rúgvu av skot­ um á málið hjá B36. Líka stórt sum Liverpool og Manchester City Stóri spælarin hjá heimaliðnum týs­ kvøldið var enski áleyparin, Michael Wilde, sum skeyt heili trý av teimum fýra málunum. Michael Wilde, ið hevur roynt seg í fleiri enskum feløg­ um á lægri støðið, segði eftir dystin við BBC. – Fyrst og fremst vístu vit tað avrikið sum krevst, tá man spælir Champions League, meðan málini er nakað eyka. At skora eitt mál í Champions League er fantastiskt, men at skora hattrick í Champions League er nakað heilt serligt. – Vit hava fyrr roynt í The New Saints at spælt ímóti Liverpool og Manchester City, og persónliga haldi eg, at hesin dysturin er líka stórur sum teir. At skjóta hattrick í Champions League er nakað, sum eg altíð fari at minnast. Fyrstuferð í fimm ár fyri walisiskan fótbólt Hetta er fyrsta ferðin síðani kapp­ ingar­árið 2010 at eitt walisiskt lið megnar at vinna bæði útidystin og heimadystin í eini Champions League undankapping. Samstundis er tað eisini fyrsta ferðin í trý ár fyri føroyskan fótbólt, at eitt føroyskt lið ikki spælir seg víðari í aðru rundu av undankappingini í Champions League. Tað skal tó sigast, at tey undan­ farnu liðini – EB/Streymur og HB, hava verið munandi heldigari við Fótbóltur Michael Wilde og The New Saints vóru týskvøldið ein ov stórur biti fyri føroysku meistarar­ nar úr B36, sum taptu greitt 4-1 í Wales. The New Saints er tí klárt til víðari luttøku av Champions League við einum samlaðum 6-2 sigri á B36 B36 fall Cieslewicz brøðurnir, Adrian (TNS) og Lukasz (B36) Mynd: andrass thomsen/b36