fríggjadagur 10. juli 2015síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 10. juli 2015
sosialurin 78
14
Tiðarlinja
Kaj Leo Holm Johannesen, 50 ár, løgmaður og
formaður í Sambandsflokkinum
26.september 2008: Valdur til løgmann fyrru ferð
November 2011:
Afturvaldur til løgmann
Nýggjárið 2012:
Vildi stovna eitt ríkjasamband millum
Danmark, Føroyar og Grønland
September 2013:
Loysir Kára P. Højgaard
úr landsstýrissessinum
September 2013:
Niðurleggur innlendismálaráðið
Oktober 2013:
Misálit á løgmann (fall)
Mei 2014:
Misálit á Jørgen Niclasen (fall)
September 2014:
Vitjaði í Moskva, meðan ES royndi
at boykotta Russland
November 2014:
Misálit á Jóhan Dahl (fall)
Januar 2015:
Helt at Føroyar eiga at taka ímóti
60 flóttafamiljum
Juni 2015:
Sambandsflokkurin misti
fólkatingssessin
Juni 2015:
Fragreiðingin frá Hans
Gammeltoft-Hansen.
Juli 2015:
Oyggjaleikir og Rynkeby-súkkling
Ágangurin á løgmann
Ófriðarligt valskeið
Hóast sitandi samgonga hevur 20 tinglimir
aftanfyri seg, so hevur ágangurin verið stórur á
løgmann og hansara fólk í hesum valskeiðnum
Árni Gregersen
Løgmaður hevur fleiri ferðir sagt, at
hann hesi seinastu tvey árini hevur
verið fyri ómetaliga stórum ágangi.
So stórum, at tað hevur gingið
útyvir hann, børnini og familjuna
annars.
Viðhvørt kann tað, løgmaður
sigur, virka eitt sindur erkvisið, men
veruleikin er, at hetta valskeiðið
hevur løgmaður fingið munandi
fleiri atfinningar, enn hann fekk í
sínum fyrra valskeiði.
Fyri at taka tær álvarsligu
atfinningarnar fyrst, so hevur
løgmaður í hesum valskeiði fingið
eitt misálit frá andstøðuni.
Misálitið var lagt fram í oktober
2013 í samband við ætlanirnar
at lata eitt privat felag byggja og
reka undirsjóvartunnilin millum
Skálafjørðin og Streymoy.
11 tingfólk atkvøddu fyri upp
skotinum.
Í mei 2014 var aftur eitt misálit
reist. Hesaferð móti lands
stýrismanninum við fíggjarmálum,
Jørgen Niclasen. Tað snúði tað seg
um tollmálið.
Í tí føri noyddist løgmaður út
at siga, at hann hevði fult álit á
landsstýrismanninum. Uppskotið
um misálit fall eisini, men heili 16
tingfólk atkvøddu fyri tí.
17 ímóti.
Og tá ið kom var út á heystið
2014 var aftur eitt misálitisuppskot
lagt fram. Hesaferð móti lands
stýrismanninum við vinnumálum,
Johan Dahl. Málið snúði seg um
fíggjarviürskiftini hjá Strand
ferðsluni.
14 tingfólk atkvøddu fyri upp
skotinum.
Koyrdi landsstýrismann
Løgmaður hevur eftirlit við
landsstýrisfólkum og hann hevur
eisini ábyrgdina av, at landsstýrið
er arbeiðsført. Tað vil siga, at er ov
nógvur politiskur ófriður kring eitt
landsstýrisfólk, so skal løgmaður
rudda upp.
Tað gjørdi hann eisini í 2013,
tá ið hann valdi at senda Kára
P. Højgaard, landsstýrismann,
til hús. Aftur hesaferð var tað
undirsjóvartunnilin, sum var
orsøkin til ófriðin.
Í sama viðfangi umlegði løg
maður landsstýrið og niðurlegði
innlendismálaráðið.
Ein rímuliga ógvuslig broyting,
sum nógv tá funnust at – serliga tí
avgerðin ikki tyktist væl fyrireikað.
Størstu politisku ákoyringarnar
hevur løgmaður tó helst fingið frá
sínum egnu, nú Sambands
flokkurinin tapti fólkatingsvalið og
misti fólkatingssessin.
Atfinningarnar hava verið bæði
móti, at flokkurin bert stillaði
løgmann upp í Havn, men eisini
tí at løgmaður var og súkklaði á
Mallorca undir einum parti av
valstríðnum.
Sambandsfólk hava funnist
at, at framferð helst hevur virkað
arrogant móti veljarunum hjá
flokkinum.
Altjóða atfinningar
Atfinningarnar vóru eisini hvassar,
tá ið løgmaður var á vitjan í Moskva
í september 2014.
Endamálið við ferðini var at
tryggja føroyingum framhaldandi
møguleika at útflyta fiskavørur
til Russlands, hóast ES og harvið
eisini Danmark høvdu sett hørð
tiltøk í verk móti Russlandi.
Orsøkin var ágangurin hjá
Russlandi móti Ukraina.
Táverandi danski uttanríkis
ráðharrin, martin Lidegaard, segði
millum annað:
– Vit hava øll ábyrgdina av,
at onnur ikki fáa sær frammíhjá
vinning, av tí sum onnur missa av
tiltøkunum.
Hann legði tó afturat, at hann
vónaði at Føroyar hóast alt fóru
at finna eina skilagóða javnvág í
málinum.
Í Føroyum vóru eisini at
finningar, men tær tagnaðu
rættuliga skjótt, tí føroyski
útflutningurin til Ruslands hevur
givið føroyska samfelagnum
ómetaliga nógv síðani.
Frammaundan vóru Føroyar
farnar í stríð við ES.
ES valdi at banna føroyskum
fiskavørum, tí føroyingar ikki vildu
makka rætt í samráðingunum um
uppsjóvarfisk.
Í einum málið, sum spenti
bandið millum Føroyar og
Danmark nógv, var løgmaður eisini
fyri atfinningum millum donsk
embætisfólk.
Hetta var, tá ið Føroyar løgdu
sak móti ES. Eitt mál, sum gjørdi
at bannið móti fiskavørum varð
tikið burtur – og so var sakin slept.
Ríkjasamveldi
Í 2012 spældi løgmaður út í
ólavsøkurøðu síni, at hann sá
fyri sær, at Danmark , Grønland
og Føroyar gerast eitt samveldi,
sum er sett saman av trimum
sjálvstøðugum tjóðum.
Hetta fall nógvum sambands
fólki fyri bróstið og síðani tá
hevur lítið verið at hoyra um hetta
hugskot.
Eitt tað seiansta útspæl frá
løgmanni var, tá ið hann fyrr í
ár helt, at einar 60 flóttafamiljur
kunnu koma til Føroyar. So kunnu
vit taka okkum av teimum.
Hetta var eitt uppskot, sum
als ikki fekk undirtøku millum
samgongufelagarnar hjá løgmanni.
Fólkaflokkurin var beinanvegin
frami og helt, at vit skulu hjálpa
flóttafólki í nærumhvørvinum –
ikki við at flyta tey til Føroyar.
Síðani hevur onki veirð at hoyra
til hetta uppskot.
Í løtuni súkklar Kaj Leo Holm
Johannesen til Paris saman við
Rynkeby-liðnum.
Eisini tað hevur ført til at
finningar, tí í Føroyum er politiska
støðan ikki heilt stabil, eftir at
Gammeltoft-Hansen kom við sínari
frágreiðing.
Løgmaður sjálvur fær eina átalu
frá tinginum, men hann hevur valt
at halda seg burtur meðan hetta
verður viðgjørt – heldur enn at vera
aktivur í politiska, heita lívinum í
summar.
Á ólavsøku skal Kaj Leo
Holm Johannesen halda sína
seinastu ólavsøkurøðu í hesum
valskeiðnum.