Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-07-06, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. juli 2000síða 3

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 5 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 127 - 6. juni 2000 Nr. 127 - 6. juni 2000 gult cyan magenta svart gult cyan magenta svart ÁKI BERTHOLDSEN Tað hevur vakt ans, bæði í byggivinnuni og hjá politik- arum, at nýggi Landsverk- frøðingurin, Oyvindur Brimnes, er komin í nevnd- ina fyri P/F Vágatunnilin. Tí samstundis stendur í lógini fyri Vágatunnilin, at tað er Landsverkfrøðingur- in, sum skal hava eftirlitið við arbeiðnum vegna Før- oya Landsstýrið og Føroya Løgting. Tí eru tað mong, sum halda, at Landsverkfrøðing- urin átti at hildið seg langt vekk frá einum nevndar- sessi í P/F Vágatunlinum. Men nú, hann er komin í nevndina, fær hann at fáa álvarsligar gegnistrupul- leikar, tí nú er hann komin sær sjálvum í eina støðu, har hann í veruleikanum skal Landsstýrið slept øllum eftirliti við Vágatunnilin –Nýggi Landsverkfrøðingurin er komin í nevndina fyri P/F Vágatunnilin, samstundis sum hann skal hava eftirlitvið arbeiðnum. Sostatt skal hann nú hava eftirlit við sær sjálvum Hvussu kann fólkið hjá Landsverkfrøðinginum hava eftirlit við einum arbeiði, sum teirra egni stjóri er ein týðandi partur í, spyr Heini O. Heinesen, sum umhugsar at reisa ein skrivligan fyrispurning í tingi Landsverkfrøðingurin: Tað er ongin trupulleiki – Eg dugi ikki at síggja, at tað skal vera nakar gegn- istrupulleiki hjá mær at vera nevndarlimur í P/F Vágatunl- inum, samstundis sum vit skulu hava eftirlitið við arbeiðnum, sigur nýggi Landsverk- frøðingurin ÁKI BERTHOLDSEN Nýggi Landsverkfrøðingur- in, Oyvindur Brimnes, dug- ir ikki at síggja nakran sum helst trupulleika við, at hann er blivin limur í nevndini fyri P/F Vágatunlinum, samstundis, sum hansara stovnur skal hava eftirlit við arbeiðnum vegna Lands- stýrið og sostatt, eisini vegna løgtingið. Hann sigur, at hann er ikki rættiliga greiður yvir, akkurát, hvussu eftirlits- ligt: Ella við øðrum orðum, at fáa sum mest fyri pen- ingin. – Tí er sum so ongin and- søgn í endamálinum hjá Landsverkfrøðinginum og hjá Vágatunlinum. Hann heldur, at uppgáv- an hjá Landsverkfrøðings- stovninum verður líka nógv at verða ráðgevari hjá byggiharranum. Hann vísir m.a. til vanliga vegagerð í Føroyum. – Har er tað Landsverk- frøðingurin, sum ger veg- irnar, samstundis sum hann er vegamyndugleiki. Hetta er onki øðrvísi enn tað, leggur hann afturat. Oyvindur Brimnes heldur ikki at gegnistrupulleikar fara at stinga seg upp uttan so, at ósemja fer at taka seg upp í millum Landsverk- frøðingsstovnin og nevnd- ina fyri P/F Vágatunlinum. –Men so er onki at gera uttan at halda seg uttanfyri viðgerðina av akkurát teim- um málunum, sum ósemja er um. Í sambandi við vegagerð- ina hevur Landsverkfrøð- ingurin mælt til at taka av lægsta tilboði hjá Byggitek, men tað er ongin loyna, at nevndin fyri P/F Vágatunn- ilin er mest áhugað í tilboð- num frá J&K Petersen. – Er tað ikki skjótt, at tú kanst enda í eina støðu, har tú kemur at arbeiða beint ímóti tilráðingini hjá Landsverkfrøðinginum? – Nú eri eg ikki blivin Landsverkfrøðingur enn. –NMen í slíkum førum kann eg ikki vera við til at taka avgerðirnar, so har má eg halda meg frá at taka lut í viðgerðini. Men hann heldur, at slíkar avgerðir eru ikki høvuðs- endamálið hjá nevndini, tí tað er bara ein heilt lítil part- ur av eftirlitinum. – Eg dugi ikki at síggja, at eftirlitið skal vera mót- parturin hjá byggiharranum. – Eg ivist ikki í, at eisini P/F Vágatunnilin hevur á- huga í, at eftirlitið er so gott sum gjørligt. Oyvindur Brimnes hevur fylgt við í tí, sum er hent í málinum um Vágatunnilin hesa seinastu tíðina og í kjakinum, sum hevur verið í kjalarvørrinum á teimum avgerðum, sum eru tiknar. Men hann vil ikki gera viðmerkingar til tað, sum er farið fram.Hann tekur við sum Landsverkfrøðingur 1. august. – Eg dugi ikki at síggja, at Landsverkfrøðingurin og P/F Vágatunnilin er mótpartar, hóast Landsverkfrøðingurin skal hava eftirlitið við Vágatunlinum, sigur Oyvindur Brimnes, nýsettur Landsverkfrøðingur og nývaldur nevndarlimur í P/F Vágatunlinum skyldan er orðað. –Vit hava ikki havt fyrsta nevndarfundin enn og tað er m.a. tað, sum greiðast skal fáast á á tí fundinum. Men sum hann hevur skilt tað skal Landsverkfrøðing- urin tryggja, at arbeiðið, tekniskt er á nóg høgum støði. –Annars eru tað eisini privat felag, sum skulu hava tekniska eftirlitið við ar- beiðnum. Annars heldur Oyvindur Brimnes ikki, at talan verð- ur um nakran gegnistrup- ulleika. – Uppgávan hjá bæði Landsverkfrøðingsstovnin- um og P/F Vágatunlinum er tann sama, nevniliga at fáa ein so góðan tunnil sum gjørligt, so bíliga sum gjør- hava eftirlit við sær sjálv- um. Hetta eru tað bæði fólk í byggivinnuni og politikarar, sum halda er ikki serliga álitisvekjandi. Fyrispurningur í ting- inum Ein av teimum politikarum, sum var harðast ímóti at stovna eitt partafelag at gera undirsjóvartunnilin, var Heini O. Heinesen, formað- ur í vinnunevndini hjá løg- tinginginum. Hann sigur, at tað, sum nú er hent, hevur bara sann- ført hann um, at hann var á rættari leið. –NNú er sjálvur Lands- verkfrøðingurin komin í nevndina. Men samstundis skal hann, sum almennur myndugleiki, hava eftirlitið við arbeiðnum fyri Lands- stýrið og løgting. – Og tað sigur seg sjálvt, at einum slíkum eftirlitið kann ongin hava álit á, sigur Heini O. Heinesen. Hann heldur eisini, at hetta kann kom at skapa stórar trupulleikar innan- hýsis á Landsverkfrøðings- stovninum, tí hann ivast í, hvussu tað fer at bera til hjá fólkinum har, at hava eft- irlitið við einum arbeiði, sum teirra egni stjóri er bliv- in ein so týðandi partur í, sum tlaan er um í hesum føri. Og við at lata seg velja í nevndina, hevur Landsverk- frøðingurin ikki bara skapt sær sjálvan ein gegnistrup- ulleika. Hann hevur givið øllum stovninum ein gegn- istrupulleika, tí veruleikin er, við hesum hevur hann „likviderað“ sítt egna eftir- lit. Hann sigur, at Landsverk- frøðingurin var ikki í nevndini áður, so tað er púra burturvið, at velja hann í nevndina nú. –Eftirlitið við einum slík- um arbeiði er ikki ein sam- ráðingarspurningur, og tí er tað ein avgerandi fortreyt fyri eftirlitið, at tað er vatn- tætt skott ímillum eftirlitið og tann, sum skal standa fyri arbeiðnum. Hann sigur, at hann metir málið so mikið álvarsligt, at hann umhugsar at reisa ein skrivligan fyrispunring til Finnboga Arge, landsstýris- mann um hetta, tá ið løg- tingið kemur saman aftur. SVEINUR TRÓNDARSON Tað vera ikki eiti á tónar, sum fara at streyma úr eysturríkiska býnum Linz í døgunum 12. til 16. juli. Tá verður býurin vertur fyri ikki færri enn 18 túsund kórsangarum, sum verða við í allarfyrstu kór-olympi- aduni. Sjálvandi verður eisini eitt føroyskt kór við. Nú er tað skjótt bara ”tann rætta” OL-kappingin í ítrótti, sum vit ikki sleppa at vera við í, tí bæði tá tað umræður talv og t.d. kórsang, eru vit við. Kórið, sum umboðar Før- oyar er Tórshavnar Mans- kór. Tað var Undirvísingar- og Mentamálastýrið sum heitti á kórið um at taka dystin upp, og tað lat kórið sær ikki siga tvær ferðir. Tað er kanska tí, at kórið hevur verið í vási fyrr. Fyri einum ári síðani ella so, var Tórs- havnar Manskór við í stórari kapping í Wales, so teir vita, hvat tað snýr seg um, tá til stykkis kemur. Ta ferðina gjørdist kórið nummar seks av trettan kór- um, og tá hugsað verður um støði, so eru kórmenninir sera væl nøgdir. Jørgin Johannesen, tals- maður fyri kórið, sigur, at ta ferðina var støði heilt óvanliga høgt og kórini sera professionel. – So vit vóru meiri enn nøgdir við sætta plássi, sigur hann. Hóast talið av kórum er stórt, so er bólkurin, sum Tórshavnar Manskór skal kappast í, ikki so stórur. Níggju kór eru í bólkinum og tey skulu syngja í 20 minuttir hvørt. Á skránni hjá okkara monnum eru fýra sangir, og eru tað »Vit eru føroyingar« hjá Regini Dahl og Kára Bæk, Orðini, sum Rói Patursson eigur, og sum Bjarni Restorff hevur útsett, Jeg vil mig Herren Lofve, sum Bjarni Restorff eisini hevur útsett og Land- kenning eftir Edvard Grieg. – Sangirnir eru nokk so drúgvir, men tað er ein spennandi skrá, sigur Jørgin Johannesen, sum annars greiðir frá, at teir eru komnir beinleiðis í annað umfar. – Tað er so, at tá tú kemur, sum alment umboð fyri eitt land, so kemur tú beina leið í annað umfar, og í hesum føri eru vit alment umboð, greiðir Jørgin frá. Tórshavnar Manskór skal ikki bara framføra ta einu ferðina. Sum alment umboð skulu teir eisini hava tríggj- ar aðrar framførslur, sum m. a. vísa mentanina í tí land- inum teir koma frá. – Ætl- anin var, at vit skuldu hava tvær framførslur, men tað er í seinastu løtu vorðið til tríggjar. Harumframt skulu vit eisini vísa føroyskan dans – bæði vanligan og dansispøl, sigur Jørgin, sum leggur afturat, at tí verður tað ikki ein avslappingartúr- ur. Konur og dámur hjá kór- sangarum eru við á ferðini og sum skilst, skulu tær vera við til tann føroyska dansin. Tóshavnar Manskór leggur frá landi tíðliga fríggjadag- in. Farið verður við Norr- ønu til Hanstholm haðani teir koyra til Midtfyn. Har skulu teir vitja Søllinge Manskor, sum er eitt mans- kór við eldri monnum – pensjonistum. Sunnukvøld- ið hava teir so eina fram- førslu saman í Nørre Lyn- delse kirke, og tað má so sigast at vera venjingardyst- urin á ferðini … Mánadagin fer kórið í bussi til Linz í Eysturríki, har kórolympiadan verður sett mikudagin í næstu viku. Tað er ikki smávegis tað kostar, tá eitt so stórt kór skal avstað. Jørgin Johann- esen sigur, at túrurin kostar onkustaðni ímillum 550 og 600 túsund krónur. Megin- partin hava kórsangararnir sjálvir goldið, men ein trið- ing hevur tað eydnast at fáa til vega við faldarum og stuðli. – Lýsararnir vóru sera hjálpsamir tá vit gjørdu faldaran og so hava vit eisini fingið stuðul úr Men- tunnargrunni Føroya Løg- tings, frá UMMS og frá Tórshavnar Býráði, sigur Jørgin Johannesen, sum í tí sambandi takkar stuðlun- um. Sum nevnt verða 350 kór við. Tað svarar íalt til um- leið 18 túsund luttakarar og teir koma úr 60 londum. Tey 350 kórini skulu kappast í 28 bólkum og vit ynskja Tórshavnar Manskóri góða ferð og ikki minni góða eydnu. Tórshavnar Manskór til kór-OL Fríggjadagin fer Tórshavnar Manskór við Norrønu við kós móti Linz í Eystur- ríki. Teir skulu í døgunum 12. til 16. juli vera við í fyrstu kór-olympiaduni saman við 350 øðrum kórum GLAÐING - føroyska mánaðarblaðið er at fáa á hesum støðum: Sosialurin - 311820 Norðoyggjar: Shell Quick Service, Stangavegi, Klaksvík Statoilstøðin, N. Pálsgøtu, Klaksvík Kioskin hjá Ann, Klaksvíksvegi, Klaksvík Kioskin v/ Andreu Gaard, Klaksvíksvegi 59, K. Tuck Shop, Klaksvíksvegi 65, Klaksvík Kiosk Sigrið, Klaksvík Hotel Norð, Viðareiði Eysturoy: Shell-støðin á Oyrarbakka Statoil, Skálabotni Statoil, Heiðavegi, Saltangará Statoilstøðin á Strondum Kiosk Vár, Runavík Kioskin við Toftagjógv, Toftir Shell-støðin í Gøtudali FK, Fuglafirði Joma, Skála Stranda Centrum Norðstreymoy: Shell-støðin inni á Fjør, Vestmanna Statoil-støðin, Kollfjarðadali Hjá Børge, Kollafjørður Tórshavn/Argir: H. N. Jacobsens bókahandil Hjalmar Jacobsens bókahandil Bókasølan í SMS Bónus FK-Hoyvík FK, Dr. Jacobsensgøta Kiosk Activ P. A. Restorff Ternubúðin Frants Restorff, bakarí Hjá Gunnleivi, Landavegi Hjá Gunnleivi, Hoyvíksvegi Shell við Norðara Ringveg Statoil-støðin í Gundadali Hornið, SMS Bakaríið Mylnan Kiosk Sentrum, Handilskjarnin Kiosk Svalin Video 2000, Per Mohrsgøtu, Hoyvík Kioskin í Hoyvík, Hvítanesvegi Hornabúðin, J. Dalsgøta, Hornabø Bónus, Smyrilsvegi Garðsbúðin, Argir Argjabúðin, Argir Statoil-støðin, Argir Vágar: Kafeteria á flogvøllinum Myllan, Miðvági FK Vágar, Miðvági Nólsoy: Hjá Anfinn Sandoy: Shell-støðin, Sandur Statoil-støðin,Sandur Suðuroy: Tangabúðin, Tvøroyri FK, Trongisvági Shell-støðin á Oyri, á Bakka, Vági Fa. Dahl, v/ Solveig Johansen, Vági