Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-07-10, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. juli 2015síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 10. juli 2015 sosialurin 78 13 tað at virða rættin hjá øllum at siga sína hugsan og at fylkjast um síni sjónarmið ikki er tað sama sum, at ein altíð tekur undir við øllum teirra sjónarmiðum. Og tað ber til at siga, at eisini talu- og framsøgufrælsið og rætturin at fylkjast, sum eru so hámett rættindi í okk­ara parti av heiminum, eisini byggja á kristin virði. Theodor E. D. Olsen vísir til kendu orðini, sum ofta verða løgd í munnin á gitna franska heimspekinginum og samfelagsrevsaranum Voltaire: »Eg eri ósamdur í tí, tú sigur, men eg vil til mín deyða verja tín rætt at siga tað«. – Gamaní eru hasi orðini vorðin til í 1700-talinum undan fronsku revolu­ sjónini, men tey byggja eisini á kristin virði, skilt á tann hátt, at tey neyvan høvdu verið søgd í einum landi, ið ikki frammanundan gjøgnum øldir hevði ment seg við støði í kristnum virðum, sigur Theodor E. D. Olsen. Patent upp á Gud Jenis av Rana tekur í greinini á in.fo ongi fyrivarni, sum til dømis at siga, at hann bert úttalar seg vegna seg sjálvan. Hann er løgtingslimur og for­ maður í sínum flokki, og tí verða orð hansara eisini uppfatað sum støða floksins. – Tað er sera vandamikið fyri okk­ ara fólkaræði, at ein flokkur tekur patent upp á Gud og tey kristnu virð­ ini. Tey eigur ongin patent upp á, og júst tí er tað so týdningarmikið, at vit geva rúm fyri øllum røddum. – Men her er so talan um ein polit­ iskan flokk, sum vil hava samfelagið at koma við beinleiðis inntrivum ímóti einum felagsskapi, og sigur seg hava tey kristnu virðini sum alibi. Tá haldi eg, at vit kunnu seta mót­spurn­ ingar, sum til dømis, um tað at leggja eftir einum ávísum sam­felags­bólki hoyrir til tað kristna virðis­grundar­ lagið. Tað haldi eg ikki, at tað ger, sigur Theodor E. D. Olsen. Kirkjan er vit øll Hann er prestur í føroysku Fólka­ kirkjuni, sum eisini er okkara lógar­ festa tjóðarkirkja. Men eins væl og samfelagið hevur skyldur mótvegis kirkjuni, hevur hon so ikki eisini skyldur mótvegis sam­ felagnum – eitt nú at koma við ávar­ ingum, um kristin virði verða gingin ov nær? – Kirkjan hevur nakrar skyldur, men hon kann sum sagt ikki hava nakra konkreta meining sjálv, tað kunnu bert einstaklingarnir – prestar, bispar, limir í Fólkakirkjuni – í henni hava. – Talu- og framsøgufrælsið er frið­halgað, eisini tá tað ræður um kirkjufólk og prestar. Men tað er fyri egna rokning, tí tað er munur á at skriva eitt lesarabræv og so at siga okkurt av prædikustólinum. Kirkjan er vit øll, ikki nakar einstakur prestur ella bispur. Tí kann ongin koma við út­søgnum ella taka patent upp á Gud ella kristin virði og siga, at hetta heldur kirkjan, sigur Theodor E. D. Olsen. Rætt at tala at Sjálvur heldur hann, at tað av­gjørt er í lagi hjá bæði leikum og lærd­um at tala at, um ein heldur, at virðis­ grundar­lagið undir einum samfelag verð­ur gingið ov nær. – Tað hava vit eisini upplivað, at prestar hava gjørt av prædiku­ stól­inum, men eisini tá er tað fyri prestsins egnu rokning, sigur Theodor E. D. Olsen. Men viðvíkjandi herferðini ímóti LGBT-skrúðgonguni er tað Jenis av Rana sjálvur, sum ger seg inn á grundleggjandi virði í samfelagnum – rættinum at fylkjast – heldur hann. – Hann vísir teimum samkyndu og øllum hinum í LGBT út úm bøgarð­ arnar. Tað er ikki í Jesu anda, og tað er heldur ikki í sam­svar við grund­ hugsanina undir fólka­ræð­inum. Vit kunnu av røttum spyrja, hvør verður so tann næsti, ið skal útihýsast. Og soleiðis kunnu vit blíva við. Vit kundu eisini spurt Jenis av Rana, hvat hann hevði hildið um at verið vístur út á Karla­magnusarbreyt við sínum hugsanum, sigur Theodor E. D. Olsen. Hoyvíksprestur vísir til kenda týska prestin Martin Niemöller, sum vegna sína mótstøðu móti nasismuni undir Seinna Heimsbardaga endaði í týsku konsentrasjónsleguni í Sachsen­hausen, og sum í hesi kendu yrking lýsti, hvat hendir, um ongin talar at kúgandi valdshavarum: »Fyrst komu teir eftir kommist­ unum, men eg mótmælti ikki, eg var jú ikki kommunistur. Tá teir komu eftir fakfelags­for­ monnunum, mótmælti eg ikki, eg var jú ikki fakfelagsmaður. Tá teir stongdu sosialistarnar inni, mótmælti eg ikki, tí eg var jú ikki sosialistur. Tá teir stongdu jødarnar inni, mót­ mælti eg ikki, tí eg var jú ikki jødi. Tá teir komu eftir mær, var ongin eftir at mótmæla.« Við í LGBT-skrúðgongu Tó at Theodor E. D. Olsen tekur trúar­ játtanina og sítt prestalyfti í stórum álvara, so hevur hann ongar trupul­ leikar av, at LGBT gongur skrúðgongu beint undan ólavsøku at varpa ljós á síni seráhugamál. – Sjálvandi skulu tey sleppa tað, tí vit kunnu ikki banna fólki at savnast, ið ikki hava í hyggju at gera nakað ólóg­ligt. Eg gangi sjálvur í sjálvari ólav­søkuskrúðgonguni saman við einari rúgvu av fólki, sum eg ikki altíð eri samdur við, og tað er ongin trupul­ leiki, sigur hann. Um hann sjálvur verður við í LGBT-skrúðgonguni hesaferð, veit hann ikki enn. – Eg havi ongantíð verið við enn, tí eg altíð havi verið upptikin av kirkju­ ligum gerningum, til dømis brúd­leyp­ um, meðan skrúðgongan hevur verið, sigur Theodor E. D. Olsen, prestur. post@sosialurin.fo »Tað er sera vandamikið fyri okkara fólka­ræði, at ein flokkur tekur patent upp á Gud og tey kristnu virð­ini. Tey eigur ongin patent upp á« Tað var í grein á in.fo mánadagin, at Jenis av Rana, løgtingslimur og formaður Miðfloksins, legði LGBT undir at gera seg inn á virðini undir føroyska samfelagnum og samanbar virksemið hjá felagsskapinum við tað hjá Sea Shepherd.