Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-07-13, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. juli 2015síða 7

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 13. juli 2015 · Nr. 79 venjingarætlan at ganga eftir. Tað verður í einum heilt øðrum tempo, tá vit fara ígongd við havrógvingina, sigur Bergleif, meðan hann strekkir annað beinið eitt sindur út. Ævintýraelementið skal roynast av Sjálvur er Bergleif Brimvík spentur til túrin. Hetta er nakað, ið hann ikki hevur roynt áður. Hann hevur róð nakað sum yngri og eis­ini old-boys, sum hann sjálvur málber seg, men hetta er nakað heilt øðrvísi. Hav­rógv­ ing er nakað, ið Bergleif ikki kennir til, og tí hevur hann hug at royna hetta av. – Ja, tað er kanska tað, at eg eri við at blíva gamal. Skal eg royna nakað nýtt, so má tað verða nú, heldur Bergleif málrættaður fyri, meðan hann knýtir nevarnar saman. – Hetta verður ein upp­ liv­ing fyri lívið! Vónandi kann mann sita og fortelja sínum abbabørnum frá ein­ um tílíkum túri, og hvat mann hevur upplivað, sigur Bergleif. Áðrenn Bergleif valdi sær lívsleiðina sum løgreglu­ maður – og seinni eisini kriminal­ovasti, so var tað sjógv­urin, ið dró. Í sjey ár var Bergleif sjómaður, har hann fisk­aði við síðutrolara, og bleiv uppvandur uppá tann gamla, harða mátan umborð á teim­um ymisku skipunum, ið fiskaðu kring Føroyar og eisini yviri í New Foundlandi. Havið hevur tí altið átt ein lítlan part í fyrrverandi kriminalovastanum. Spurdur um hann kanska fer at gera fleiri tí­lík­ar ferðir, er Bergleif eitt sindur lítil­ látin og vil kanska ikki ordi­ liga svara hesum spurn­ingi, men eftir eina løtu kemur svar­ið frá honum. – Eg útiloki einki, men so skal tað vera í tráð við, hvat konan sigur. Og nú má eg líka finna útav, um eg yvir­høvur kann brúkast til tílíkar ferðir, sigur Bergleif við einum stórum brosi. So hóast eg kanska ikki heilt fái tað svarið, eg leiti eftir, so kann tað virka sum um, at Bergleif kanska gong­ ur við eini ætlan um eina aðra ferð ella nakað annað, ið kann bjóða innara ævintýra­ element­inum hjá Bergleifi Brimvík av. Hesar gitingar má eg sjálvandi taka á mín egna kappa, men nú fáa vit at síggja, hvussu leikur fer. post@sosialurin.fo hjá Bergleifi havrógving Fakta um túrin: Tann 24. juli klokkan átta fara 13 føroyingar til Skotlands, har báturin Avalon bíðar eftir teimum. Hendan bátin skulu teir rógva heim til Føroya. Í Føroyum stendur onnur manning klár, ið skal rógva bátin aftur til Skotlands. Føroyingarnir, ið fara at rógva, eru: Livar Nysted, Fróði Magnussen, Sjúrður Gullbein, Jákup Jacobsen, Dánjal Joensen, Róar Weihe Dalsgaard, Niclas Olsen, Karl Danielsen, Ingi á Tórgarði, Bergleif Brimvík, Ove Heinesen, Jógvan Clementsen og Petur Kári Funding. Ætlandi verður loyst frá landi í Thurso í Norðurskotlandi seinast í juli, og so verður róð nátt og dag til Føroya, har ætlanin er at seta fótin á land í Havn einar fýra til sjey dagar seinni, har so seinna manningin tekur yvir og rør bátin aftur til Skotlands. Teinurin er 420 km. hvønn vegin. Heitið á túrinum verður »Kiltið 2015«. Og til ber at fylgja við á facebook undir hesum heitinum: Kiltið 2015 – Havróður úr Skotlandi til Føroya og aftur til Skotlands. Ja, tað er kanska tað, at eg eri við at blíva gamal. Skal eg royna nakað nýtt, so má tað verða nú