Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-07-13, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. juli 2015síða 6

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 13. juli 2015 · Nr. 79 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ævintýraferðin Fyrrverandi kriminalinspektørurin Bergleif Brimvík verður ein av teimum 13 føroyingunum, ið skal rógva havrógving úr Skotlandi til Føroya. Tann 24. juli byrjar ævintýraferðin hjá Bergleifi havrógving Sigrujón Einarsson Í hølunum hjá Havnar Róðrar­felag hoyrist ljóðið av fleiri rógvimaskinunum, ið eru ígongd. Nakrir mans sita á maskinunum, og teir kýta seg alt hvat teir kunnu til dagsins venjing. Tað er sunnu­dagur. Urið vísir 12 og kirkjuklokkan á Vestur­ kirkjuni hevur júst sligið níggj­undu ferðina, tá hesir rógvarar byrja dagsins drúgvu venjing. Men hetta eru ikki rógvarar til føroysku kapp­róðra­rógvingina. Hetta eru menn, ið hava sett sær fyri at rógva úr Skotlandi til Føroya seinast í hesum mán­ að­inum. Ein av hesum monnunum, ið eisini hevur sett seg á tí einu rógvimaskinuna, er 64 ára gamli Bergleif Brimvík, sum hevur sett sær fyri at gera sín part, soleiðis at ferð­ in um hav skal ganga væl og teir skjótt aftur síggja tær heim­kæru og brimbardu oyggj­ar fyri norðan. Bergleif, ið verður 65 ár tann 22. juli, kenna vit flest­øll í leiklutinum sum kriminal­ovasti hjá løgregluni í Føroyum, men eftir drúgva tæn­astu har, er tann tilveran nú skift út við nýggja tilveru sum pensjónistur, har stund­ ir nú eru til at gera ymiskt, ið kanska hevur ligið á láni. Men ikki nokk við tað, nú eru eisini stundir hjá Bergleifi at finna sær nýggj áhuga­ mál og frítíðarítriv at ganga upp í, sum honum ikki vóru stundir til áður. Og nú er av­gerð­in tikin! Ævintýra­ element­ið skal sleppa at standa sína roynd! Bleiv tikin uppá orðið Tað var ikki ætlanin, at Bergleif Brimvík skuldi ger­ ast partur av hesum túr­ inum, men tað var okkurt sum birtist í honum, tá hann hoyrdi Livar Nysted greiða frá hesum ætlaða túrinum í út­varp­inum nú einaferð í vár. Bergleif hugsaði fyri sær sjálv­um, at tað kundi verið stuttligt at farið ein tílíkan túr einaferð, men tað bleiv bara við tankan – fyri fyrst. Dagarnir gingu, men hesin tankin bleiv við at spøkja hjá Bergleifi, og tá so hann og nakrir vinmenn vóru á útferð í Koltri við báti, luftaði Bergleif tankan um hav­rógving, og hvussu áhugavert tað kundi verið at fingið roynt seg eitt sindur av. Men tað var líka eitt; kostnað­urin fyri ferðina og túrin við bátinum. Túrurin kostar áleið 30.000 kr. fyri hvønn, so heilt bíligt er tað ikki. Vin­menninir hildu, at tað var eitt frálíkt hugskot, og at hann skuldi fara at kanna møguleikan at fara við. Ávegis heim av útferðini, kemur ein vinmaður, Tummas Hanus Dam, yvir til Bergleif og sigur við hann, at um hann avger at fara við, so skal Damfar nokk verða stuðul hjá honum. – Eg mátti ringja til hann dagin eftir og spyrja hann, um hann veruliga meinti hatta við stuðulinum, og jú, so var. Hann tók meg uppá orðið, sigur Bergleif Brimvík við einum brosi. – So var bara eitt at gera. Eg setti meg í samband við Livar Nysted, har eg spurdi um møguleikarnar at sleppa við til túrin, og um tað var fullteknað. Livar svar­aði skemtiliga aftur, at tað var altíð brúk fyri góð­um fólki, og at eg var væl­kom­in at koma við. Soleiðis kom tað í lag, sigur Bergleif hugsunar­ sam­ur, meðan hann turkar nakað av sveitta av pannuni. Tað sæst á Bergleifi, at hann hevur verið á rógvi­ maskin­uni í gott og væl ein og ein hálvan tíma. Gráa T-troyggjan, ið hann hevur vant í, er blivin myrkagrá av sveitta. Tað hoyrist eisini á anda­dráttinum, at hann hevur verið ígongd kropps­ liga, men tað er ikki leingi, so er anda­drátturin vanligur aftur. Vant miðvíst Síðani at tað bleiv greitt fyrst í juli mánaði, at Bergleif skuldi við Avalon, ið báturin eitur, hevur hann vant meira mið­víst at gerast betri fyri kropps­liga. Men tað sæst væl á Bergleifi, at hann er í góð­um formi, um ein tekur ald­urin við í roknstykkið. – At byrja við róði eg hvønn dag, men tað bleiv ov nógv. Haldi ikki, at ein skal gera ov nógv av. Tí rógvi eg nú annanhvønn dag og gangi heldur ein túr ella svimji fyri at koma í form, sigur Bergleif. Tá Bergleif rør á rógvi­ maskinuni, so er tað eisini rætt­iliga ymiskt, hvussu leingi hann venur. – Viðhvørt rógvi eg sjey kilo­metrar, ið tekur gott og væl ein hálvan tíma at rógva. Viðhvørt rógvi eg 14 kilo­ metrar, sum tekur ein tíma. Í dag (sunnudagin, red.) róði eg so í ein og ein hálvan tíma. Men vit hava ikki nakra ávísa