Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-07-22, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. juli 2004síða 13

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 138 - 22. juli 2004 Nr. 138 - 22. juli 2004 25 Starvið sum leiðari fyri Serstovnadeildina, verður hervið lýst leyst til setan 1. oktober 2004. Serstovnadeildin er skipað undir Heimarøktini og Serforsorgini og fevnir um bústovnar, sambýlir, verkstaðs- og virknistilboð v.m. innan serstovnaøkið. Serstovnadeildin hevur sítt virksemi kring alt landið. Leiðarin hevur ábyrgd mótvegis stjóranum. Leiðarin hevur ábyrgdina av dagligu fyrisitingarligu-, fíggjarligu- og fakligu heildarleiðsluni av deildini og skal standa fyri m.a. hesum høvuðsuppgávum: • samskipa og menna virksemið á Serstovnadeildini • røkja ta fyrisitingarligu leiðsluna • hava eftirlit við og virka fyri, at játtaða fíggjarætlanin verður hildin • fyriskipa fíggjarlógararbeiðið fyri virksemið hjá Serstovnadeildini í samstarvi við leiðsluna • reka mennandi starvsfólkapolitikk, herundir fakliga ráðgeving • seta í starv og siga starvsfólkum úr starvi eftir nærri ásettum reglum • virka fyri støðugari fakligari menning • virka fyri góðum samstarvi innanhýsis og við aðrar stovnar og skipanir • menna samstarv við aðrar fakbólkar, myndugleikar og áhugabólkar Harumframt skal leiðarin vera við til at koma við hugskotum, fyrireika og fyriskipa víðari menning og útbygging av virkseminum á økinum. Førleikakrøv: Væntað verður, at umsøkjarin: • hevur viðkomandi útbúgving og starvsroyndir. • hevur hollar leiðslu og fyrisitingarligar starvsroyndir • hevur góð samskiftisevni, herundir góðan málsligan førleika • evnar at yvirskoða fløktar samanhangir og at taka avgerðir • er førur fyri at arbeiða undir skiftandi umstøðum • evnar at seta í verk nýggjar fyriskipanir og verkætlanir og at fylgja hesum upp • dugir væl við fólki • er framsøkin, áhugaður og hugkveikjandi Setanar- og lønarviðurskifti: Løn- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og av- varðandi yrkisfelag. Setanarøkið fevnir um Heimarøktina og Serforsorgina. Tænastustaðurin í løtuni er Serstovnadeildin. Starvið hevur verið tænastumannastarv. Lønin er flokkað á stigi 49 sambært lønartalvuni hjá Føroya Pedagogfelag. Tann, ið settur verður, má kunna tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur. Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til tlf. 304020 og tosa við Mary J. í Garði, stjóra ella Bjarna Clementsen, leiðara fyri Serstovnadeildina. Umsóknir: Skrivlig umsókn við avriti av prógvum, viðmælum v.m. skulu sendast til: Heimarøktina og Serforsorgina Att: Mary J. í Garði, stjóri Eirargarður 2, 2. hædd Postsmoga 3037 110 Tórshavn Umsóknarfreist:Týsdagin 17. august 2004 Heimarøktin og Serforsorgin Meginskrivstovan Leiðari til Serstovnadeildina Stuðulsfólk Almannastovan søkir við hesum eftir stuðulsfólki. Sum stuðul fært tú eitt sjálvstøðugt og fjølbroytt starv. Arbeiðið fevnir m.a. um: • Fylgjarauppgávur • Stimbran • Umlætting Størvini eru hesi: Setunarviðurskiftini eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálastýrið og av- varðandi yrkisfelag í mun til uppgávuna. Nærri fæst at vita við at venda sær til Brekdeildina á tlf.nr. 35 35 10, gerandisdagar millum klokkan 10:00 og 13:.00. Umsóknir saman við upplýsingum um útbúgving, royndir og møguligum við- mælum, skulu verða Almannastovuni, J. Broncksgøta 27, Postboks 3096, 110 Tórshavn, í hendi í seinasta lagi 09.08.04 Í umsóknini skal vera tilskilað uppgávunummar. ALMANNASTOVAN Tórshavn 1) – at stuðla og stimbra einum 11 ára gomlum drongi og fara við honum til ymisk frítíðartiltøk. Arbeiðið hjá stuðlinum verður aftaná skúlatíð hjá dronginum og fer arbeiði m.a. fram í Bridgehúsinum, íð er eitt tilhalds- stað fyri stuðulsfólk og børn. Tímatalið er 25 tímar um vikuna,játtanin er fyribils galdandi til 31.12.04 2) – at stuðla, stimbra og hjálpa einum 5 ára gomlum fjølbrekaðum drongi og fara við honum til viðgerð og onnur tiltøk. Arbeiði er seinnapart og fer m.a. fram í Bridghúsinum, íð er eitt tilhaldsstað fyri stuðulsfólk og børn. Tímatalið er 25 tímar um vikuna,játtanin er fyribils galdandi til 31.12.04 3) – at stuðla, stimbra og hjálpa einum 4 ára gomlum drongi, sum hevur samskiftistrupulleikar. At hjálpa honum í samskiftinum við onnur børn. At stuðulin luttekur og er virkin saman við barninum og samstarvar við hini starvsfólkini á stovninum. Arbeiðið hjá stuðlinum verður í Barnagarðinum á Velbastað. Tímatalið er 23 tímar um vikuna, játtanin er fyribils til 31.12.04 4) – at stuðla, hjálpa og fara við einum 14 ára gomlum drongi til ymisk frítíðartiltøk. Og eisini hjálpa honum við skúlatingum. Arbeiðið er aftaná skúlatíð hjá dronginum. Tímatalið er 10 til 15 tímar um vikuna, játtanin er fyribils til 31.12.04 5) – at stuðla, hjálpa og fara við einum 16 ára gomlum drongi til ymisk frítíðartiltøk. Arbeiðið verður aftaná skúlatíð hjá dronginum. Tímatalið er 15 til 20 tímar um vikuna, játtanin er fyribils til 31.12.04 Eysturoy 6) – vegna ov fáar umsóknir lýsa vit av nýggjum eftir stuðulsfólki. -at stuðla, hjálpa og fara við eini 12 ára gamlari gentu til ymisk frítíðartiltøk. Arbeiðið er aftaná skúlatíð hjá gentuni. Tímatalið er 10 tímar um vikuna og er játtanin fyribils galdandi til 31.12.04 Norðoyggjar 7) – at stuðla, hjálpa og fara við einum 7 ára gomlum drongi til frítíðartiltøk. Arbeiðið er tveir dagar um vikuna í frítíðaransing í Klaksvík og annars aftaná skúlatíð hjá dronginum. Ynskiligt er, at umsøkjarin hevur bil. Tímatalið er 28 tímar um vikuna og er játtanin fyribils galdandi til 31.12.04 Til skrivstovu okkara sóknast vit eftir einum fyrikomandi,ágrýtnum og álítandi fólki at arbeiða 1/2 tíð (fyrrapart). Starvið umfatar í høvuðsheitum vanligt skrivara- arbeiði so sum umsiting av sølu-/keypsavtalum og øðrum avtalum, nakað av bókhaldi og annars fyrifallandi arbeiðsuppgávur frá leiðsluni. Tann, ið settur verður, má kunna arbeiða sjálv- støðugt, og tað er ein treyt, at viðkomandi hevur skrivstovu- ella líknandi útbúgving og hevur arbeiðsroyndir. Lønin verður ásett sambært avtalu. Skrivlig umsókn við prógvum og møguligum viðmælum verður at senda til P/f Poul Michelsen, Postrúm 200, FO-110 Tórshavn, í seinasta lagi 26. juli. Starvið verður sett skjótast gjørligt. Tørvar tær meira kunning um starvið, ber til at ringja til P/f Poul Michelsen á tlf 31 46 50 og tosa við Niels Juel Arge, fíggjarstjóra. Fyrispurningar og umsóknir verða viðgjørd í trúnaði. P/F Poul Michelsen Summarfrí Vegna summarfrí hevur Post- og Fjarskiftiseftirlitið, Tryggingareftirlitið og Kappingarráðið stongt frá fríggjadegnum 23. juli 2004 kl. 12.00 til mánadagin 9. august 2004 kl. 12.00. Summarfrí Vegna summarfrí hevur Post- og Fjarskiftiseftirlitið, Tryggingareftirlitið og Kappingarráðið stongt frá fríggjadegnum 23. juli 2004 kl. 12.00 til mánadagin 9. august 2004 kl. 12.00. Tey, sum ætla at leiga Ítróttarhøllina á Giljanesi veturin 04/05, skulu senda skrivliga umsókn til Hallar- & Skúlanevndina v/ Jógvan S. Hansen · 360 Sandavágur innan 20. august. Teldupostur: jogvan.sjurdur@sandavagur.fo C M Y K 25 24