mánadagur 13. juli 2015síða 8
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 13. juli 2015 · Nr. 79
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
kjak
Súsanna Olsen
Onkuntíð hugsar ein “to
sjæle en tanke”. Síggji í dag,
tann 10.juli, skriv frá for
manninum í Føroya Peda
gogfelag, har hann 8.juli,
setur 3 ynski fram, vegna
limirnar í Pedagogfelagnum.
Hann heitir á sínar limir
um at atkvøða fyri teimum
flokkum, sum til komandi
løgtingsval, taka hesi ynski
í álvara, og miðvíst vilja
gera sítt til, og seta út í
politiska kortið, fyri at bøta
um
viðurskifti
á
náms
frøðingaøkinum. Vit í Fram
sókn hava fyri langari tíð
sett ein arbeiðsbólk, ið m.a.
júst gevur hesum evninum
gætur. Jógvan Philbrow hev
ur sett hesi 3 ynski fram:
1) Betur normeringar á
dagstovnaøkinum
2) Betur viðurskifti á ser
námsfrøðiliga økinum, har
ein sosiallógáva og tænastu
politikkur eiga at vera ment
3)
Hægri
løn
til
námsfrøðingar.
Vísandi til skriv forman
sins í Føroya Pedagogfelag,
kann flokkurin Framsókn
siga frá, at vit taka undir við
tí, Jógvan Philbrow ber fram.
Hetta eru bert 3 rímilig ynski,
sum fyri langari tíð síðan
áttu at verið tikin í stórsta
álvara. Í niðanfyristandandi
skal eg, sum valevni fyri
flokkin hugleiða um, hví vit
meta at ynskini eru rímilig ...
Tá ið arbeiðið, ið snýr seg
um ynski 2, er í gongd og væl
áleiðis, har ein arbeiðsbólkur
undir Almannaráðnum er
farin til verka, fari eg ikki at
gera meira við hetta ynskið í
fyrstu syftu.
Ad.1.
Familjan fyrr og nú
Familjumynstrið er mun
andi broytt seinastu 40-50
árini og vit eru farin frá
kjarnufamiljuni, har mamma
gekk heima, til at mamma
arbeiðir úti. Síðan 1990 eru
einans áleið 1% av kvinnu
num í DK, sum eru fulltíðar
heimagangandi.1
Familj
urnar eru so at siga allar
dupultinntøku familjur, ið
merkir, at allar tær uppgáv
ur, ið serliga kvinnan tók sær
av, fyri bert 40-50 árum síðan
(at taka sær av børnum, sjúk
um, veikum og eldri) eru
lagdar út til eina almenna
skipan at taka sær av. Tað,
sum í fakmálinum hjá kenda
enska samfelagsfrøðinginum
Anthony
Giddens
eitur
(umsett til danskt),
“udlejring
af
sociale
relationer”2. Í hjalarvørri
num av hesari samfelags
broyting, veksur tørvurin
mikið eftir tí tænastu, sum
námsfrøðingar og hjálpar
fólk kunnu veita. Fyri at seta
hetta í perspektiv, kunnu vit
nevna nøkur tøl.
Í Norðanlondum hava
kvinnurnar
hægsta
er
hvervsfrekvens í heiminum,
t.s.v. tær, ið arbeiða mest,
sjálvt um tær hava smá og
fleiri børn, og eru er Føroyar
einki undantak. Nútímans
dupult inntøkufamiljan er
stórforbrúkari av dagstovn
um. Longu í 2006 vóru 75,9
% av øllum børnum millum
0-5 ár á dagstovni í Føroyum.
Bert í Danmark var talið eitt
sindur hægri 79,2%. Hini
londini, sum vóru við í kann
ingini, vóru Finland 46,8%,
Åland 56%, Ísland 73,8%,
Norra
67,4%
og
Svøríki
70,7%3. Sambært Hagstovu
Føroya í hesari vikuni, vóru
í 2014, tilsamans 4915 børn, í
aldrinum frá 0-10 ár knýtt til
kommunalt ansingartilboð4
Dupultsosialisering
og multisosialisering
Vit hava í mong ár havt
dupultsosialisering,
har
heim og stovnur hava sam
starvað um at fáa børn og
ung undan. Hetta oftani
við tí undirskyldu fatan av,
at har er ein stabil kjarnu
familja, sum fungerar væl
aftanfyri barnið. Tað gera
nógvar familjur, men minst
líka nógvar eru í tíðarbilum
merktar
av
kensluligum
kaosi, vegna at tey vaksnu
velja at fara hvør til sítt. Í
skiftistíðini inntil familjan
hevur funnið seg sjálva aftur
í nýggjum høpi, er oftani
tungt bæði hjá børnum og
vaksnum. Tølini tala sítt
týðuliga mál her, gott 40% av
parløgum enda við sundur
lesing, og tær mest útsettu
familjurnar, eru tær ungu
familjurnar.
Tá hava námsfrøðingar
nir, sum tey professionellu
vaksnu í systemverðini eina
eyka ábyrgd av at kompen
sera fyri tað, sum barnið ikki
fær frá foreldrum sínum.
Tann vaksni sjálvur er oftani
í kreppu og kensluligum ill
veðri eina tíð, sjálvt um tað
at verða sundurlisin, er eitt
tilvitað og umhugsað val hjá
teimum vaksnu. Hetta er
bert ein av mongum uppgáv
um, námsfrøðingurin skal
viðvirka í, í mun til nútímans
familjuna.
Góð normering er jalig,
sum merkir at tilpas nógv
vaksin eru um hvørt barn.
Normeringin á barnagarðs-
og stovnsøkinum sum heild,
er eitt vet betur í Føroyum
enn aðrastaðni. So er lætt at
fella til útsøgnir sum: “Hvat
grenja námsfrøðingarnir so
um?” Hetta er ein eitt sindur
meiningsleys reaktión. At
man uttanlanda velur at
“koyra discount5, skal ikki
spenna bein fyri, at vit her
heima hava forsvarliga og
góða normering. Tann mát
in, sum danir fara fram, í
mun til niðurskurð í nor
mering, serliga á barna- og
ungdómsøkinum,
verður
møtt við skørpum kritikki
frá serfrøðingunum6, sum
m.a.
siga,
at
politikarin
ikki hevur sett seg inn í,
hvørji árin fá vaksin per
barn og borgara hevur at
siga
fyri
námsfrøðiliga
arbeiði. Støðan í DK er
tann, at í ár 2000 vóru
5,2
vøggustovubørn
fyri
hvønn námsfrøðing og 9,7
barnagarðsbørn fyri hvønn
vaksnan. Í 2014 er talið av
børnum vaksið, soleiðis at
nú eru 6,5 vøggustovubørn
fyri hvønn vaksnan og 11,8
barnagarðsbørn fyri hvønn
vaksnan at taka sær av.
Hyggja vit eftir tilmælum
frá eitt nú The American
Academy for Pediatrics, eig
ur ein vaksin ikki at hava
dagligu ábyrgdina av fleiri
enn 3 børnum undir 2 ár,
ikki fleiri enn 4 børnum,
ið eru ímillum 2-3 ár, og í
mesta lagi 7 børnum í aldri
num frá 3-4 ár7. Kendi
ástøðingurin,
nobelprís
takarin
og
professarin
James
Heckmann
hevur
upp og upp aftur víst á og
roknað seg fram til, at góð
dagsstovnatilboð og íløgur
í hendan partin av barna
lívinum, forvinna seg sjálv
an inn aftur fleirfaldað,
samanlíknað við sosialar
íløgur annars, áleiðis eitt
barna-
og
ungdómslív.
Eitt er, at hetta er ein góð
íløga fyri samfelagið sum
heild, men meira umráð
andi er, at hetta er ein
óvurderiligur
vinningur
í mun til lívsgóðskuna og
lívsmeistring hjá einstak
linginum
Ad.3)
Lønin má vera hin
sama fyri tænastur,
ið byggja á næstan
somu læruúrtøku
og útbúgving
Metingar
og
eygleiðing
eg havi gjørt mær síðan
eg byrjaði at undirvísa á
Námsvísindadeildin á Fróð
skaparsetrinum í 2011 gera,
at eg serliga havi grundað
yvir og undrast á, hví lønar
lagið hjá námsfrøðinginum
og læraranum ikki er tað
sama! Meira eg lesi og seti
meg inn í økið, fleiri og
fleiri argumentir eru fyri,
at lønin er tann sama. Ar
beiðsuppgávurnar hvør í
sínum lagi líkjast so nógv og
komplementera hvørt annað
so væl, at eg við mínum besta
vilja ikki dugi at síggja, hvat
tað er, sum legitimerar, at
lærarin hevur munandi hæg
ri løn enn námsfrøðingurin.
Lestrarskráin hjá teim
um lesandi, ið lesa eftir
nýggju
námsskipani,
har
komandi námsfrøðingurin
og lærarin lesa fyrstu 3 árini
eitt bachelor nám, og síðan
eitt diplom ár, líkjast rætti
liga nógv. Aftaná 4 ár, eru
hesi nýútbúgvin og líka
stillaði fakfólk. Fyrstu 2
árini er lestrarskráin næst
an identisk og síðan fáa
tey frálæru, fyrilestrar og
royndir, sum fakliga eru full
komuliga á sama torleika
stigi, sama ECTS innihaldi, og
eru hesir fakbólkar, lærarin
og námsfrøðingurin líka væl
skikkaðir, í hvør sínum tíðar
bili hjá barninum, at stimbra,
menna, læra og fylgja tí, fram
á leiðini, frá ½ ára aldri, og
til tað fer úr skúlanum sum
tannáringur. Lærarin og
námsfrøðingurin eru tveir
partar av somu søk, at fáa
barnið og tann unga borg
Framsókn tekur undir við ynskjum,
formaðurin í Pedagogfelagnum hevur
sett fram til komandi løgtingsval...
Vit savnast øll um tjóðarhátíðina!
Røddir eru nú frammi, ið
ynskja at gera ólavsøkuna til
ein boksidyst millum sam
felagsbólkar. Sum vilja skapa
konfrontatión og sundur
lyndi, heldur enn at savna
allar føroyingar um okkara
tjóðarhátíð.
Hetta
skal
steðga! Vit eiga øll Føroyar –
og rættin at seta okkara dám
á tjóðarhátíðina.
Tá Jenis av Rana, for
maður í Miðflokkinum, vil
vera við, at samkynd kunnu
samanberast við víðgongdu
gestir okkara úr Sea Shep
herd, ið onga virðing hava
fyri lógum landsins – og
enntá eru sinnaðir at nýta
harðskap í sínum stríði – so
er hetta púra burtur úr vón
og viti.
Jenis av Rana kann sjálv
andi ikki skjalfesta eina
hending,
har
harðskapur
hevur verið nýttur, ella har
harlig viðferð hevur verið
góðtikin av LGBT Føroy
ar. Tí er tað undir øll lág
mørk, at formaðurin í einum
politiskum flokki og ting
maður á Føroya Løgtingi,
velur at fara so lætt um
sannleikan í eini desperatari
roynd at niðurgera síni polit
isku mótstøðufólk.
Álvarsamari er tað kort
ini, og harmar tað okkum
eisini almikið, tá formaðurin
í Miðflokkinum beinleiðis
leggur upp til, at grund
leggjandi
fólkaræðislig
rættindi hjá borgarum her
á landi verða avmarkað.
LGBT Føroyar skal, sambært
Miðflokkinum,
ikki
fáa
loyvi at skipa fyri árligu
gay pride’ini í miðbýnum.
Skrúðgongan, ið seinastu
árini hevur verið partur
av ólavsøkuni, og hevur
savnað túsundtals fólk um
stríðið fyri grundleggjandi
politiskum og borgarligum
rættindum, eigur at verða
flutt langt burtur frá hin
um tiltøkunum. Jenis av
Rana skjýtur sjálvur Karla
magnusarbreyt upp, ið er
sama stað, sum Sea Sheperd
fekk loyvi at mótmæla á á
sinni.
At LGBT Føroyar í eygun
um á Jenisi av Rana meiri
ella minni er at meta við ein
yvirgangsfelagsskap,
sum
sjálvsagt ikki eigur at hava
somu møguleikar at seta sín
dám á ólavsøkuna, sum aðrir
felagsskapir og bólkar, er
púra óskiljandi fyri okkum.
Hendan órímiliga herð
ferin hjá Miðflokkinum má
steðga, og formaðurin eigur
at koma við eini almennari
og treytaleysari umbering.
Eyðsýnt er, at valár er, og at
allir hættir at vinna undir
tøku verða tiknir í nýstlu.
Men tað sømir seg ikki ein
um politiskum flokki – uttan
mun til hugsjón – at gera
tjóðarhátíð
okkara,
ólav
søkuna, til ein politiskan
boksidyst.
Vit eiga øll Føroyar, og
á ólavsøku savnast vit um
tjóð og land. Uttan mun til
politiska og átrúnaðarliga
sannføring, uttan mun til
húðarlit, hárlit og støðu í
samfelagnum, og tað er og
skal vera rúm fyri øllum
samfelagsbólkum á ólavsøku,
eru teir annars friðarligir og
halda seg innan lógir land
sins.
Góðu tit í Miðflokkinum.
Latið okkum goyma polit
iska spreingievnið til val
dystin, og njóta summarið
og søkurnar í frið og náðum.