hósdagur 6. juli 2000síða 2
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
gult cyan magenta svart
3
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 127 - 6. juni 2000
gult cyan magenta svart
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
Marknaðardeild:
Jonhard Hammer
Dagbjørt S. Hansen
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
Dánjal Højgaard
Dagfinn Olsen
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
Eyðun Klakstein
Høgni Mohr
Ítróttur: Jákup Mørk
Myndamenn:
Jens Kristian Vang
Álvur Haraldsen
Útgevari, uppseting:
Sp/f Sosialurin
Bústaður:
Argjavegur 26, Argir
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Telefon: 311820
Telefax. 314720
e-mail: post@sosialurin.fo
Lýsingar: lysing@sosialurin.fo
Internet: www.sosialurin.fo
Prent: P/F Prentmiðstøðin
Sosialurin
Oddagrein
Watson og grindin -
Greenpeace og oljan
Viðmerking:
EIN av teimum mest víðgongdu sokallaðu
umhvørvismonnunum í heiminum í dag, Poul
Watson frá EIA, Environmental Investigation
Agency, er á veg til Føroya. Ørindi hansara og
hjá umleið 50 fólkum hann hevur við sær er at
forða føroyingum í at drepa grind. Tað eru nú
nógv ár síðani, at sami Watson var í Føroyum.
Hvat tá hendi minnast flestu okkara. Spurn-
ingurin er, hvat nú fer at henda? Hvørja ávirkan
hava vit á tað, sum kann fara at henda? Hava
vit gjørt okkum greitt, hvat tað vil siga, at hesin
nógv umrøddi umhvørvismaðurin nú ætlar sær
at forða føroyingum at reka og halda grind til?
FØROYINGAR standa helst saman sum ein
maður, tá tað um slíkt ræður. Hetta er tann
vanliga fatanin: at vit vilja ikki finna okkum í, at
útlendingar koma til okkara og vilja forða okk-
um í at drepa grind. Og vandi er fyri, at kemur
tað til skarpskeringar, so verður mannablóð at
flóta. Tað er tí øll orsøk til at gera sær hetta
greitt: hvat fara tiltøk frá Watson og móttiltøk
frá okkum sjálvum at føra til? Og hvussu fer
ein veruliga vanlukka at verða umrødd úti í
heimi. Nú globaliseringin vindur alt meira uppá
seg við eitt nú internetinum og tann grøna
bylgjan uttan iva fer at vinna størri og størri
frama, so er greitt, at alheimsins eygu fara at
verða vend móti Føroyum í eini álvarsligari
vanlukkustøðu millum Watson og føroyingar.
Hetta vita vit er júst tað Watson vil. Spurning-
urin er, hvat vit vilja. Hóast flest okkara ikki
góðtaka metodurnar og hugsunnarháttin hjá
Watson og hansara fólki, so eiga vit ongantíð
at vera so avgjørd, at vit ikki vilja tosa um hesi
viðurskiftini. Tað verða vit eisini noydd til, nú
heimurin verður minni og øll koma hvørjum
øðrum meira við. So spurningurin er eisini,
um ikki vit føroyingar sakliga og opið eiga at
taka dialogin upp um grindina - uttan uppá
forhond at hava lagt okkum eftir nakrari ávísari
niðurstøðu. Onkur vil fara so langt sum at siga:
lat Watson greiða frá, hvat hann hugsar og
heldur. Tá avvápna vit hann. Onkur annar sigur
beint tvørturímóti: at vit mugu ikki víkja ein
tumma. Gevur tú einum manni sum Watson
lítlafingur, so tekur hann alla hondina. Løg-
reglan hevur ein týðandi leiklut í hesum. Tað
er umráðandi, at hon brúkar vit og skil og
hevur psykologi sum eitt av amboðunum í
hesum torføra máli. Tað er sjálvandi av týdningi
at hava eina avgjørda støðu til slík fólk, men
tað er ikki altíð, at tað er rætt at brúka vald til
at fáa tað besta burturúr. Eingin ivi er um, at
løgreglan fer at fáa eina torføra uppgávu, tí
mugu vit eisini vóna, at hon er væl fyrireikað.
EIN onnur „hóttan“ kann koma frá einum øðr-
um umhvørvisfelagsskapi kanska næsta
summar. Tá oljuleitingin av álvara fer at taka
seg upp á opnum havi við Føroyar kunnu vit
rokna við, at Greenpeace fer at forða bori-
pallum og skipum at arbeiða. Hetta hava teir
gjørt í skotskum øki, so hví ikki eisini hjá okkum.
Eisini her hevur tað týdning, at føroysk løgregla
og lóggáva er klár og greið. Men harfyri eiga
vit at umrøða spurningin um framtíðar orku-
keldur. Tí er eisini rætt í hesum førinum at vísa
vælvild og taka upp dialogin um okkara felags
framtíð - eisini við umhvørvisfelagsskapirnar.
Harfyri nýtast vit ikki at vera samd við teir.
Í kvøld, hóskvøldið klokkan
19:30 verður fyrsta fyrireik-
andi venjingin til ólavsøku-
sangin á Tinghúsvøllinum.
Venjingar verða so aftur
sunnudagarnar 9., 16. og 23.
juli klokkan 16., og vænti-
liga verður tørvur á einari
seinastu venjing, sum verð-
ur mikukvøldið 26. juli kl
19:30.
Tveir verða kórleiðarar-
nir: Sunnleif Rasmussen
skal hava frumframførsluna
av nýggju ólavsøkukantat-
uni hjá Tróndi Bogason og
Dánjali Hoydal um hendi,
og Ólavur Hátún tekur sær
av inngangssálminum, ólav-
søkusanginum »Tórshavn«
hjá Pól F. Joensen og J.
Waagstein og tjóðsangi-
num.
Øll kórhugað eru væl-
komin at verða við, og
ynskiligt er, at sangarar
bæði av bygd og úr bý møta
fjølmentir, so at ólavsøku-
sangurin gerst máttmikil og
merkjaður hesa 1000-ára
merkisstund við nýggjari
kantatu.
Venjingarnar verða allar
í Kommunuskúlanum í
Havn, sigur Kórsamband
Føroya.
Nú byrjar ólavsøkuvenjingin
Tjóðskaparrøturnar stinga djúpt – hóast alt
Ein áhugaverd veljarakann-
ing varð almannakunngjørd í
seinastu viku.
Tú kanst fáa mang tog hvat
burturúr eini veljarakanning,
tað veldst jú um, hvat eygað
vil síggja og hvønn veg tú
snarar kanningini. Veljara-
kanningin er gjørd í sambandi
við fullveldissamráðingarnar
við danir og snýr seg ikki um
politisku avrikini heima í Før-
oyum.
Kanningin sigur, at Sam-
bands- og Javnaðarflokkurin
hava politiskan meiriluta,
samstundis sum 45% av fólk-
inum antin vil hava Annfinn
Kallsberg ella Høgna Hoydal
til løgmann. 27% vilja antin
hava Jóannes Ejdesgaard ella
Edmund Joensen til løgmann.
Er skiftistíðin 4 ár, sum danir
vilja, so eru føroyingar iva-
samir. Soleiðis kunnu vit
halda fram at snara veljara-
kanningini.
Tí er tað ein politisk
skemtisøga, tá ið Edmund
Joesen eftir seinastu samráð-
ingarnar við danir fyri opnari
mikrofon vil hava núverandi
samgongu at leggja frá sær.
Í ítróttarheiminum kemur
tað ikki fyri, at feløg siga upp
venjarar, tá ið tað gongur væl
á vølli. Tað er ikki fyrr enn
úrslitini gerast heldur ivasom,
at feløg royna okkurt nýtt og
ganga nýggjar leiðir.
Vit hava eina góða politiska
leiðslu í Føroyum í løtuni og
úrslitini eru góð. Vit hava
mestsum einki arbeiðsloysi,
byggja nýtt vaktarskip, sand-
oyarferju, vágatunnil, út-
byggja
landssjúkrahúsið,
fyrireika nýtt suðuroyarskip,
hava loyst marknaðartrætuna
við bretar, bankamálið er
loyst, pensjónin hjá teimum
eldri er hækkað munandi,
oljuvinnan er í góðum hond-
um og búskapurin er góður.
Bert at nevna nøkur av nógv-
um økjum, samgongan ehvur
arbeitt og arbeiðir við. Fólk
flyta aftur til Føroya eftir
kreppuárini og tað er ein
dynamikkur mestsum alla-
staðni í samfelagnum.
Tí fái eg meg ikki at trúgva,
at føroyingurin vil venda aft-
ur til samgonguna 1994-1996
millum Sambandsflokkin og
Javnaðarflokkin. Ein sam-
bandsflokk, sum fekk eina
misálitisváttan í 1998 og ein
Javnaðarflokk, sum rýmdi
undan ábyrgd 1996. Edmund
Joensen og Jóannes Eides-
gaard vóru sum hundur og
ketta og tí endaði samarbeiðið
teirra millum í 1996. Gloyma
fólk veruliga so skjótt?
Vit hava ein góðan løg- og
varaløgmann og eina góða
samgongu, sjálvt um onkur
landsstýrismaður
hevur
traðkað eitt sindur við síðuna
av í nýggju stýrisskipanarlóg-
ini. Eisini hava vit ein góðan
fíggjarmálaráðharra,
sum
hevur skil at leggja pening til
síðis, tá ið tíðirnar eru góðar.
Rom varð ikki bygdur eftir
einum degi, og sjálvandi er
tað nógv, sum kundi verið
gjørt øðrvísi. Men Sambands-
og Javnaðarflokkurin hava
einki at bjóða, sum núverandi
samgonga ikki megnar at út-
inna.
Vit skulu minnast til, at
samgongan hevur tvey stór
andstøðubløð sum mótpart og
eina andstøðu, sum ótroytti-
lig hevur borðreitt við ótelj-
andi ræðumyndum. Ja, sjálvt
skemtiteknararnir eru í parti
við andstøðuni.
Eisini hava vit ein Fólka-
flokk sum dragnar í fullveld-
ismálinum. Veljarakanningin
sigur tíðuliga, at sambands-
sinnaðir fólkafloksveljarar
eru riknir yvir í Sambands-
flokkin.
Poul Nyrup
Tá ið so Poul Nyrup eisini
hevur lagt seg út í føroyskan
politikk og sett føroyingar
upp ímóti hvørjum øðrum, so
er tað einastandandi, at sam-
gongan stendur seg so væl
sum hon ger. Hetta vísir bara,
hvussu djúpar tjóðskapar-
røturnar stinga.
Samráðingarnar við danir
eru fyri mær ógvuliga ein-
faldar. Tað er líkamikið fyri
Poul Nyrup og hansara fólk,
um tað búgva pingvinir, før-
oyingar, póllendingar ella
fransar í Føroyum. Tey hava
bert áhuga í teimum 1399
ferkilometrunum og havøkin-
um, sum liggja í Norðurat-
lantshavi.
Nyrup kann ikki gera her-
naðarlandgongd í Føroyum,
tí nýtir hann peningin sum
einasta vápn í fullveldismál-
inum. Alt hetta hongur bara
ikki saman moralskt, tá ið tú
lesur blaðið hjá Danida, sum
danska uttanríkismálaráðið
gevur út. Har reypa danir sær
av, hvussu nógv teir hjálpa í
menningarlondum,
og
hvussu nógv teir arbeiða fyri,
at øll fólk í heiminum fáa
frælsi og millum, annað
kunnu smíða sínar egnu
grundlógir.
Vildi danska stjórnin før-
oyinginum alt tað besta, so
hevði ein beinhørð skiftistíð
ikki verið nýtt í samráðing-
unum.
Um Føroyar hava verið ein
kleppur um beinini á dønum
í 600 ár og danir vildu av við
Føroyar, so hevði Nyrup við
gleði gingið við til eina 15-
20 ára skiftistíð.
Men danir vilja fyri alt í
verðini ikki av við tann góða
geografiska partin í konga-
ríkinum. Føroyar eru eitt gull-
nám fyri danir í altjóða høpi
og tað skínur ígjøgnum á øll-
um hermótum. Og tað veit
eisini andstøðan í Danmark.
Fullveldismálið fyri danir
snýr seg ikki um pening og
um hvat Nyrup kann loyva
sær yvir fyri donsku veljar-
unum.
Fullveldismálið snýr seg
um tær vøkru 18 oyggjarnar,
sum ikki mugu gleppa døn-
um av hondum. Alt annað er
sjónleikur.
Poul Nyrup hevur ringa
samvitsku og ber brævið til
einstaka føroyingin prógv um
hetta. Nyrup veit, at hann
hevur lagt ein skeivan taktikk
ímóti føroyingum frá byrjan
og er um at skrædna av ring-
ari samvitsku. Fullveldismál-
ið nívir henda annars arrog-
anta danska politikara.
Nyrup er tíverri alt ov stolt-
ur at viðganga mistakið, sum
seinni kann koma dønum aft-
ur um brekku.
Ein
annar
smidligari
danskur
forsætisráðharri
hevði heilt vist loyst fullveld-
ismálið á ein heilt annan hátt
til gagns bæði fyri Danmark
og Føroyar.
Vagnur Michelsen
Nú stendur loysingarsam-
gongan aftur á einum vega-
móti, eftir at teirra politiski
málsetningur er fullkomu-
liga miseydnaður. Tey sein-
astu rópini gella nú um allar
geilar, um at danir mugu
geva okkum olmussu í 15 ár,
um henda loysingarsam-
gonga skal hóra undan.
Vilja nú hava olmussu
Navnið olmussa, hava somu
loysingarflokkar fyri mong-
um árum síðani givið ríkis-
stuðlinum, og ikki kann sig-
ast, at hesin stuðul altíð hev-
ur verið so høgt í metum
millum loysingarflokkarnar.
Men nú er vent í holuni, tí
nú vilja teir allir hava ol-
mussu. Men í staðin fyri at
viðganga, at talan her er um
tað, sum teir fyrr kallaðu
olmussu, so royna teir nú at
skuldseta danir fyri bæði eitt
og annað.
Í hesum er einki nýtt. Men
hetta bøtir bara ikki um um-
dømið hjá hesum loysingar-
flokkum. Serliga ikki tá
hugsað verður um, at teir hó-
ast alt vilja hava tætt sam-
band við danska kongshúsið.
Fáa bert 4 ár
At skiftistíðin einans verður
4 ár, er ikki nakað nýtt. Nú
fara tað at verða 2 ár, síðani
Poul Nyrup Rasmussen lat
loysingarsamgonguna vita
av hesum, og síðani tá hevur
hann fleiri ferðir endurtikið
seg sjálvan, at soleiðis verð-
ur. Men loysingarsamgong-
an hevur tann trupulleika, at
hon vil ikki skilja Nyrup,
hóast stórur meiriluti í
danska fólkatinginum, stig-
ar forsætisráðharran í hesum
máli. Har verður sostatt ikki
meira at heinta hjá loysin-
arsamgonguni.
Landsstýrið má frá
Tí metir undirritaði, at nú er
stundin komin til handa, tá
landsstýrisins miseydnaði
politiski málsetningur fær
ein enda. Tað gerst einans
við at vit skjótast gjørligt
sleppa til atkvøðuhølini, og
fólkið harvið fær sett punkt-
um fyri hesi samgongu, sum
má leggja frá sær, so vit aftur
fáa eina arbeiðsføra stjórn,
og fólkið kann liva trygt í
landinum.
Andras Miðskarð
Donsk olmussa skal bjarga loysingarsamgonguni
HØGNI MOHR
Havsins verji. Velduga
vónarímyndin. Flaggskipið
í sjóverjuni hjá hvalum.
Við hesum stóru orðum
verður skipið, Ocean Warri-
or, hjá Paul Watson, um-
hvørvismanni, marknaðar-
ført í lýsingartilfari hjá fel-
agsskapinum, Sea Shep-
herd.
Og
»velduga
vónar-
ímyndin« er á veg til Før-
oya.
Á brúnni stendur sjálvur
Paul Watson. Watson skírir
seg eldhugaðan umhvørvis-
mann. Men hann er eisini
ein maður við einum óvan-
liga longum lista við lógar-
brotum.
Søkti skip
Í 1977 stovnaði Paul Wat-
son felagsskapin, Sea Shep-
herd. Hann var sama árið
tveittur úr Greenpeace, tí
hann var farin harðliga fram
móti kobbaveiðimonnum.
Ta ferðina tveitti hann lurk-
ar og skinn hjá veiðimonn-
unum í havi. Úrslitið var, at
Greenpeace varð dømt at
missa skattafyrimunir sínar
í USA.
Tvey ár seinni renda hann
við vilja á hvalaveiðibátin,
Sierra, men skipið sakk
ikki. Tískil royndi hann aft-
ur. Í 1980 søkti hann sama
skip við bumbum í portug-
isiska
høvuðsstaðnum
Lissabon.
Í 1981 søkti Paul Watson
tvey skip. Hetta hendi í
spanska
havnarbýnum,
Viga. Talan var um hvala-
veiðibátarnar, Ibsa I og Ibsa
II.
Framt lógarbrot í 23 ár
GRINDAMÓTMÆLI. Felagsskapurin, Sea Shepherd, sum mótmælir grindadrápi, hevur søkt átta skip og skatt onnur
seks síðani leiðarin, Paul Watson, fór til verka í 1977
HØGNI MOHR
Mómælisherferðin móti før-
oyskum grindadrápi byrjar
í morgin.
Paul Watson ætlar sær at
leggja upp í grindadráp,
men eisini at leggja fíggjar-
ligt trýst á føroyingar við at
stuðla boykotti.
Almenna endamálið við
herðferðini er sambært tíð-
indatilfar frá Sea Shepherd
at »steðga sláturítróttini um
so helviti ella høgar aldur
koma fyri«
Eisini verður beinleiðis
gjørt greitt í hesum tíðinda-
tilfari, at Paul Watson hevur
lítla virðing fyri føroyskari
mentan.
Sosialurin fekk orðið á
Watson í telefon úr Lerwick
í Hetlandi:
Halló, er tað PaulWatson?
– Ja
Hetta er Sosialurin. Nær
Lívið í vága
Flestu føroyingar minnast tá
ið Watson var í Føroyum í
1986. Í Føroyum varð Wat-
son skrivaður fyri at hava
skotið við línubyrsu eftir
føroyskum løgreglumonn-
um. Hann ætlaði at søkka
gummibátin, sum teir sigldu
í. Í løgreglufrágreiðingini
stendur, at Watson setti lívið
hjá
løgreglumonnum
í
vanda.
Umframt at skotið varð,
tveittu Watson og teir sign-
alljós við fosfori í eftir løg-
regluni. Hetta fosfor er sera
vandamikið, tí tað bæði log-
ar og etir seg inn í holdið á
monnum.
Eisini ætlaði Watson at
seta eld á bensin, sum stoytt
varð á sjógvin har sum
gummibátarnir hjá sjóverj-
uni sigldu. Men tað miseyd-
naðist, hóast signalljós at
kynda við vórðu tveitt fyri
borð.
Til reiðar at skjóta
Sama árið, sum Watson
gjørdi burtur úr sær í Før-
oyum, tóku hann og felags-
skapurin ábyrgdina av at
hava søkt tveir hvalaveiði-
bátar í Reykjavík. Eisini
søgdu teir seg hava framt
umfatandi herverk móti
hvalastøðini uttan fyri býin.
Ein teirra, sum gjørdi ar-
beiðið fyri Watson, Rodney
Corronado úr USA, er enn
eftirlýstur sum yvirgangs-
maður.
Fimm ár seinni, í 1991,
gjørdi Watson seg inn á eitt
meksikanskt fiskiskip. Í
einum av skipum sínum
hevði
Watson
rent
á
fiskiskipið ferð eftir ferð, og
stórur skaði stóðst av
hendingini.
Undir
tilburðinum vórðu fleiri av
manningini
umborð
á
skipinum
hjá
Watson
alvápnaðir. Sama árið vátt-
aði Watson í amerikonskum
bløðum, at hann altíð var
fyrireikaður at møta vanda-
miklum fólkum.
– Og eg eri til reiðar nýta
skotvápn at ræða og verja
okkum við, gjørdi hann
greitt í somu bløðum.
Lat botnventil upp
Í 1992 legði Watson aftur
eftir fiskiskipum. Hesaferð
vóru trý skip úr Kosta Rika
álopin av Watson og hans-
ara stuðlum. Skotið varð
eisini eftir kostarikansku
manningini, og tveir mans
vórðu raktir. Men skotini
vóru ikki skørp, so menn-
inir fingu bara ilt.
Sama ár royndi Watson at
søkka hvala- og fiskibát í
Lofoten við at lata botn-
ventilarnar upp. Royndin
miseydnaðist, men skipið
fekk stóran skaða.
»Tit háða okkum«
Í 1993 gav Watson boð um
at skjóta við kanón eftir
japonskum fiskiskipi. Sama
ár sigldi hann við fullari ferð
móti einum teivanskum
fiskiskipi meðan hann rópti
gjøgnum sendaran, at »...vit
sigla tykkum niður, tí tit
drepa ov nógvan smáhval
og tí tit háða okkum við at
kalla okkum andstyggi-
ligar...«.
Seinni royndi Watson
aftur at søkka skip við at
loysa botnventilin. Tað var
um reppið, at fiski- og
hvalaveiðiskipið,
Senet,
sakk undir hesi atgerð, sum
var framd í Gressvik í
Noreg.
Yvirgangsfelagsskapur
Tá ið 1993 var farið at halla,
almannakunngjørdi Watson,
at hann og felagsskapurin
higartil høvdu søkt 8 skip
og skatt onnur 6. Árið eftir
varð hann tveittur úr sínum
eygleiðarasessi í altjóða
hvalaveiðinevndini, IWC.
Samstundis
fordømdi
IWC felagsskapin hjá Wat-
son, og skírdi hann ein yvir-
gangsfelagsskap.
kemur tú til Føroya?
– Fríggjadagin!
Hvar fer tú at leggja skipi?
– Onkustaðni í føroyskan
sjógv?
Fer nakar føroyingur at
hjálpa tær at fremja tíni
átøk?
– Ja. Summir fara at
hjálpa okkum!
Hvussu tá?
– Teir fara at geva okkum
týdningarmiklar upplýsing-
ar!
Fara teir at boða tykkum frá
grindaboðum?
– Ja. Men eisini at hjálpa
okkum at boykotta føroysk-
ar fiskavørur!
Tú vart her í 1986. Eydnað-
ist tann ferðin?
– Á Ja. Vit gjørdu ein
dokumentarfilm, Svartur
Skurður. Hann varð vístur
á Discovery og í Avstralia.
Hesin filmur gjørdi, at al-
tjóða eygað varð vent móti
hesum máli!
Fara tit at bera tykkum at á
sama hátt hesaferð sum í
1986?
– Nei, vit fara at vera
nógv virknari. Vit hava
størri megi og felagsskap-
urin er nógv størri nú, og
vit hava gott samband við
fólk!
Fara tit aftur at nýta harð-
skap?
– Vit nýta ikki harðskap!
Eru tit vápnaðir?
– Ja, vit hava kanónir.
Men tær skjóta bara við
sukurlátukøkum, ha, ha...
Hava tit ongan skarpan lóð-
ur við?
– Nei, vit nýta ikki vápn!
Hvussu fara tit at leggja
uppí grindadráp?
– Vit fara fyrst at royna
at reka grindir burtur frá
oyggjunum. Tá ið vit leggja
beinleiðis upp í drápið, fara
vit ikki at løsta nakran!
Men, leggja tit upp í grinda-
drápið, so bróta tit føroyska
Paul Watson:
Føroyingar hjálpa okkum
lóg?
– Eg leggi einki í lógir,
sum....
Ert tú anarkistur?
GRINDAMÓTMÆLI. Á miðdegi í gjár vildi Watson vera
við, at føroyingar samstarva við Sea Shepherd
– Anarkistur...?...ehhh,
nei...men eg leggi einki í
lógir, ið verja órættvísi og
ræðuleika. Vit eru ein al-
Paul Watson vil vera við, at føroyingar sjálvir fara at hjálpa honum at steðga
grindadrápi
Savnsmynd
Paul Watson skírir seg sjálvan umhvørvismann. Men hann
er eisini virkin lógbrótari
Savnsmynd
tjóða felagsskapur. Ikki ein
føroyskur…