Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-07-10, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. juli 2015síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 10. juli 2015 sosialurin 78 12 Útihýsing er ikki eitt kristið virði Theodor E. D. Olsen, prestur, heldur ikki, at almennu útsagnirnar hjá Jenisi av Rana um LGBT-skrúðgonguna, hava støði í kristnu virðunum, sum løgtingslimurin og floksformaðurin annars sigur seg verja Ingolf S. Olsen T að hevur skapt ikki sørt av øsing, at Jenis av Rana, løg­tingslimur og formaður Miðfloksins, mánadagin al­ment helt, at virksemið hjá LGBT eigur at avmarkast, tí tað ger seg inn á samfelagið og kristnu virðini, sum samfelagið byggir á. Við in.fo segði hann millum annað soleiðis: »Sea Shepherd ger seg inn á før­ oyska samfelagið, og tí avmarka vit virkseminum hjá teimum. Tað sama ger LGTB, og tí eiga vit eisini at av­ marka teirra virksemi. Vilja tey ganga skrúð­gongu á ólavsøku, eiga tey ikki at sleppa í miðbýin, men eiga at fáa eitt pláss á Karlamagnusarbreyt at vera á.« Ikki Jesu stílur Men við hesum umboðar Jenis av Rana als ikki sjálvur tey kristnu virðini, hann letst verja. Tað heldur Theodor E. D. Olsen, prest­ur í Suður­ streymoyar norðara presta­gjaldi við sæti í Hoyvík og samfelags­kjakari. – Hatta má vera okkurt spildur­ nýtt, tí tað var ikki akkurát stílurin hjá Jesusi at vísa sínum egnu út um bøgarð­arnar. Tað hoyrir tvørturímóti til tey gomlu, kristnu virðini at vera góður við øll, eisini tey, sum kanska eru eitt sindur øðrvísi enn ein sjálvur. Og so leingi ongin ger seg inn á nakran annan, so mugu vit í minsta lagi geva hvørjum øðrum frið, sigur hann. Menniskjað fyrst Bíblian sjálv er ikki blíð mógvegis skrift­lærdum og farisearum og teirra grammleika at døma eftir skrift­ini. Og Theodor E. D. Olsen vísir til Nýggja Testamenti, har Jesus júst setir seg upp ímóti hesum hugsunar­hátti og setir menniskjað fram um skriftina. Í hesum sambandi minnist hann aftur á Kára á Rógvi, sála, ið var doktari í løgfrøði, og einaferð segði við seg, at tey fýra evangeliini vóru størsti løgfrøðiligi lesnaðurin, hann nakran­tíð hevði lisið.  – Eg spurdi, hví hann segði so, og Kári svaraði, at tað var tí, at Jesus var humanistur, og í evangeliunum verð­ur menniskjað altíð sett fyrst – áðrenn skriftina. Og soleiðis er tað. – Menniskjað er ikki til fyri at fylgja skriftunum, men Bíblian er til fyri menniskjað. Gud skapti til dømis við Jesu egnu orðum ikki menn­ iskjað fyri at tað skuldi halda halgi­ dagin heilagan, men halgidagin fyri at hjálpa menniskjanum, at geva tí hvíld. Men um til dømis ein oksi datt niður í ein brunn, so skuldi hann hjálp­ast, sjálvt um tað var hvílidagur, sigur Theodor E. D. Olsen. Í andsøgn við boðskapin Hoyvíksprestur heldur, at útihýsingin av einum heilum samfelagsbólki, sum Jenis av Rana mælir til, er ódámlig og bein­leiðis í andsøgn við evan­ gel­iska boð­ skapin, og Jesu boð um, at tað ikki er litið okkum menn­iskjum í hendi at døma ímillum, hvat er rætt, og hvat er rangt. Theodor E. D. Olsen endurgevur úr Jóhannesar evangeliinum, tá teir skriftlærdu og fariseararnir við støði í  Móselóg­unum vildu hava Jesus at døma eina kvinnu til steining, ið teir løgdu undir at hava drivið hor. »Tann av tykkum, sum syndaleysur er, kasti fyrstur stein á hana!«, segði Jesus við teir. Og í Matteus-evangeli­inum spyr Jesus »Hví sært tú flísina í eyga bróður tíns, men verður ikki varur við bjálkan í tínum egna eyga?« – Kristnu virðini eru í stóran mun grundað á alt hetta – at vit ikki skulu døma, men vera góð hvør ímóti øðr­ um, sigur Theodor E. D. Olsen. Hvørt Jenis av Rana sjálvur dømir í greinini á in.fo, mugu onnur meta um, men hann staðestir í øll­um før­um, at LGBT ger seg inn á sam­ felagið og tess virði, og hann saman­ ber virk­semið hjá LGBT við tað hjá Sea Shepherd – ein víðgongdur um­ hvørvis­felagsskapur, ið er komin higar við tí kunngjørda máli at leggja seg út í og steðga lógligu grinda­dráp­ unum. Talu- og framsøgufrælsi Theodor E. D. Olsen leggur dent á, at Tað var ikki akkurát stílurin hjá Jesusi at vísa sínum egnu út um bøgarðarnar« Prestur – Tað var ikki akkurát stílurin hjá Jesusi at vísa sínum egnu út um bøgarðarnar, sigur Theodor E. D. Olsen, prest­ur, nú Jenis av Rana hevur mælt til at banna LGBT-skrúð­gong­ uni atgognd til mið­býin í Havn og heldur vísa teim­um út á Karla­magnusar­breyt í Hoyvík Mynd: álvur haraldsen