Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-07-10, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. juli 2015síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 10. juli 2015 sosialurin 78 6 persónssøga – Eg minnist sekundini áðrenn eg rakti jørðina. Tað einasta eg hugsaði var: Ná Suni, hatta var tað. Nú er slut. Soleiðis sigur 32 ára gamli Suni úr Hørg, sum í fjør datt yvir 9 metrar niður á eitt hart betonggólv datt 9,70 metrar niður á betong Barbara Holm E ingin maður skal upp á tekj­una uttan trygdarlínu, og dettur onkur niður, og yvir­livir, so skal eg persón­ liga drassa viðkomandi upp aftur, og tveita hann av aftur«. Tað var tað fyrsta Suni úr Hørg segði, tá ið hann kom til arbeiðis tann 28. mars í 2014. Sum arbeiðsformaður fyri Búsetur var tað hansara uppgáva at tryggja, at allir menninir vóru tryggir og ikki tóku nakran kjans. Á nærmast fløtu tekjuni 9 metrar og 70 yvir jørðini arbeiddu teir hendan morgun­in. 15 minuttir eftir Suni hevði ávarað um at nýta trygdarlínu, datt hann sjálvur av tekjuni. – Tað passar slett ikki sum tey siga í Hollywood filmunum. Tú sær ikki lívið frammanfyri tær, meðan tú dettur. So hasi Hollywood fólkini lúgva, sigur Suni við einum smíli, tá ið hann skal seta orð á hendingina fyri góðum ári síðani. Sterki, smílandi og blíði sumbing­ urin er í dag viðtikin av hendingini. Við einum blindastavi, ongari sjón í høgra eyga, og tunnilsjón í vinstra eyga, hevur hann trupulleikar við at læra alt tað, sum hann dugdi áðrenn. Tað skal alt lærast av nýggjum. Men lyndi og sinni hava tað gott. Skuldi bara líka Teir vóru farnir upp á tekjuna henda morgunin at hefta ein dúk yvir eitt av holunum á tekjuni. Allir vóru farnir í trygdarlínu uttan Suni. – Eg skuldi bara líka festa dúkin áðrenn, sigur hann og ristur uppá høvdið. Hann festi dúkin og rætti síðani amboðið víðari til næsta mann og reisti seg upp. Síðani gjørdi hann tað, sum ein ongantíð skal gera á einum slíkum arbeiðsplássi. Hann gekk beint fram – ávegis eftir trygdarlínuni – meðan hann hugdi til síðuna. – Tað er regla nummar eitt. Ongan­ tíð gakk eitt fet á einari tekju, uttan at tú ert vísur í, at tað er trygt, sigur Suni. Brádliga var ikki longur fast undir fótum, og hann misti balansuna. Tað passar slett ikki sum tey siga í Hollywood film­unum. Tú sær ikki lívið framman­fyri tær, meðan tú dettur« Framhald á næstu síðu Suni úr Hørg Arbeiðsóhapp