Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-07-13, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. juli 2015síða 14

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 13. juli 2015 · Nr. 79 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur fótbóltur André Olsen Sigurin hjá NSÍ hóskvøldið, var ein­asti evropeiski sigurin hjá ein­um føroyskum felagið í summ­ar. Í einum væl spæld­ um og undir­hald­andi dysti, vann NSÍ hóskvøldið seinna dystin ímóti Linfield FC á Svangaskarði 4-3. Sigurin var tó ov lítil fyri víðari luttøku, tí Linfield FC vann fyrra dystin í Norður Írlandi 2-0. Gestirnir byrjaðu betur Frá byrjan av í dystinum hós­ kvøld­ið, var tó ikki nógv ið bendi á, at NSÍ skuldi spæla ein so góðan dyst, sum teir vístu seg at gera. Gestirnir úr Linfield vóru ágrýtnir frá byrjan, og trýstu NSÍ liðið langt aftur, har teir á NSÍ lið­num fingu lítla tíð á bóltinum. NSÍ liðið var fjáltur­ stungið ta fyrstu løtuna, og tí var tað eisini fult í tráð við leik­gongdina, at tað vóru gestirnir úr Linfield FC, sum løgdu seg á odda í dyst­inum. Málið kom eftir eitt væl spælt álop, har høgri bakk­ urin – sum var komin fram­ við, varð spældur leysur í høgru síðu. Hann smekkaði bóltin upp í mál­hornið, uttan møguleika hjá NSÍ mál­verj­ anum, Andras Gango. Hetta var eisini einasta løtan í dystinum, sum Linfield var greitt omaná, tí rest­ina av dystinum var tað meira NSÍ sum domineraði enn mót­støðuliðið. NSÍ tók yvir NSÍ javnaði eisini longu fýra minuttir eftir málið frá Linfield. Jens Joensen, sum hós­kvøldið spældi sum mið­ verji, trekti eitt sindur upp eftir vøllinum, har hann smekkaði bóltin innum verjuna hjá mót­støðu­ liðnum. Í fyrstani sá tað út til at Klæmint A. Olsen var rang­staddur, men hann hevði snýtt verjuna hjá mót­ støðu­liðnum, og slapp púra leysur móti málverjanum, har hann trygt javnaði til 1-1 fyri NSÍ. Og bert tveir minuttir eftir útjavnandi málið, bragd­ aði aftur hjá runavíkingum. Fyrst hevði Klæmint A. Olsen ein risa møguleika eftir inn­ legg frá Árna Fredriks­berg úr vinstru, sum mál­verjin meistar­liga bjargaði. Bólturin fór síðani út aftur í spæl, har tað eydn­ aðist NSÍ at skora. Málið kom eftir gott innlegg frá Haraldi R. Højgaard, ið var staddur eitt sindur til høgru á mið­vøllinum. Hann smekk­ Europa League Seks debutantar Til teir báðar Europa League dystirnar hjá NSÍ í ár, vóru tað heili 6 leikarar, sum fyri fyrstu ferð spældu Europa League fótbólt. Teir vóru Hákun Edmundsson, Jóhan Jacobsen, Jonleif Højgaard, Per Langgaard, Haraldur R. Højgaard og Meinhard Olsen. Fyrsti sigur nakrantíð SIgurin hjá NSÍ hóskvøldið, var fyrsti sigur hjá NSÍ nakrantíð í Europa League. NSÍ hevur tó roynt at vunnið ein annan europeiskan dyst eina aðru ferð, men tað var í Champions League, har NSÍ í 2008 vann 1-0 á Dinamo Tblisi. Í 2011 spældi NSÍ ein javnleik í Europa League. Tað var í heimadystinum móti enska Premier League felagnum, Fulham. NSÍ vann hóskvøldið seinnu uppgerðina móti Linfield FC á Svangaskarði við 4-3 sigri. NSÍ er tí fyrsta føroyska felagið, sum hevur megna at vunnið á Linfield FC. Sigurin hjá NSÍ var tó ikki nokk fyri at spæla seg víðari í kappingini NSÍ fall við æru