mánadagur 13. juli 2015síða 4
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 13. juli 2015 · Nr. 79
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Alt gekk upp á
Hans Olivur Joensen, ein av fyriskiparunum, sigur, at festivalurin gekk upp á stás í gjár.
– Vit høvdu munandi fleiri
fólk í ár, enn vit høvdu í fjør,
og veðrið var eisini betri í ár
enn í fjør, tá ið tað regnaði av
grimd, sigur hann.
Hanus framførdi
í árabáti
Eitt av hæddarpunktunum
á festivalinum í ár var
framførslan hjá Týr í nátt,
og Hans Olivur Joensen
sigur, at tá var veruligur
festivalstemningur
á
økinum.
– Tá stóðu kanska eini
800-900 fólk og hoppaðu og
sungu við, sigur hann.
Fyrireikararnir høvdu eis
ini eitt yvirraskilsi til festi
valgestirnar. Lýst var við
einum tiltaki, sum kallaðist
Nørður. Talan var um eina
framførslu hjá einum før
oyskum tónleikara á einum
óvanligum stað við festival
øki.
– Tað var so Hanus G.
Johansen, sum hevði eina
framførlsu inni í svimji
høllini í skúlanum, har hann
sat í einum norskum árabáti
og framførdi, og tá vóru fólk
vóru ordiliga hugtikin, sigur
Hans Oliver Joensen.
Ikki bert lokal fólk
Í fjør var bróðurparturin av
áskoðarafjøldin við Brúnna
lokal fólk, og bert nøkur fá
fólk komu aðrastaðnis úr
landinum.
– Men í ár sóu vit væl
fleiri fólk, sum ikki vóru
lokal, og tað var ótrúliga
hugaligt. Vit sóu tað eisini á
billetsøluni hjá okkum, at tað
vóru fólk úr øllum landinum,
ið keyptu, sigur Hans Olivur
Joensen.
Hann
greiðir
frá,
at
undirtøkan til við Brúnna í
ár hevur staðfest, at grund
arlag er fyri festivalinum, og
at hann tí ivaleyst verður
aftur komandi ár.
– Hetta er gott fyri alt
økið við Sundalagið. Fólk
standa eisini saman um
tiltakið, og øll ítróttarfeløgini
í økinum eru við. Tað eru
eisini tey, sum fáa ágóðan av
tiltakinum, sigur hann at
enda.