fríggjadagur 10. juli 2015síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 10. juli 2015
sosialurin 78
15
Tríggjar ferðir hevur andstøðan sett fram uppskot um misálit á løgmann, landsstýrismannin við samferðslumálum
og landsstýrismannin við fíggjarmálum í hesum valskeiðnum. Løgmaður hevur eisini verið í andglettinum í
fleiri førum orsakað av politiskum útmeldingum um eitt nú flóttafólk og ríkjafelagsskap. Her fara vit at hyggja
at, hvørji misálit hava verið og annars hvør ágangurin hevur veirð á løgmann í hesum valskeiðnum.
Mæltu løgmanni
til at loysa lands
stýrismannin
úr starvi
Misálitisuppskotið á Jørgen
Niclasen, landsstýrismann
við fíggjarmálum, mælti til, at
løgmaður loysti hann úr starvi
Løgmaður bleiv eisini partur av
einum misálitisuppskoti, sum
andstøðan í Løgtinginum reisti
móti landsstýrismanninum við
fíggjarmálum.
Talan var um Jørgen Niclasen,
Fólkaflokkurin.
Andstøðan tók gamla toll
málið, sum var frammi í mai í
fjør og brúkti tað til at krevja, at
landsstýrismaðurin legði fra sær
ella var loystur úr starvi.
“Tað kann ikki góðtakast, at
ein landsstýrismaður, sum er
settur til og hevur rættarliga
ábyrgd av at halda landsins lógir
fyri allar borgarar í landinum,
verjur óreglusemi við teimum
lógum, hann hevur ábyrgdina
av at umsita.
Tað kann ikki verjast, at ein
landsstýrismaður sigur ósatt.
Og tað kann ikki góðtakast, at
landsstýrismaðurin í tollmálum
í eftirfylgjandi tíðindaskrivi
verjur, at tollreglurnar verða ikki
hildnar.”
Andstøðan segði eisini í við
merkingunum, at álitið á pol
itisku skipanina og rættar
fatanina verður máað burtur,
verða ongar avleiðingar tiknar av
málinum.
Uppskotið um misálit fór til
atkvøðugreiðslu. 16 atkvøddu
fyri misálitinum, meðan 17
atkvøddu ímóti.
Samgongan stóð ikki saman.
Helgi Abrahamsen og Rei
mund Langgaard úr Sambands
flokkinum atkvøddu fyri mis
álitinum eins og Jenis av Rana úr
Miðflokkinum.
Hóast atkvøðugreiðslan var
tøtt, so tapti andstøðan enn
einaferð við misálitisuppskoti
num.
arni@sosialurin.fo
Óskil í játtan og roknskapi fekk andstøðuna at reisa
misálitisuppskot á Jóhan Dahl, landsstýrismann,
við vinnumálum í november í fjør
Tað vóru løgtingsgrannskoðararnir
sum í serligari frágreiðing stað
festu, at hóast leiðaslan á Strand
ferðsluni fleiri ferðir gjøgnum 2013
boðaðu frá, at stovninum manglaði
4,8 milljónir krónur, so bað lands
stýrismaðurin ikki um eykajáttan.
Í viðmerkingunum til uppskotið
um misálit vísiti andstøðan til, hvat
landsstýrismálanevndin hevur
sagt um málið:
“Stýrisskipanarlógin ásetir
at eingin útreiðsla má verða
goldin, uttan at heimild er fyri
henni í teirri fíggjarlóg, ella aðrari
játtanarlóg, ið er í gildi, tá ið ávíst
verður. Sostatt kann staðfestast
ein meirnýtsla upp á knappar 4,4
mió. kr. Tað er tískil greitt, at SSL
ikki hevur hildið seg innan givnu
játtanina fyri 2013, og er hetta brot
á Stýrisskipanarlógina.”
Andstøðan ger vart við, at tá ið
slíkt hendir, so er tað lands
stýrismaðurin sum skal ábyrgdast,
serliga tá ið stovnurin fleiri ferðir
hevur boðað frá, at hann ikki fer at
megna at halda fíggjarætlanina.
Landsstýrismálanevndin var
samd um hesa niðurstøðu:
- At stýrisskipanarlógin er
brotin, sum landsstýrismaðurin
hevur ábyrgd av.
- At lóg um landsins játtanar
skipan er brotin, sum landsstýris
maðurin hevur ábyrgd av.
- At landsstýrismaðurin visti um
ella átti at vitað um hesa støðu, men
bað ikki Løgtingið um eykajáttan
ella setti tiltøk í verk.
- At landsstýrismaðurin gav ikki
Løgtinginum neyðugu upplýsingar
nar um, at stovnurin fór at hava
hall.
Andstøðan fanst at, at lands
stýrismaðurin legði alla ábyrgdina
á stovnsleiðsluna.
Samstundis var funnist at, at
hvørki landsstýrismaðurin ella
løgmaður tóku avleiðingar av tí,
sum landsstýrismálanevndin førdi
fram.
Løgtingið kann ikki góðtaka, at
løgmaður alment vælsignar brot,
sum landsstýrismaðurin klárt
hevur framt, helt andstøðan.
Heldur ikki hetta uppskot vann
frama.
14 atkvøddu fyri misálitinum,
17 ímóti og tvær atkvøður vóru
blankar.
Tær báðar blonku vóru Rod
mund Nielsen og Brandur Sandoy,
báðir úr Fólkaflokkinum. Vert er
eisini at leggja til merkis, at for
maðurin í tingbólki Fólkafloksins,
Jákup Mikkelsen, atkvøddi fyri
misálitisuppskotinum.
arni@sosialurin.fo
Tunnilsmálið
rakt løgmann hart
Løgmaður hevur í hesum valskeiði fingið eitt misálitisuppskot móti sær.
51-ára gamli Kaj Leo Holm Johan
nesen hevur sitið sum Føroya
løgmaður síðani 2008.
Hann er sambandsmaður og
formaður í Sambandsflokkinum.
Síðani 2008 hevur hann verið
løgmaður og partur av samgongum,
sum hava sitið við valdinum.
Seinastu fýra árini hevur hann
verið leiðari av samgonguni, sum
hevur Fólkaflokkin, Miðflokkin og
Sambandsflokkin aftanfyri seg.
Hóast samgongan nú telir 20 av
33 tinglimum, so hevur tað verið
buldrasligt í hesum tíðarskeiði.
Harðast stóð á, tá ið Javnaðar
flokkurin, Tjóðveldi og Framsókn
løgdu eitt uppskot fram um misálit
á løgmann.
Hetta var í oktober 2013. Orsøkin
var sama mál, sum aftur nú er
aktuelt orsaka av kanningini, sum
Løgtingið bað Hans Gammeltoft-
Hansen gera: nevniliga málið um
tunnil millum Skálafjørðin og
Havnina.
“Framferð, embætisførsla og
fyrisiting hjá løgmanni í hesum
máli hava verið til sera stóran
skaða fyri fólksins álit á politisku
skipanina.”
Soleiðis skrivar andstøðan í við
merkingunum til misálitisupp
skotið.
Í viðmerkingunum verður sagt,
at løgmaður ikki hevur framt sína
eftirlitsskyldu við landsstýris
manninum, Kára P. Højgaard, Sjálv
stýrisflokkurin. Nógv onnur
viðurskiftir verða nevnd í sambandi
við handfaringina av málinum um
tunnilin.
Alt málið kom fram, tí at lands
stýrismaðurin við innlendismálum
var í ferð við at gera eina avtalu við
eitt privat felag um at byggja og
reka tunnilin.
Andstøðan forpurraði hesum
á sumri 2013 og tað endaði so við
misálitisuppskoti á løgmann í
oktober 2013.
Tað er soleiðis í tingskipanini,
at verður uppskot um misálit lagt
fram, so verður dagsskráin ruddað
og málið viðgjørt og avgreitt.
Misálitisuppskotið á løgmann
fekk við atkvøðugreiðsluni 11 at
kvøður fyri – 19 ímóti og trýggjar
atkvøður vóru blankar.
Tær tríggjar blonku vóru frá Kára
P. Højgaard, Sjálvstýrisflokkurin,
Gerhard Lognberg, Sambands
flokkurin og Kristin Michelsen,
Javnaðarflokkurin.
Strandferðslan orsøk
til uppskot um misálit