fríggjadagur 10. juli 2015síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 10. juli 2015
sosialurin 78
7
■ Suni hevur í dag 77 stk. av titanum í kroppinum. Í vinstra armi
hevur hann 25 stk. Í høgra armi hevur hann 27 stk. Og í høvdinum
hevur hann seks plátur, eina stong frá pannuni niður til nøsina, frá
høgra eyga til munnin eru eisini plátur, og kjálkabeinini eru bæði
uppbygd við titaniumplátum.
■ Hann varð skurðviðgjørdur tvær ferðir í Íslandi beint eftir
óhappið. Einaferð var tað vinstri armur, sum varð lagdur undir
skurð. Síðani var tað høgri armur og høvdið, sum var skurðviðgjørt.
Síðani varð hann lagdur undir skurð fýra ferðir næstu 10 mánaðir
nar. Hetta var fyri at rætta upp uppá ymiskar trupulleikar, sum
stóðust av eitt nú slanguni, hann hevði í hálsinum fyrstu tíðina og
líknandi.
■ Í dag er hann blindur í høgra eyga, og hevur tunnilsjón í vinstra
eyga. Umframt hetta fær hann lætt høvuðpínu, tí titanium plátur
nar í høvdinum trekkja seg saman, tá ið hann gerst kaldur. Eisini
eru hendurnar illa viðtiknar. Hann hevur niðursett rørsluevnir í
báðum handliðum.
– Eg veit tað er trupult at halda fram, eins og einki er hent.
Men eg skal vera timburmaður. Eg vil tað, og um eg eri blindur
ella ikki, so skal eg aftur til arbeiðis, sigur Suni úr Hørg
Mynd: Álvur Haraldsen