Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-07-13, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. juli 2015síða 3

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 13. juli 2015 · Nr. 79 Politikkur Valtaktikkur í málinum um niðurstøðuna í kanningini At val verður í heyst sæst væl á framferðini hjá politisku flokkunum í summar. Taktikkur og manifestering merkir politisku myndina Árni Gregersen Staðfestingin hjá Hans Gam­ meltoft-Hansen, kanningar­ stjóra, av, at løgmaður hevur borið tinginum skeivar upp­ lýsingar, hevur fingið for­ mansskapinum í Løgtingi­ num at boða frá, at eitt uppskot til samtyktar verður lagt fram, sum gevur løg­ manni eina nøs. Sama staðfesting hevur eisini fingið andstøðuflokk­ arnar at heita á tingfólk um at kalla tingið saman, so málið kann viðgerast pol­it­ iskt. Poul Michelsen, formaður í Framsókn, sigur heilt greitt, at í somu løtu Løgtingið kemur saman, so verður eitt misálitisuppskot lagt fram móti løgmanni. Men í løtuni bendir onki á, at Løgtingið kemur saman undan ólavsøkuni, tá ið nýggj tingseta byrjar. Andstøðan sjálv hevur ikki nóg nógvar tinglimir til at kalla tingið saman. 14 tinglimir skulu til at kalla tingið saman. And­ støðan telir bert 13 og ein av teimum er Kári P. Højgaard, Sjálvstýrisflokkurin og hann tekur neyvan undir við at kalla tingið saman, tí hann fær eisini eitt uppskot um nøs frá formansskapinum Verja løgmann Hóast andstøðan roynir at kallsa tingið saman nú, so er samgongan tó mest sinnað at verja løgmann. Løgmaður er sjálvur burt­ ur, men Sambandsflokkruin hevur gjørt vart við, at flokkurin ikki er sinnaður at kalla Løgtingið saman áðr­ enn ólavsøku. Millum sambandsfólk verð­ur víst á, at løgmaður er fríkendur í fleiri av teimum punktum, sum kanningar­ stjórin var biðin um at kanna. Millum fleiri teirra verður sagt, at tað eigur ikki at fáa politiskar avleiðingar, at hann hevur framt eitt ein­ stakt brot á lóg um ábyrgd landsstýrismanna. Tey hala fast um, at kanningarniðurstøðan líka nógv fríkennir løgmann, sum hon staðfestir at hann hevur borið tinginum skeivar upp­ lýsingar. Fólkaflokkurin hevur hild­ ið seg kúrran í málinum, men kortini hevur formaður flok­ sins, Jørgen Niclasen, sagt, at flokkurin framvegis hevur fult álit á samgongu­leiðara­ num. Miðflokkurin hevur verið meira atfinningarsamur, men tó ikki so atfinningarsamur, at flokkurin fer at vera part­ ur av teimum 14 tingfólkum, sum skulu til at kalla tingið saman. Politikkur Samgonguflokkarnir hava tikið støðu: tingið ikki skal kallast saman nú. Flokkarnir royna at draga málið út, so ólavsøkan kemur so nær, at tað fer at virka meiningsleyst at kalla tingið saman áðrenn. Hetta kann tó gera, at fyrsti fundurin í nýggju ting­ setuni kann fara at gerast øðrvísi enn teir plaga at vera. Løgmaður sjálvur skal tá halda ólavsøkurøðu sína. Tað er í hesi røðu, at hann greiðir frá støðu landsins og tí, ið landsstýrið hevur í ætlan at fremja. Vanliga er framløga eisini á skránni og tá plagar lands­ stýrismaðurin við fiski­vinnu­ málum at leggja uppskot um fiskivinnudagar fyri fiski­ árið, sum byrjar 1. september, fram. Spurningurin í ár er tí um formansskapurin fer at leggja bæði uppskotini til sam­tykt­ ar fram, sum skulu geva ávikavist løgmanni og fyrr­ verandi landsstýris­manni­ num við innlendismálum, hvør sína nøs. Men framløga gevur eisini andstøðuni møguleikar at leggja misálitisuppskot fram á løgmann. Formaðurin í Framsókn hevur sagt púra greitt, at hann fer at leggja misálitis­ uppskot fram á løgmann, tá ið tingið kemur saman. – Í øllum øðrum londum hevði ein forsætisráðharri lagt frá sær um eitt kann­ ingarúrslit hevði staðfest, at hann hevði borið tjóðar­ tinginum skeivar upplýs­ ingar. Tá ið okkara løgmaður ikki ger tað sjálvur, so eiga vit at leggja eitt misálitis­ uppskot fram, sigur Poul Michelsen, Framsókn. Formennirnir í Javnaðar­ flokkinum og Tjóðveldi hava saman við Poul Michelsen roynt at fáa tingfólk at kalla tingið saman beinanvegin. Tá ið tað nú neyvan eydnast, so verður politska stríðið á ólavsøku. Í løtuni viga politisku leiðararnir um hetta skal gerast sjálvan ólavsøkudag, ella tey skulu bíða til tingið kemur saman at viðgera ólvsøkurøðu løgmans. Løgmansrøðan skal við­ gerast í tinginum í seinasta lagi seks yrkadagar eftir at hon er hildin. Nýval Hetta valskeiðið endar í seinasta lagi 29.oktober, men møguleiki er fyri, at valið verður hildið fyrr. Tá ið uppskot um misálit er lagt fram og møguliga samtykt móti løgmanni, so hevur hann eina viku at umráða seg í um hann skrivar út nýval. Tann møgu­ leikan hevur løgmaður, hóast eitt misálit er samtykt móti honum. Í aktuella førinum er tað soleiðis, at val verður undir øllum umstøðum í heyst. Tí eru politisku flokkarnir í ferð við at posisionera seg til samgongumøguleikarnar eftir eitt val. Í veljarakanningunum vís­ir tað seg, at Javnaðar­ flokkurin hevur stóra við­ gongd. Hendir tað eisini valdagin, so skal flokkurin finna sær onkran at sam­ starva við. Nærliggjandi er at tað fyrst og fremst er Tjóðveldi, men tekin í sól og mána eru eisini um, at Javnaðar­flokk­ urin kanska heldur er sinn­ aður at fara saman við Sam­ bandsflokkinum. For­maður Javnaðarfloksins hevur klárt og greitt sagt, at Javnaðar­ flokkurin er ein samríkis­ flokkur. Skal tann møguleikin fram­vegis vera opin, so kann ágangurin á formann flok­ sins helst ikki vera ov ógvu­ sligur undan valinum. Frammanundan hevur formaðurin í Javnaðar­flokki­ num boðað frá, at hann undir ongum umstøðum fer í samgongu við Fólkaflokkin. Hetta læsir flokkin eitt sindur, men kortini neyvan so fæst, at flokkurin fer at lata vera við at atkvøða fyri einum misálitið á løgnmann. Hóast alt, so hevur kann­ ingarstjórin í síni niðurstøðu staðfest, at løgmaður bar tinginum skeivar upplýsing­ ar. Tjóðveldi og Fólkaflokk­ urin hava áður samstarvað, men tað sum fyrst og fremst skilir flokkarnar nú, er fiski­ vinnan og tann nýskipan, sum skal gerast. Og seinast Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin vóru í samgongu skrædnaði eftir stutta tíð. Sjálvt um samgongu­ møgu­leikarnir ikki síggja heilt upplagdir út, so skal ein samgonga gerast. Ein samgonga, sum í seinasta enda ger upp við gamlar fordómar, men eisini ein samgonga, sum verður ávirkað av um meirluti er á Føroya Løgtingi um misálit á løgmann. Poul Michelsen, formaður i Framsókn, hevur greitt boðað frá, at hann fer at leggja uppskot fram um misálit á løgmann. Mynd: Álvur Haraldsen Løgmaður er framvegis uttanlands, men neyvan hevur politiski stormurin lagt seg, tá ið hann kemur aftur. Mynd: Álvur Haraldsen