fríggjadagur 10. juli 2015síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 10. juli 2015
sosialurin 78
8
9,70 metrar longri niðri var hart
betong gólv. – Eg minnist, eg hugsaði
nakrar ferðir áðrenn, at dettur nakar
av tekjuni, so vaknar hann ikki aftur,
greiður hann frá.
Tað kendist sum 20-30 sekund
fóru, áðrenn hann rakti jørðina. Men
í veruleikanum vóru tað bert eini 2-3
sekund.
– Eg fyltist upp við ótta. Eg var
bangin og ristist um allar kroppin. Alt
spenti seg saman og eg hugsaði »ná
Suni, so er tað slut«, greiður hann frá.
Hann fór við høvdinum fremst
av tekjuni, og hóast hann var greiður
yvir, at hann helst ikki fór at yvirliva
fallið, so náddi hann at rætta armar
nar fram og verja høvdið. Helst var
tað hetta, sum bjargaði honum lívið.
Og júst hatta, hví hann er á lívi eftir
eina slíka hending, er ein spurningur,
sum Suni mangan setur sær sjálvum.
– Eg eigi ikki at vera livandi. Eg
plagi at skemta við, at eg eri hálvur
sumbingur, so tað má vera tí. Hevði
eg verið heilur sumbingur, so hevði
eg sikkurt brotið gólvi, sigur hann og
flennur so hjartaliga.
Vaknaði í Íslandi
15 dagar aftaná hendingina vaknaði
Suni í Íslandi. Eftir skurðviðgerðirnar
varð hann lagdur í koma, og tað tók
honum fimm dagar at vakna aftur.
Áðrenn hann vaknaði fekk familja
hansara at vita, at trýstið í høvdinum
var alt ov høgt, og tí var líkt til, at hann
fór at vera ein sokallað »grøntsag«, tá
ið hann vaknaði aftur.
– Tað fyrsta eg segði
tá eg vaknaði var
við mammu mína:
»Eg eri føddur í
skeivu stovu, her
eru skít fult av
orangutangum
inni her«, greiður
Suni frá.
Hann smílist
eftir minninum, og
sær mammu sína fyri
sær. – Hon hugsaði sikkurt,
at eg var púra svakur, sigur Suni.
Fyrstu mánaðirnar sá Suni alt
hugsandi fyri sær, sum ikki var til
staðar í veruleikanum. Hann tordi
ikki at lýta á seg sjálvan, tí hann visti
ikki hvat var veruligt og ikki.
Somuleiðis var sjónin heilt burtur
fyrstu tíðina. Læknarnir søgdu, at
hann ongantíð fór at síggja aftur.
Men Suni var sjálvur skjótt greiður
um, at sjónin ikki var heilt burturi.
– Eg sá munin millum dagsljós
og myrkur. Og fyrstu ferð tey trúðu
mær, var tá eg sat á einari matstovu
við familjuni, og mamma gjørdi eina
grimassu ímóti mær. Eg spurdi hana
hví hon tvætlaði so, og hon setti seg
at gráta. Tey vóru øll so bangin fyri, at
eg ongantíð skuldi síggja nakað aftur,
greiður Suni frá.
Framgongdin hjá Suna var ógvu
liga góð fyrstu tveir mánaðirnar.
Frá at læknarnir mettu hann fór
at vera ógvusliga heilaskaddur
og blindur restina av lívinum,
prógvaði hann í verki, at so var ikki.
Hallusinatiónirnar steðgaðu og
sjónin kom aftur í høgra eyga – um
enn bert sum tunnilssjón.
– Eg var so glaður um framgongd
ina, at eg var vísur í, at eg skuldi byrja
at spæla fótbólt og arbeiða aftur í
2014. Eg eri kanska eitt sindur naivur,
sigur hann.
Framgongdin steðgaði
Jaliga framgongdin steðgaði áleið
tveir mánaðir eftir óhappið. Eftir
hetta gjørdist sjónin ikki betur, og
hevur hetta staðið í stað nú í gott
eitt ár.
Optimistisku dreymarnir hjá
Suna, um at spæla fótbólt og fara
aftur til arbeiðis brustu, tá ið tað gekk
upp fyri honum, at hann fór at fáa
varandi mein av fallinum.
– Eg havi roynt at renna við einum
bólti á vøllinum. Tað ber slett ikki til,
tí eg kann bara síggja eitt lítið sindur í
senn, og hyggi eg at bóltinum, so veit
eg ikki hvar eg skal renna, greiður
Suni frá.
Fyri stuttum hevur hann verið á
einari stovni í Danmark, sum veitir
hjálp og ráðgeving til blind og sjón
veik. Hetta hevur hjálpt honum
ómetaliga nógv, og nú er hann betri
førur fyri at liva við niðursettari sjón.
– Eg hevði livað í 31 ár áðrenn
óhappið, men nógv av tí, sum eg
hevði lært áðrenn, skal eg nú læra
av nýggjum. Tað er vónleyst at liva á
sama hátt sum áðrenn, tá tú ikki sært
nakað serligt, sigur Suni.
Blindastavurin er vorðin hansara
nýggi besti vinur, tí uttan hendan er
vónleyst at klára seg sjálvan.
Eg skal vera timburmaður
– blindur ella ikki
Hóast Suni neyvan noyðist aftur til
arbeiðis, so hevur hann stútt og støð
ugt, síðani óhappið, stríðst fyri at
sleppa aftur til arbeiðis og at spæla
fótbólt.
– Eg veit tað er trupult at halda
fram, eins og einki er hent. Men eg
skal vera timburmaður. Eg vil tað, og
um eg eri blindur ella ikki, so skal eg
aftur til arbeiðis, sigur Suni ógvuliga
málrættaður.
Hann vil ikki seta seg aftur á, og
lata óhappið mynda hann meira enn
neyðugt er. Og í november í fjør fór
hann aftur til arbeiðis hjá Búsetur,
fyri at vita hvussu tað eydnaðist.
– Eg havi sjáldan verið so spentur
eftir at sleppa til arbeiðis ein mána
morgun, sigur Suni.
Nógvir tankar fyltu hann áðrenn
fyrsta arbeiðsdagin. »Hvat um eg
ikki klári at brúka ein tummastokk«.
»Hvat um eg ikki kann brúka eina
rundsag ella síggja strikurnar
aftur?« Hann setti sær fyri áðrenn,
at megnaði hann ikki at nýta tey
mestu grundleggjandi amboðini til
arbeiðis, so var neyðugt at steðgað
beinan vegin.
– Men tað eydnaðist. Tað tók nógv
longri tíð enn vanligt, og eg hevði ein
brøkpart av styrkini eg hevði áðrenn,
men eg kláraði tað, sigur Suni.
Síðani hevur hann verið burturi í
nakrar mánaðir til uppvenjingar, og
fyri smáum 14 døgum síðani byrjaði
hann í føstum starvi hjá Búsetur, í
einari 3 mánaðar royndartíð.
– Eg eri so ótrúliga takksamur
fyri alt, sum mítt arbeiðspláss hevur
gjørt fyri meg. Eg veit, at teir missa
pening uppá at hava meg í starvi, tí
teir kunnu ikki taka líka nógv fyri
eitt arbeiði, um eg skal gera tað, tí tað
tekur nógv longri tíð. Men teir gera
tað kortini, og hevði eg verið í hatti,
so hevði eg tikin hann av fyri teimum,
sigur Suni.
Hann er púra greitt rørdur av, at
arbeiðspláss hansara framvegis ynsk
ir hann har, hóast hann ikki hevur
somu førleikar sum áður.
– Áðrenn eg byrjaði í november
sendi arbeiðsplássi mínar starvs
felagar á blindastovnin, so teir
kundu royna brillur, sum gav teimum
nøkunlunda somu sjón sum eg. Hetta
var fyri at teir kundu skilja hvussu
tað er, at vera í hesari støðuni. Tað
haldi eg er fantastiskt, sigur Suni.
Á stovninum í Danmark fann Suni
útav, at hann helst er í nakað av einari
serstøðu. Hini blindu ella sjónveiku á
stovninum vístu á, at tey fingu einki
arbeiði, tí eingin vildi geva teimum
ein møguleika.
– Tá eg segði teimum, at arbeiði
bara bíðaði eftir mær her heima, so
skilti eg hvussu serstakt tað er hjá
fólki í mínari støðu, greiður Suni frá.
Tað gongur á einari leið hjá
Suna at arbeiða sum timburmaður.
Hann fær gjørt arbeiði, um enn tað
tekur nakað væl longri enn áðrenn
hendingina. Fótbólturin er tó ikki
komin í rætt lag – enn.
– Eg skal spæla fótbólt aftur. Eg
eri vanur við at venja 5-6 ferðir um
vikuna, og spæla dyst hvørt vikuskifti.
Eg eri ikki til reiðar at tveita tað frá
mær, sigur hann.
Suni hevur tó fingið at vita frá
læknunum, at fer hann at spæla
fótbólt aftur, so er tað ein ávísur
vandi á ferð. Endar hann í einari
støðu, har hann skallar ein bólt ella
fær stoyt í høvdið, so kann hann
doyggja á staðnum.
– Tað siga læknarnir, tí høvdið hjá
mær tolir ikki fleiri stoyt. Men eg
trúgvi eg kann venja høvdið hjá mær
til tað aftur, sigur hann vónríkur.
Jaliga lyndi
eigur lívið í Suna
Stuttliga, lætta og jaliga lyndi hjá
Suna úr Hørg er ivaleyst tað, sum
eigur æruna av tí framgongd, sum
hevur verið. Trúgvin uppá, at alt
ber til, og at tað nokk skal ganga, er
inspirerandi og tankavekjandi.
Tá læknarnir søgdu við Suna,
at hann helst ongantíð aftur fór at
síggja, so spurdi hann hvussu stórur
kjansurin var fyri, at læknarnir mis
tóku seg.
»Ein út av einari millión« varð
svarið.
– Eg fataði tað sum, at tað var ein
møguleiki. Og tað var tað so eisini,
sigur hann.
Í byrjanini skiltu familja og vinir
hansara ikki, at hann kundi skemta
við støðuni. Men tað var hansara máti
at koma ígjøgnum tað.
– Eg má gera gjøldur burturúr tí,
og sláa tað heila upp í skemt. Soleiðis
havi eg altíð verið, og tað er helst tað,
sum fær meg ígjøgnum hetta, sigur
Suni, hóast hann ikki dylir, at tað
hevur verið ein avbjóðing til tíðir.
Eingin ivi er um, at tað ringasta við
óhappinum er, at Suni misti stóran
part av sjónini. Men læknarnir skilja
ikki hvussu Suni yvirlivdi hending
ina. At fara í fríum fallið 9,70 metrar
niður á betong við høvdinum fremst,
tað eigur ikki at bera til at yvirliva.
Men tað gjørdi hann og í dag er
hann aftur til arbeiðis, býr fyri seg
sjálvan í Hoyvík, og lærir seg hvønn
dag hvussu hann kann fáa tað besta
burturúr degnum í dag og framtíðini
– og hvør veit, kanska Suni úr Hørg
aftur verður í verjuni hjá FC Suðuroy
innan skamma stund.
persónssøga
– Tá læknarnir søgdu við Suna, at hann helst
ongantíð aftur fór at síggja, so spurdi hann hvussu
stórur kjansurin var fyri, at læknarnir mistóku seg. »Ein út
av einari millión« varð svarið. – Eg fataði tað sum, at tað var
ein møguleiki. Og tað var tað so eisini, sigur Suni úr Hørg
Visti tú?
Suni úr Hørg hevur í
dag 77 petti av titanium
í kroppinum
Myndir: Álvur Haraldsen