hósdagur 9. juli 2015síða 31
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 10. juli 2015
sosialurin 78
31
lutakastinum, enn hvat B36 var í ár.
The New Saints er á væl hægri støðið
enn liðini, sum EB/Streymur og HB
spældu ímóti. EB/Streymur spældi í
2013 ímóti FC Lusitanos frá Andorra,
meðan HB í 2014 spældi ímóti Lincoln
Red Imps frá Gibraltar.
Tann yngri varð tann størri
Merkisvert við Champions League
uppgerðini millum B36 og The New
Saints var, at tveir brøður spældu
yvirfyri hvørjum øðrum á hvør sínum
liði. Yngri beiggi B36 profilin, Lukasz
Cieslewicz – Adrian Cieslewicz,
spældi á walisiska mótstøðuliðnum,
har hann eisini legði upp til eitt av
málunum týskvøldið.
Bæði Lukasz og Adrian hava
fingið størsta partin av sínum fót
bóltsuppvøkstri í føroyskum fótbólti.
Teir komu til Føroyar við pápa sínum,
Robert Cieslewicz, sum í 1999 flutti til
Føroyar í fótbóltsørindum. Pápin var
eisini millum stóru profilarnir á VB
liðnum, sum í ár 2000 vann Føroya
meistaraheitið.
Cieslewicz beiggjarnir spældu tí
nógv ár í ungdómsdeildunum í Vági.
Báðir fluttu tó av landinum sum 16
ára gamlir fyri at spæla sum yrkis
leikarar uttanlands. Lukasz fyrst til
Brøndby, og Adrian síðani til enska
stórfelagið, Manchester City.
So seint sum í fjør var Adrian
Cieslewicz aftur at síggja nakrar
dystir í føroyskum fótbólti, har
hann kom heim at hjálpa felagnum
hjá beiggjanum, B36. Hann steðgaði
tó stutt, og skifti síðani til The New
Saints, har hann týskvøldið spældi
ímóti júst B36.
Við føroyskum brillum, var tað tí
eitt sindur stuttligt, at tveir leikarar,
sum meira ella minni hava fingið sín
fótbóltsuppvøkstur í Føroyum, týs
kvøldið hittust í heimsins størstu
fótbóltskapping fyri lið, har tað altso
var tann yngri beiggin, sum dró tað
longsta stráðið.
andre@sosialurin.fo
í Wales
André Olsen
Tað kom sum ein bumba seint
mánakvøldið, at fyrrverandi
leikandi hjálparvenjarin hjá HB,
Símun Samuelsen, ikki longur
var partur av felagnum. Líka síð
ani varð dúgliga gitt, hvar Símun
Samuelsen mundi fara at spæla,
tað sum eftir er av kappingarár
inum.
Men mikudagin, gjørdist tað
greitt, tí Símun Samuelsen skiftir
nevniliga aftur til Vágs, har hann
fer umboða barndómsfelagið, FC
Suðuroy.
Símun Samuelsen hevur gjørt
sáttmála við FC Suðuroy fyri tað,
sum eftir er av hesum kappingar
árinum.
Seinast Símun spældi í Vági var
í kappingarárinum 2005. Síðani tá
hevur Símun Samuelsen spælt 5
ár í Íslandi fyri Keflavík, og 5 ár í
Havn við HB.
Afturat Símun, boðar FC
Suðuroy eisini frá, at tríggir aðrir
leikarar koma at styrkja um hópin
í seinnu hálvu. Teir eru Teitur
Tausen, Ingi Poulsen og Reidar
Dahl Joensen, sum allir koma úr
ÍF Føroyum í Keypmannahavn.
Símun aftur í Vági
Fyrrverandi landsliðsleikarin, Símun
Samuelsen, skal í seinnu hálvu tørna út
fyri barndómsfelagið, FC Suðuroy
André Olsen
Tað eru serliga tey bæði feløgini, ið
berjast um tað næstniðasta plássi
í Effo-deildini, AB og FC Suður
oy, sum styrkja seg fyri tíðina.
AB kunngjørdi í seinastu viku,
at felagið hevði fingið tilgongd
av Dion Splidt frá ÍF Føroyum í
Keypmannahavn, og aftur týs
kvøldið kunngjørdi AB ein nýggj
an leikara.
Tað er Tróndur Jensen, sum
hetta seinasta hálva árið hev
ur spælt fyri ÍF Føroyar í Keyp
mannahavn, sum kemur at styrkja
um miðvøllin hjá AB, tað sum eftir
er av hesum kappingarárinum.
Tróndur Jensen hevur annars
bert umboðað barndómsfelagið,
HB, í føroyskum fótbólti áður.
Tróndur Jensen er skrásettur
fyri 4 U-21 landsdystir fyri Føroyar.
andre@sosialurin.fo
Tróndur Jensen til AB
Miðvallarin, ið hevur fingið sín fótbólts
uppvøkstur í HB, skal tað sum eftir er
av kappingarárinum spæla fyri AB
Mynd: FC Suðuroy
Mynd: ab.fo
The New Saints - B36 4-1 (2-0)
1-0 Michael Wilde, 15.
2-0 Michael Wilde, 27.
3-0 Michael Wilde, 47.
4-0 Matthew Williams, 89.
4-1 Lukasz Cieslewicz, 90+.
The New Saints: Harrison – Rawlinson, Seargeant, Marriot, Spender
– Edwards (Williams, 83), Edwards, Finley, Quigley
– Cieslewicz (Mullan, 62), Wilde (Draper, 74)
B36: Tórður Thomsen – Høgni Eysturoy, Andrias Eriksen, Odmar Færø
(Alex Mellemgaard, 37), Benjamin Heinesen – Róaldur Jakobsen (Bjarni Petersen, 85),
Eli F. Nielsen – Gestur Bogason Dam (Pætur Petersen, 76), Hanus Thorleifsson,
Hans Pauli Samuelsen – Lukasz Cieslewicz
Leikvøllurin hjá walisisku meistarunum rúmar gott 1.000 áskoðarum, og var útselt til dystin móti B36
Mynd: andrass thomsen/b36