Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-07-13, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. juli 2015síða 9

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 13. juli 2015 · Nr. 79 Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingslimur Elsebeth Mercedis Gunn­ leygs­dóttur hevur sent skriv­lig­an fyrispurning til landstýrismannin í fíggjar­ mál­um, Jørgen Niclasen, um tunlarnar norður um fjall. 1: Hevur land­stýris­ maðurin fingið svar frá av­ varð­andi myndugleikum, byggi­fyri­tøk­um, ráð­gevar­ um, hvørt tað er bíligari at víð­ka verandi tunlar Norður um Fjall sammett við at gera nýggj­ar – hetta við atliti til at gera tað fíggjarliga møguligt at fara fyrr í gongd ? 2: Hvussu gongur við kann­ing­unum hjá Landsverk at kanna nærri kostnaðin av at víð­ka verandi tunlar, saman­bor­ið við at gera nýggj­ar ? Tann 24. Sept. 2014 setti undir­ritaða fyrispurning til landstýrismannin í fíggj­ar­ málum, Jørgen Niclasen um tunlarnar Norður um Fjall. Fyrispurningurin snúði seg fyrst og fremst um at fáa kanna, hvussu nógv bíligari tað var at breiðka og hækka ver­andi tunlar sammet við at gera nýggjar. Rættarnevndin var í Sveis í juni mánaða 2013 við tí fyri eyga at kunna okk­ um um tunnilsgerð har. Vit spurdu um møguleikar at hækka og breiðka tunlar ístaðin fyri at gera nýggjar. Har varð upplýst, at tað var bíligari at hækka og breið­ka tunlar samanborið við at gera nýggjar. Tað vóru tó ymisk viðurskiftir í hvørjum einstøkum føri, sum høvdu ávirkan á hetta m.a. hvussu nógvar tímar teir sluppu at arbeiða um døgn­ið. Samanumtikið var tað bíligari at víðka tunlar held­ur enn at gera nýggjar. Í sínum svari sigur lands­stýrismaðurin m.a., at hann í næstum fór at kanna nærri, hvørjar roynd­ ir myndugleikar og byggi­ fyri­tøkur høvdu aðrastaðni við umvæling av tunlum og kostnaðin av at dagføra og víðka verandi tunlar, held­ur enn at gera nýggjar. Enda­ málið við hesum var at finna bíligari loysnir fyri tunnils­ gerð, sum kunnu leggjast til politiska støðu­tak­an. Tørvurin á nýggjum ella dupult­sporaðum tunlum hev­ur ongantíð verið størri enn hann er nú. Tað er sera nógvur aktivitetur Norðan­ fyri Fjall. Bakkafrost hevur sera stórt virksemi bæði í Árnafirði, Norðtoftum, Hvanna­sundi og á Viðareiði. Ferðavinnan í Føroyum øk­ist støðugt og stóru ferða­ manna­buss­ar­nir passa ikki ígjøgnum tunl­ar­nar, og avmarkar hetta møgu­leik­ ar­nar í ferða­manna­vinnuni. Øk­ið Norðanfyri Fjall hev­ur nógv at bjóða uppá í ferða­ vinnuhøpi. Vit hava tosað um at menna Føroyar sum ferða­mannaland í nógv ár nú, men status er, at stóru ferða­mannabussarnir passa ikki ígjøgnum tunlarnar Norð­ur um Fjall. Vit gleðast øll um at fáa dupult­sporaðan tunnil til Við­ar­eiðis. Hetta er eitt stórt fram­brot, sum vit øll gleðast um. Verandi tunlar Norður um Fjall koma tí at verða ein stórur fløskuhálsur, sum ongan­tíð áður. Nógv vilja sjálvandi siga, at tunlarnir Norður um Fjall skuldu verið gjørdir áðrenn tunnil­in til Viðareiðis. Eri samd við teimum, men Viðar­eiðis­tunnilin var tað sum politisk semja fekst um. Elsebeth spyr um tunlarnar Norður um Fjall kjak Bárður Larsen útbúgvingarleiðari á Fróðskaparsetrinum Fyribrigdið agurkutíð er væl kent í tíðindaheiminum. Er onki at siga frá, má onk­ ur søga spinnast. Helst skal søgan vera um onkra kon­ flikt, onkran sum hevur dumm­að seg ella ikki livað upp til forvæntningarnar. So var eisini í Degi og viku fríggja­kvøldið 10. juli. Tað var ikki áhugavert, at Fróð­ skap­ar­setrið við lítið av midl­um hevði spent seg út við nýggjum útbúgvingum, m.a. master í løgfrøði. Tað var ikki áhugavert, at stig fyri tveimum árum síðan fyri fyrstu ferð nakrantíð á uni­ver­si­tets­stigi í Føroyum vóru tikin til at útbúgva før­ oy­ing­ar í føroyskari løg­frøði, lagað til føroyska sam­felagið. Meira áhugavert enn at lýsa positivu nýggj­heit­ina var, at ein konflikt skuldi vera millum BLF og Fróð­skap­ arsetrið um master­út­búgv­ ing­ina í løgfrøði. Eg noktaði at stilla upp til slíka agurkujournalistiska sam­røðu. Slík evni eru ikki egnað til at verða lýst uppá fáar minuttir. Tíð­in er ov stutt – og kampagnu­jour­ nal­ist­isku undirtónarnir ov skaði­ligir – til, at nakað gott kann spyrjast burturúr. Ein høvuðsatfinning hjá um­boðnum fyri BLF í inn­ slagnum var henda, at upp­ tøku­krøvini skuldu vera ov lin. M.a. skuldi vera møgu­ ligt at sleppa inn á mast­er í lóg uttan bachelor, bara ein hevði royndir frá ar­beiðs­ mark­naðinum. Til tað er at siga, at høvuðs­treytin í okkara upp­ tøku­reglum er traditionellur løg­frøði­ligur bachelor. Næst eftir tað er treytin ann­að slag av bachelor við nóg mikið av lógarfakum ella viðkomandi royndum. Roynd­ir­nar koma aftrat við­ kom­andi grundútbúgving og standa ikki einsamallar. Rætt er, at hetta kundi verið greið­ ari orðað, men soleiðis verð­ ur praktiserað. Onnur høvuðsatfinningin var, at vandi skal vera fyri, at fólk eftir lokna út­búgv­ing á Setrinum fara at kalla seg løgfrøðingar, hetta tí at lýs­ ingin av hesi MA-út­búgv­ing hev­ur mark­nað­ar­ført út­ búgv­ing­ina sum at “lesa løg­ frøði”. Men hetta erkvisni í mun til heitið løgfrøðingur hev­ur als onki grundarlag. Heit­ ið løgfrøðingur er ein­ans ein óalmenn roynd at flyta fremmanda heitið “jurist” yvir í føroyskt. Og fremm­ anda heitið juristur er held­ ur ikki vart heiti. Sambært donsku wikipediu kann heit­ið jurist brúkast av øll­ um, sum “beskæftiger sig med jura”. Cand. jur. er hinvegin vart heiti, men ikki løg­frøð­ ingur ella juristur. Rætt er, at vit ofta hefta heit­ið juristur (seinni í tíð ofta “løg­frøð­ing­ ur”) á ser­liga tey, sum hava donsku út­búgv­ingina cand. jur. Hesin vani stavar frá tí veruleika, at vit í langa tíð her á landi og í danska ríki­ num sum heild mestsum bara hava kent løgfrøðingar, ið vóru cand.jur. Soleiðis var kortini ikki søguliga frá tí av, at løgfrøðiútbúgvingin við Keyp­mannahavnar uni­ver­ si­tet varð stovnað í 1736 og fram til 1936. Kendi føroyski politikarin Niels Winther verð­ur vanliga sagdur at hava verið løgfrøðingur av út­búgv­ing – evt. í parantes ná­greinað sum exam. jur. – og sakførari av yrki. Danskir løg­frøðingar vóru nevniliga ikki allir cand.jur. millum 1736 og 1936. Teir vóru antin cand. jur. ella exam.jur. Exam.jur. var stytri og meira praktisk løg­frøðilig útbúgving, sum eisini tey kundu taka, ið ikki høv­du studentsprógv. At løgfrøðingar eitt skifti frá miðskeiðis í 20. øld og fram móti okkara døg­ um bara vóru kendir sum cand.jur. fer sjálvsagt at broytast aftur og er longu farið at broytast, nú løg­ frøði­út­búgvingar fara frá eindar­út­búgving til meira ymisk­ar og samansettar út­ búgv­ingar, eitt nú við grund­ út­búgving av øðrum slagi enn tí løgfrøðiligu. Líkn­ andi sum vit eisini kenna úr anglosaksiska partinum av heiminum. Umvent av søgu­liga exam.jur. eru nýgg­ ju alternativini til cand.jur. – cand.merc.jur., master á Setri­num (um bachelorurin er annur enn løgfrøði) og al­ samt fleiri líknandi – øðr­vísi í innihaldi, men ikki á øðr­um stigi, tí tey standa aka­dem­ iskt fult mát. Taka vit “frøðingin” í løg­ frøð­inginum uppá orðið, so er enn minni upplagt, at tey við cand.jur. skulu hava einka­rætt til heitið løg­frøð­ ingur. Frøðingur verður ofta skilt sum vísindamaður ella granskari, men før­oysk­ir løgfrøðingar við út­búgv­ ingini cand.jur. eru við sera fáum undantøkum ikki vísinda­fólk ella granskarar, men praktikarar í fyrisiting ella advokatar. Vil man seta tingini uppá spíssin, so skul­du vit kanska heldur arbeitt ímóti, at føroyska heit­ið løgfrøðingur verður reserver­að teimum útbúnu í lóg – av ymiskari bakgrund – sum veruliga eru frøðingar og takast við at granska lóg og geva akademiskt íkast til menn­ing av løgfrøðifakinum, so sum ph.d.-arum, doktarum og universitetsfólki annars. Hvussu er og ikki, grund­ ar­lag er ikki fyri at finnast at, at onnur enn tey við donsku út­búgvingini cand. jur. kalla seg løgfrøðingar. Eisini undrar tað, at umboð fyri júst BLF trað­ ka fram at umboða hesa forfongiligheitina í mun til titulering. BLF er fak­felag fyri ikki bara før­oysk­ar løg­frøð­ingar og bú­skap­ar­ frøðingar, men eisini sam­ felags­frøðingar og tað í allar breið­astu merking. BLF átti tí at verið tað seinasta til at havt avgjørdar meiningar um subtil faklig markamót og slíkt sum, hvør av røttum kann kalla seg løgfrøðingur. Á Setrinum leggja vit stóran dent á m.a., at hátta­ lag og perspektivering – frøði – fær góða raðfesting á út­búgv­ingini. Tí eru okkara les­andi í sínum góða rætti til fram­haldandi at kalla seg løg­frøði­lesandi og seinni sum liðugt útbúgvin at kalla seg løg­frøðingar. BLF við í agurkutíðar kampagnu móti Fróð­skaparsetrinum arin undan, saman við foreldrum teirra. Í ávika­ vist Dag­stovnalógini og Fólka­skúla­lógini eru enda­máls­orð­ingarnar rætti­liga samdar um, hvat uppgávan er, nem­ liga at námsfrøðingurin legg­ur lunnar undir fram­ hald­andi menningar- og læringsgongd barnsins, í før­oyska fólkaskúlanum. N á m s f r ø ð i n g u r i n er um barn­ið fyrstu góðu 5 árini og letur síðan stafettina víð­ ari til læraran næstu 9 árini. Í siðvenjubundna skúla­verkinum var hetta skiftið rætti­liga knívsskorðið, men rákið uttanlands og her heima er, at náms­frøð­ing­urin og lærarin eru saman um skiftistíðina, tá ið barnið fer úr dag­stovninum í fólka­skúlan. Tvør­pro­ fessio­nella sam­starvið hevur til enda­máls, at barnið fær sagt ordi­ liga farvæl við fyrsta menn­ingar- og lær­ings­ um­hvør­við, barna­garðs­ tíðina, og so líðandi venur seg við næsta kapitul í menningar- og læringsumhvørvinum, sum er føroyski fólkaskúlin. Eitt annað, sum talar fyri, at lønin ímillum náms­frøð­ingar og lærarar verður hin sama er, at lærarar og náms­ frøðingar sita saman á skúlabonki, tá ið talan er um ískoytisútbúgving9, sum hevur til endamáls at upp­stiga lærarar og náms­frøð­ingar, ið hava fingið út­búgv­ing eftir gomlu skipani, so hesi kunnu fáa eitt BA-nám... At leggja politisku ósemj­ur okkara til viks, og standa saman sum tjóð og fólk á ólav­søku, tað eiga vit at meg­na. Vegna lands­ nevnd Unga Tjóðveldsins Tór Marni Weihe