mánadagur 13. juli 2015síða 16
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 13. juli 2015 · Nr. 79
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
fótbóltur
NSÍ og Víkinga venjarnir rokna við, at góðu avrikini hóskvøldið fara at gagna
teirra liðum, tá ið tað verður farið undir aftur landskappingina
NSÍ og Víkingur
vardu borg
Jóannes Hansen
Fyri einum ári síðani var
neyðugt at umskipa heimligu
landskappingina, tí Víkingur
spældi seg víðari úr fyrsta
innleiðandi umfarinum og
so aftur víðari úr øðrum
innleiðandi umfarinum og í
triðja innleiðandi umfarið í
Europa liguni.
Í ár verður ikki neyðugt at
umleggja nakað í landskapp
ingini, sum tað verður farið
undir aftur á ólavsøku. Øll
fýra føroysku feløgini, sum
vóru við í fyrsta innleiðandi
umfari, vórðu í síðstu viku
varpað
úr
kappingini
á
hesum sinni.
Feløgini, sum ikki hava
verið partur av europeisku
kappingunum í summar, eru
farin undir fyrireikingarnar
til avbjóðingina í landskapp
ingini. Spælararnir, sum ikki
hava havt frí frá fótbólti,
síðani landskappingin fór
í summarfrí, spenna frá í
nakrar dagar, áðrenn tað
fram ímóti vikuskiftinum
verður farið undir aftur venj
ingarnar.
Upp og niður
Í europeisku kappingini fer
hetta summarið ikki í søguna
sum eitt av teimum, tá ið
føroysku feløgini stóðu seg
nakað serliga væl.
Eftir fyrru dystirnar í
fyrsta innleiðandi umfari sá
tað heilt soltið út. Síðsta vika
royndist frægari hjá feløg
unum í Eysturoy, meðan
stóru høvuðsstaðarfeløgini
einki fingu burturúr. Heilt
vánaligt var tað hjá HB,
sum bæði í Litava og aftur á
Tórsvølli varð darvað av at
spæla undirmannað, tí ein
av spælarunum sá beinleiðis
reytt kort.
NSÍ megnaði hóskvøldið
at vinna á Svangaskarði
ímóti norðurírska Linfield,
sum hevur verið í Føroyum
fýra tey seinastu árini, og
sum hóskvøldið fyri fyrstu
ferð fór av vøllinum eftir at
hava tapt.
Víkingur megnaði hós
kvøldið málleysan javnleik
á Lerkendal í Tróndheimi
ímóti
stórfavorittunum
í
Rosenborg.
– Vit eru ósigraðir í Noregi,
staðfesti Víkinga venjarin
Sigfríður Clementsen, sum
harvið sipaði til, at tað í fjør
eydnaðist Víkingi at vinna 2-1
í somu kapping í Tromsø.
Í
meistarakappingini
megnaði B36 einki at gera við
Linfield, sum á heimavølli
vann 4-1 og harvið samantalt
6-2.
Meistararnir í B36 eru
topplið í landskappingini. At
tað manningarliga er ógvu
liga tepurt man kennast
órógvandi. Liðformaðurin og
hjálparvenjarin Jákup á Borg
var ikki førur fyri at spæla í
Belfast, og tað gongur so
mikið striltið hjá miðverja
num Hørði Askham at koma
fyri seg, eftir at hann leingi
hevur verið skaðadarvaður,
at hann ikki var førur fyri at
spæla. Odmar Færø noyddist
skaddur av vøllinum longu í
1. hálvleiki.
Heldur ikki í HB er
heilsustøðan so góð, sum
hon onkuntíð hevur verið.
Jóhan Troest Davidsen var
so mikið skaddur, at hann
ikki var førur fyri at taka á
seg týdningarmikla leiklutin
í miðverjuni, og heldur ikki
Christian R. Mouritsen og
Andrew av Fløtum vóru førir
fyri at spæla.
Kemur væl við
Tað var framúr undirhald
andi, tá ið NSÍ í góðveðrinum
á Svangaskarði hóskvøldið
vann
4-3
á
norðurírska
Linfield. NSÍ legði ógvuliga
bragdliga
fyri,
og
hóast
mótstøðuliðið skoraði fyrst
og harvið økti um samantala
munin til 3-0 og hevði fyri
mun av útivallarmáli, so sást
tað ikki á heimamonnunum.
Klæmint A. Olsen svaraði
beinanvegin aftur, og tað
varð heilt spennandi, tá ið Pól
Jóhannus Justinussen vísti
sítt format í luftrúminum
og smekkaði bóltin í málið
til 2-1. At NSÍ legði nógv fyri
í
framrættaða
partinum
kostaði í verjuni. Ofta løgdu
gestirnir innfyri úr høgru,
men hóast teir javnaðu til
2-2, so var lagið gott millum
heimafólkið í steðginum,
tí Jens Joensen legði NSÍ
framum 3-2 við rimmar skoti
dygst undan hvíldini.
Linfield
javnaði
aftur
til 3-3, men Pól Jóhannus
svaraði aftur til 4-3. Tað var
fjáltur á gestunum í 2. hálv
leiki, tá ið teir drógu tíðina
so nógv út, sum dómarin gav
teimum loyvi til.
– Tað var spell, at teir
javnaðu til 3-3 miðskeiðis í
2. hálvleiki. Úrslitið sigur, at
teir vóru til at hava við at
gera. Um vit høvdu økt um
leiðsluna, sum vit høvdu
møguleikar til, heldur enn at
teir javnaðu til 3-3, so kundi
tað verið heilt spennandi,
staðfestir
NSÍ
venjarin
Trygvi Mortensen.
Hann dugir væl at ímynda
sær, at hansara spælarar
fara at fáa gang av royndini í
europeisku kappingini:
– Vit fingu ikki fulla úr
tøku í nøkrum av teimum
fýra síðstu dystunum undan
summarsteðginum.
Sjálvir
haldi eg, at vit fram ímóti
summarsteðginum
mistu
nakað av ferðini, sum vit
høvdu havt. Avrikið ímóti
Linfield vísti, at spælararnir
nú eru fullir í spæligleði, og
tað veit eg fer at síggjast
aftur, tá ið vit fara undir
aftur landskappingina. Ikki
minst fyri ungu spælararnar
hava
hesar
royndirnar
stóran týdning, sigur Trygvi
Mortensen.
Hetta var onnur ferðin, at
tað eydnaðist NSÍ at vinna
í europeisku kappingunum.
Fyrsti sigurin var 22. juli í
2008, tá ið NSÍ í meistara
kappingini
vann
1-0
á
Dinamo Tbilsi. Ta ferðina var
Hjalgrím Elttør einsamallur
NSÍ málskjútti.
Tað vakti eisini ans, tá
ið NSÍ 7. juli í 2011 megnaði
málleysan
javnleik
ímóti
Fulham. Átta spælarar, sum
vóru við ta ferðina, vóru á
liðnum hóskvøldið – Andras
Gango,
Jens
Joensen,
Einar Tróndargjógv, Jann
Martin Mortensen, Jónhard
Frederiksberg, Klæmint A.
Olsen, Árni Frederiksberg,
sum ta ferðina varð skiftur
inn í síðsta minutti, og
Magnus H. Olsen, sum fyri
fýra árum síðani sat á beink
inum allar 90 minuttirnar.
Uppreisn í Tróndheimi
Á Svangaskarði var tað næst
síðsta hóskvøld tætt og javnt
millum Víking og Rosenborg,
sum fram ímóti dystarenda
skoraði tvær ferðir og har
við mest sum tryggjaði sær
rættin at halda fram í kapp
ingini.
Á Lerkendalen í Trónd
heimi endaði tað hóskvøldið
málleyst. Meðan Víkingur í
heimadystinum hevði fleiri
risa stórar málmøguleikar,