Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-07-10, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. juli 2015síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 10. juli 2015 sosialurin 78 23 Maria greiðir frá, at tað er hugs­ andi, at innihaldið av skaðiligum evn­um, sum føroyingar verða útsettir fyri við at eta grind og spik, sum er so dálkað, ger at sjúkan kemur oft­ari til sjóndar her enn í okkara granna­ lond­um. Spurningurin er so, hví hon kemur til sjóndar hjá summum fólk­ um og ikki øðrum. – Her kann hugsast, at tá okkara ílegur eru ymiskar, eru summi serliga viðkvom fyri slíkum ávirkanum, orsakað av okkara ílegusamanseting. Sjúk av ílegum ella av tilvild? Parkinson-sjúka er ikki kend fyri at vera ein arvalig sjúka, og metingar siga, at í mesta lagi tíggju prosent av Parkinson-tilburðum koma fyri orsak­að av arvaligum eginleikum. Okk­ara ílegur greiða sjáldan allan spurn­ingin. Tað eru tó fleiri kendar ílegur, sum økja um vandan fyri at fáa Parkinson-sjúku, men hvør sær veita hesar ílegur bert eitt lítið íkast til vandan fyri at fáa sjúkuna. Tí er helst rættari at siga, at hesar ílegur gera fólk viðbreknari fyri sjúk­uni. Tað hava kanningarnar hjá Mariu eisini víst. Blóðroyndirnar frá lut­ tak­arunum í verkætlanini fyri kendu Parkinson-ílegurnar vístu, at tað bert var ein sjúklingur, sum var berari av kendari mutatión. Kortini er tað júst innan genetikk, at hon hevur valt at halda fram við síni gransking. – Størsti trupulleikin við at granska í eini so sjáldsamari sjúku sum Parkinson-sjúkan er, at talið av lut­tak­arum er natúrliga lítið í einum lítlum landi sum Føroyar. Tí kann tað verða ómetaliga torført hagfrøðiliga at stað­festa, um eitt ávíst samband er millum ílegur og umstøður, uttan so at sambandið er sera sjónligt, greiðir hon frá. Men her hevur Maria verið heppin. Gjøgnum sítt granskingararbeiði er hon nevniliga komin í samband við ein altjóða viðurkendan granskara í Parkinson-sjúku. Professarin Matthew Farrer, frá University of British Columbia í Kanada, granskar í arvaligum ílegum í samband við Parkinson-sjúku, og saman hava tey søkt Granskingargrunnin um stuðul til eina familjukanning. Umsóknin varð játtað, og tey fingu eina góða millión krónur til verkætlanina. Tann kanningin er júst liðug, og í løtuni verður bíðað eftir úrslitinum av kann­ing­unum. – Við at gera eina familjukanning royna vit at fáa eina betri fatan av, hví Parkinson-sjúka tykist at koma ofta fyri í summum familjum, og næstan bara sæst sum einstakur til­ burður í øðrum familjum. Tankin við at saman­bera tilburðir í eini fam­ilju, er at finna frávik, sum ikki tykjast til­ vildar­lig, tá vit eru í familju og tískil hava so nógvar líkar ílegusaman­set­ ingar. Hendan familjukanningin byggir sostatt á fyrru verkætlanirnar hjá Mariu um Parkinson í Føroyum. Um­framt eitt samstarv við kanad­ iska pro­fessaran, fekk Maria eisini eitt sam­starv í lag við ein norskan neuro­log, Jan Aasly, sum virkar sum klin­iskur ráðgevi og sum harumframt gev­ur atgongd til umfatandi kann­ing­ ar av Parkinson-sjúku í Noregi. – Og tað kemur serstakliga væl við hjá okkum, tí flestu føroyingar stava jú úr Noregi. Soleiðis hava vit ein gyltan møguleika til at samanbera úrs­lit frá okkara kanningum á einum øki, har tað framvegis er langt á mál. Gransking og meir gransking Parkinson er ein sjúka, ið verður stað­ fest á leið tíggju ferðir árliga í Føroy­ um, og serliga rakar sjúkan eldri fólk. Kortini tykjast fleiri faktorar at vera við til at útloysa hana bæði fyrr og seinni. Parkinson er harafturat ein sjúka, ið ein kann siga øgiliga lítið kon­kret um, og tí er ringt at siga, hvussu ein skal liva, fyri ikki at rakast av henni. Tú kanst fáa hana orsakað av eini tilvildarligari ílegu- saman­seting, og tú kanst fáa hana, tí mamma tín hevur hana. Og um so er, hvussu verður hon útloyst? Kann tað vera av stress ella sorg? Og kanska er tín heili programmeraður við hesum óhepnu ílegunum longu í móðurlívi? Alt hetta fer granskingin hjá Mariu og hennara sam­starvs­feløgum vónandi at geva okkum eitt svar uppá. Um tú fært staðfest sjúkuna, kann hon linn­ast við eftirgjørdum dopamini, men hon kann ikki lekjast. Maria greiðir frá, at ofta koma fólk til lækna, tí tey t.d. hava havt pínu onkunstaðni, eru vorðin heldur stív ella eru farin at rista, og sum oftast er tað í tí einu síð­uni. So kannar læknin tey við at lurta eftir teirra søgu og við at gera ymiskar kanningar. Tað kunnu vera ein­faldar kanningar, so sum at biðja tey ganga eftir eini beinari linju fyri at síggja, um tey brúka báðar síður av kroppinum. – Parkinson er ikki ein sjúka, tú doyrt av. Tú kanst væl liva við Parkin­ son, men sjúkugongdin er ymisk frá persón til persón. Hjá summum tekur sjúkan seg skjótt framm og hjá øðrum seint. Tað hevði tí verið ein stór hjálp hjá læknunum at kunnað sagt sjúk­ lingunum, um teirra tilburður er ein av teimum, ið tekur seg skjótt ella seint framm, so ein kann gera sær tær fyri­reikingar, ið eru neyðugar. Tí fara vit í holt við at kanna sjálva sjúku­gongdina í næstum. Tí hóast Maria hevur verið partur av hesi umfatandi granskingini av Parkinson í Føroyum hesi seinastu tíggju árini, er nógv arbeiði eftir at gera. Og tí arbeiðnum ætlar Maria sær at vera ein partur av. Hon hevur tí júst fingið játtað part av neyð­ ugu fíggingini til at fara í holt við eina framhaldandi verkætlan um Parkinson í Føroyum, har nýggir sjúk­lingar verða bodnir við og lut­ tak­andi sjúklingar verða kannaðir av nýggjum fyri at vita, hvussu sjúkan hevur ment seg, síðan teir vórðu kannaðir seinast. Á sama hátt sum í undar­farnum verkætlanum verða blóð­royndir tiknar, klinisk kanning framd og viðurskifti sum lívsstílur, kostur, heilsa og umhvørvi verða eisini kannað. – Jú meira vit vita um sjúkuna og orsøkir til hana, jú størri er møgu­ leikin fyri, at betri heilivágur kann mennast, so sjúkan kann lekjast ella vit heilt sleppa undan henni. FAKTA:  Granskari: Maria Skaalum Petersen  Heiti: cand.pharm., Ph.d.  Starv: Granskari á Deildini fyri Arbeiðs-og Almannaheilsu  Stuðul: Í fleiri umførum m.a. frá Granskingarráðnum, føroyska og danska Parkinson felagnum Hvørjum granskar tú í? Í summar fara vit at seta fokus á gransking í Vikuskiftissosialinum. Komandi seks vikurnar fært tú soleiðis innlit í, hvat klóku heilarnir í landinum sita og arbeiða við. Evnini spenna víða, heilt frá gøtunøvnum til barnsburðartunglyndi, men felags fyri allar seks granskarar er, at teir hava fingið føroyskar granskingarpengar frá Granskingarráðnum. Góðan lesihug! Við at gera eina familjukanning royna vit at fáa eina betri fatan av, hví Parkinson-sjúka tykist at koma oftari fyri í summum familjum – Størsti trupulleikin við at granska í eini so sjáldsamari sjúku sum Parkinson-sjúkan er, at talið av luttakarum er natúrliga lítið í einum lítlum landi sum Føroyar. Tí kann tað verða ómetaliga torført hagfrøðiliga at staðfesta, um eitt ávíst samband er millum ílegur og umstøður, uttan so at sambandið er sera sjónligt, sigur Maria Skaalum Petersen Myndir: Finnur Justinussen / fotostudio Parkinsonsgranskingin er farin fram síðani 2005 sum samstarv millum Deildina fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu og m.a. Syddansk Universitet, University of British Columbia í Kanada, Norwegian University of Science and Technology og Ílegusavnið. Verkætlanarleiðari hevur øll árini verið Maria Skaalum Petersen og Pál Weihe, yvirlækni, hevur verið kliniski ábyrgdarhavin. Aðrir luttakarar eru/hava verið Sára Bech, lækni, Poul Joensen, neurologur og Jónrit Halling, granskari.