mánadagur 13. juli 2015síða 2
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 13. juli 2015 · Nr. 79
Mánadagsblaðið
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tíðindaleiðari
Eirikur Lindenskov
Redaktiónin
red@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tekniska deild
t@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Í ár verður tað Hansina
Iversen, listakvinna, sum fer
at halda røðu. Eisini verður
felagssangur og føroyskur
dansur, umframt at ein biti
verður at fáa.
Tað var 28. juli 1912, at
Háskúlafelagið var stovnað
við
umleið
100
limum.
Felagið hevur havt stóra
undirtøku kring alt landið,
og limatalið hevur verið væl
yvir 1000, tá ið undirtøkan
var størst.
Líka
síðani
stovnandi
aðalfundin á ólavsøku 1912
hevur Føroya Fólkaháskúla
felag skipað fyri fólkafundi á
háskúlanum ólavsøkuaftan.
Fólkafundurin er almenn
ur, og háskúlafelagið vónar
at síggja nógv fólk. Til ber
eisini hjá nýggjum limum at
tekna seg umframt at stuðla
innsamlingini til frama fyri
umvælingar á Háskúlanum.
Eftir at hava sitið við samráðingar
borðið í 17 tímar varð um 8 tíðina
í morgun boðað frá, at nú er
loksins semja um undir hvørjum
treytum, Grikkaland skal hjálpast,
so landið ikki fer á húsagang. Tað
snýr seg um stórar bygnaðarligar
broytingar.
Øll, sum ferðast nógv í Grikka
landi, og allur heimurin hava
eygleitt leikin millum Athen og
Brússel.
Eingin vón hevur verið fyri
at rinda almennu skuldina aftur.
Lánsveitarar hava endurfíggjað
fleiri enn 1800 milliardir krónur.
Nú er endaliga freistin fyri at
rinda lán aftur farin, og so var tað
eftir langt og tógvið stríð, at tað í
morgun eydnaðist at finna eina
semju. Politiska handfaringin upp
undir avtaluna er merkisverd, eftir
at ES, IMF og aðrir lánsveitarar
í fimtan ár hava latið staðið til.
Populistiski Alexis Tsipras setti
fyrst í mánaðinum undir fólkaat
kvøðu, um Grikkaland skal ganga
undir ES krøvini at veita nýggj lán.
Sjálvur mælti hann landsmonn
unum sínum at atkvøða ímóti, og
stórur meiriluti atkvøddu ímóti, at
pensiónsaldurin og MVGið skulu
hækka.
Nakrar dagar seinni spældi
forsætismálaráðharrin út við, at
Grikkaland gongur við til, at pen
siónsaldurin hækkar upp í 67 ár,
og at MVGið hækkar! Eygleiðarar
halda, at snildi Tsipras nýtti fólka
atkvøðuna at lodda dýpið at vita,
hvussu stóra undirtøku hann
hevur. Fólkaatkvøðan vísti, at
grikkar líta á hann, og nú nýtti
hann mandatið at gera avtalu, ið
gongur ímóti tí, sum grikkar góvu
honum heimild at gera.
Rannsakandi
spurningurin
er, hvussu tað kundi bera til, at
Grikkaland fór so langt út at
svimja. Onnur av meginorsøkunum
verður søgd at vera, at tað vóru
sett alt ov nógv í almenn størv,
síðani evran avloysti drakmuna,
og kreditvirðið hjá Grikkalandi
varð tengt at stóru europeisku
búskapunum. Hin orsøkin er svarta
arbeiðið, og at skattainnkrevjingin
er jánkaslig. Báðir teir stóru
flokkarnir – konservativi flokkurin
og javnaðarflokkurin – hava lívgað
sær og sínum við at seta fólk í
starv, og nú megnaðu teir ikki at
fáa fólkið við sær, tá ið tað skuldi
takast upp eftir ballið.
Nú er tað hann, ið fer at taka
upp, sum varð valdur fyri at mót
mæla tí, sum ætlanir vóru um.
Hann nýtir heilivágin, sum fólkið
segði honum, at tað ikki vildi hava.
Í fyrstu atløgu er avbjóðingin
taklað, og nú ber ivaleyst aftur til
ekkaleysur at nýta visakortið í
Athen.
Grikkaland skal hjálpast,
so landið ikki fer á húsagang
Tann øvugta verð í Grikkalandi
Ólavsøkufundir í 103 ár
5,65 milliónir
fleiri á Skála
fjørðinum
BLF við
agurkutíðar
kampanju
móti Fróð
skapar
setrinum
Bárður Larsen
útbúgvingarleiðari
á Fróðskaparsetrinum
kjak á síðu 9
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Aftur í ár verður fólkafundur á Háskúlanun eftir
kappróðurin á ólavsøku. Fundurin er klokkan 17.30
Tær tríggjar kommunurnar við
Skálafjørðin fingu tilsaman
5,65 milliónir meiri inn í skatti
fyrra hálvár í ár, enn tær
fingu sama tíðarskeið í fjør
Í krónum var vøksturin
størstur
í
Runavíkar
kommunu. Har var meir
inntøkan 3.987.592 krónur,
sum svarar til 6,98 prosent.
Samlaða
skattainntøkan
hjá Runavíkar kommunu
fyrra
hálvár
í
ár
var
61.081.105 krónur.
Lutfalsliga var vøkst
urin
størstur
í
Sjóvar
kommunu, har meirinn
tøkan var 7,05 prosent ella
942.372 krónur. Samlaða
skattainntøkan í Sjóvar
kommunu fyrra hálvár í ár
var 14.317.954 krónur.
Í Nes kommunu var
meirinntøkan 711.062 krón
ur ella 4,26 prosent. Saml
aða skattainntøkan í Nes
kommunu fyrra hálvár í ár
var 17.415.703 krónur.