mánadagur 13. juli 2015síða 15
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 13. juli 2015 · Nr. 79
ítróttur
spælarameting
3
Andras Gango
Er torført at lasta hann fyri
nakað av málunum. Tað fyrsta
var eitt gott skot, sum fór heilt
í hornið. Meðan hini bæði vóru
innlegg, sum duttu leys inn í
brotssteiginum.
4
Jóhan Jacobsen
Hevur av álvara tikið av
møguleikanum sum høgri bakkur
í Runavík. Spældi ein góðan dyst,
har hann eisini legði upp til eitt
av málunum hjá NSÍ.
5
Jens Joensen
Spældi fyri fyrstu ferð í longri
tíð aftur í miðverjuni. Spældi ein
góðan dyst, har hann bæði legði
upp til eitt mál og skoraði eitt
mál sjálvur.
3
Monrad Holm
Jacobsen
Spældi sum heild eisini ein fínan
dyst í NSÍ miðverjuni saman við
Jens Joensen, men var ikki líka
avgerandi í hinum endanum, sum
makkarin í miðverjuni.
3
Einar
Tróndargjógv
Spældi ein góðan dyst á vinstra
bakki. Var nógv við í álopsstøðu,
har hann legði innlegg innfyri.
3
Haraldur R.
Højgaard
Spældi sera væl fyrsta hálva
tíman av fyrra hálvleiki, har hann
eisini legði upp til eitt mál. Varð
síðani útskiftur longu aftaná 55
minuttir.
3
Magnus H. Olsen
Var sum heild tryggur á
bóltinum, og var um reppið
at koma á máltalvuna tí einu
ferðina, tá hann smekkaði eitt
langskot á tvørtræðið.
3
Jonhard
Fredriksberg
Stríddist væl allan dystin,
men kom ongantíð til serliga
vandamiklar støður. Varð eisini
útskiftur.
3
Árni
Fredriksberg
Stríddist eisini væl, og legði
upp til ein stóran møguleika
hjá Klæminti A. Olsen í fyrra
hálvleiki. Hevur tó verið meira
eyðsýndur onkran annan dyst,
enn hann var hóskvøldið.
5
Pól Jóhannus
Justinussen
Fylti ótrúliga nógv á NSÍ liðnum,
har hann var góð statión at spæla
niðan á, tá NSÍ liðið skuldi longur
upp á vøllin. Skoraði eisini 2 mál.
4
Klæmint A. Olsen
Arbeiddi sera hart sum
fremsti maður, og kom fram til
nógvar vandamiklar støður. Fekk
eisini eitt mál, hóast hann var
nær við at fáa eitt afturat í fyrra
hálvleiki, eftir innlegg frá Árna
Fredriksberg.
4
Hákun
Edmundsson
Kom inn tá 55 minuttir vóru
farnir, og kom væl inn í dystin.
Deildi spælið væl runt á
miðvøllinum, og var nógv á
bóltinum.
3
Jann Martin
Mortensen
Hevði eisini eitt fínt innhopp,
tá hann avloysti Jónhard
Fredriksberg. Slapp sær skilagott
av við bóltin nærum hvørjaferð.
3
Meinhard Olsen
Kom inn seinastu løtuna fyri
at seta eitt sindur av lív í, við
tí ferðini og kraftini sum hann
inniheldur. Stríddist væl, men var
tó inni ov stutt til veruliga at gera
seg galdandi.
aði bóltin í pannuna á Pól
Jóhannus Justinussen, sum
fekk lagt NSÍ á odda 2-1.
NSÍ var greitt omaná hesa
løtuna, og var hepni við NSÍ,
so skuldu teir havt lagt seg á
odda 3-1, tá Magnus H. Olsen
við frálíkum langskoti rakti
tvørtræðið og út.
Vóru straffaðir
Men sum so ofta í fótbólti,
so hendi tað, sum ikki mátti
henda. Eitt gott korter eftir
leiðslu málið hjá NSÍ, komu
gestirnir úr Linfield inn
aftur í dystin. Málið kom
eftir innlegg úr høgru síðu,
har bólturin slapp at hoppa
eitt sindur aftur og fram í
feltinum hjá NSÍ, áðrenn
áleyparin hjá Linfield, Guy
Bates, fekk sparka bóltin og
javna til 2-2.
Hálvleiksleiðsla til NSÍ
Tað sum eftir var til hálvleik,
gekk dysturin javnt fyri seg,
og tey flestu høvdu fyrireika
seg uppá, at tað fór at vera
javnleikur, tá tað varð hálv
leikur.
Men so skuldi ikki vera.
Í seinasta minuttinum fyri
steðgin, eydnaðist tað aftur
NSÍ at leggja seg á odda.
Málið kom eftir fríspark úr
vinstru síðu, har Magnus H.
Olsen varð settur at skjóta.
Hann ætlaði at royna eina
frísparkskombinatión
við
Árna Fredriksberg, sum mis
eydnaðist. Bólturin datt tí
leysur í feltinum, har Einar
Tróndargjógv
fann
Jens
Joensen, sum varð stadd
ur
eitt
sindur
uttanfyri
brotssteigarmarkið.
Jens
Joensen tók eitt trekk, og
smekkaði síðani til. Bólturin
rakti í eitt bein hjá einum
mótstøðuleikara og snýtti
málverjan, soleiðis at bólt
urin fór í málið til hálvleiks
støðuna 3-2.
Ein frálíka undirhaldandi
fyrri hálvleikur, har tað væl
kundu havt verið komin
fleiri mál.
Fóru eftir at spæla
seg víðari
Tað er eingin ivi um, at tað
sum var avtalað í skiftingar
rúminum hjá NSÍ í hálvleik
inum var, at teir skuldu fara
eftir uppaftur fleiri málum,
og fara eftir at spæla seg víð
ari í kappingini. Tí NSÍ legði
út í seinna hálvleiki sum eitt
ódnarveður.
Teir vunnu mestsum allar
bóltarnar yvir allan vøllin,
og vóru greitt omaná í spæl
inum. Sum heild var eisini
nógv størri upptrekk til at
NSÍ skuldi leggja seg á odda
4-2, men so skuldi ikki vera.
Tað eydnaðist ikki at fáa
nakað mál burturúr trýst
inum í byrjanini, og sum leið,
linkaði trýstið eitt sindur.
Tí vóru tað eisini gestir
nir úr Linfield FC, sum fingu
fyrsta málið í seinna hálv
leiki. Málið kom tá á leið 70
minuttir vóru spældir. Málið
var ikki heilt ólíkt tí næsta
málinum hjá Linfield, tó í
hinari síðuni. Eitt innlegg
kom úr vinstru síðu, har bólt
urin datt leysur til liðskip
aran hjá Linfield FC, Andy
Waterworth, sum trygt skeyt
bóltin í málið til 3-3.
3-3 málið gjørdi, at sein
asta vónin fyri víðari luttøku
brast
hjá
runavíkingum.
Men teir hildu tó fram at
stríðast, og tað gav eisini
úrslit seinastu løtuna. Fimm
minuttir fyri leiklok var Pól
Jóhannus Justinussen fyri
aðru ferð í dystinum sein
astur á einum innleggi, tá
hann fekk skora til 4-3 til
NSÍ. Innleggið kom úr høgru
síðu frá Jóhan Jacobsen.
4-3 var tó ov lítið fyri NSÍ,
sum samanlagt tapti upp
gerðina í Europa League
móti Linfield FC 5-4 yvir
báðar dystirnar.
Samanumtikið eiga teir
í NSÍ at iðra seg yvir, at teir
í fyrru uppgerðini taptu 2-0
móti norður írska liðnum.
Teir kunnu tó vera stoltir av
avrikinum í seinna dystinum,
sum var frálíka gott, og sum
eisini var góð reklama fyri
føroyskan fótbólt.
Harafturat var NSÍ eisini
tað einasta føroyska felagið,
sum megnar at vinna ein
evropeiskan dyst í ár.
Sum heild leikliga avrikið
hjá NSÍ, har teir til tíðir
vóru greitt omaná í mun
til mótstøðuliðið. Tað er
serstakliga góð reklama fyri
føroyskan fótbólt, at vit so
væl kunnu vera við, tá tað
kemur til altjóða fótbólt.
Eingin ivi um, at tað er
eitt stórt minus, at man
letur 3 mál ígjøgnum á
heimavølli. Tá man spælir
altjóða fótbólt, er tað ov
dýrt at lata 3 mál ígjøgnum
á heimavølli, um man skal
geva sær nakra vón um at
spæla seg víðari í kappingini.
Myndir: Sigmar Mørkøre