fríggjadagur 10. juli 2015síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 10. juli 2015
sosialurin 78
11
Myndir: shisa brand
mynd: privat
Í summarútgávuni av Vikuskiftis Sosialinum
kanst tú á hesari síðu lesa hvørji boð
føroyskir sniðgevar hava, tá ið umræður
klæðir til eitt hvørt høvi í summar.
Sniðsíðan
Sissal Kristiansen er heilin handan
vakra merkið SHISA BRAND
Barbara Holm
F
yri trimum árum síðani valdi hon
at gera hennara frítíðarítriv til eitt
fulltíðarstarv, og síðani hevur hon
havt úr at gera við at binda og fram
leiða troyggjur við meira. Hon eigur sjálv
hugskotini til hvørt plaggið sær, og fær hjálp
frá ymiskum bindikvinnum til at framleiða
klæðini. Hennara klæðir kunnu keypast í
Østrøm í Havn og í Storm í Runavík, og til ber
at lesa meira um hennara pløgg á Facebook
síðuni við sama heitið. Eru serstøk ynski ella
spurningar, so ber eisini til at samskifta við
Sissal umvegis Facebook.
Her á síðuni síggjast trý ymisk pløgg frá
SHISA BRAND, og eru troyggjurnar allar
nýggjar, og vera at fáa í handlunum fyrsta
dagin.
– Hendan troyggjan er mest uppløgd til festivalar. Hon er heit, bleyt og frísklig.
Eg haldi bara hon er bara feit til festivalsummarið! Hon er bæði ruflut og sløtt,
og kann brúkast við kovboy og leður buksum, ella hon kann setast saman við
shortsi, eins og á hesari myndini. Uppløgd til festivalsummarið, sigur Sissal.
– Hendan troyggjan hevur ongar ermar og hettu, og er tí eisini rættiliga
vítt fevnandi. Eg havi sæð kvinnur seta hesa troyggjuna saman við slitnum
kovboybuksum, leðurjakka og stivlum, og tá fær man hatta rokaliga lookið.
Eg havi eisini sæð eina kvinnu nýta troyggjuna saman við leggings, og soleiðis
gjørt lookið meira feminint og hóskiligt til arbeiðsdagin og líknandi. Hon
er tó eisini uppløgd til festivalarnar, tí í og við, at hon ikki hevur ermar,
so riggar hon avbera væl saman við einum leðurjakka, sigur Sissal.
– Hendan troyggjan kann nýtast til hvat sum helst. Verður hon sett
saman við einum toppi ella einum kjóla og stilettum, so er hon uppløgd til
summarveitslurnar ella ein túr við vinkonunum í býin. Hon kann eisini
knappast, og nýtast sum ein kjóli, og har kann hon bæði vera bólka sum ein
fínur kjóli við tí rætta tilhoyrinum, ella hon kann nýtast sum ein arbeiðskjóli/
troyggja, alt eftir hvat hon verður sett saman við, sigur Sissal.
Vøkur og rokalig
Summarveitslurnar
Festivaltroyggjan
SHISA
BRAND