Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-07-06, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. juli 2000síða 4

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 7 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 127 - 6. juni 2000 Nr. 127 - 6. juni 2000 gult cyan magenta svart gult cyan magenta svart RÚNAR REISTRUP Altjóða hvalaveiðinevndin, ið hevur til endamáls at røkja stórhvalastovnarnar og soleiðis leggja lunnar undir eini hóvligari menn- ing av hvalaveiðiídnaðin- um, hevur ársfund í austr- alska býnum Adelaide í hes- um døgum. Men hóast Før- oyar mugu metast at vera áhugaverdar í hvalaveiði- høpi, so hevur Landsstýrið í ár valt ikki at senda nakað umboð á ársfundin. Orsøkin er sambært Kate Sanderson úr uttanlands- deildini hjá Landsstýrinum tann, at IWC hevur mist sítt trúvirði sum felagsskapur fyri skynsamari hvalaveiðu. Meir enn helvtin av lima- londunum í IWC hava ongantíð veitt hval, og sam- bært Kate Sanderson lata nógv av hesum londum seg stýra av áhugafelagsskap- um ímóti hvalaveiðu í ein slíkan mun, at tey ikki taka vísindaligu tilráðingarnar til eftirtektar. Av tí sama hevur IWC enn ikki slept einum einasta hvalaveiðibanni, hóast vís- indaligu tilráðingarnar siga, at ikki allir stórhvalastovnar eru hóttir, og at tað tískil átti at verið grundarlag fyri einari avmarkaðari veiði- mongd av ávísum hvala- sløgum. Eigur ikki at blanda seg í grindadráp Millum annað hetta hevur virkað til, at føroyingar fyri- bils eru givnir at senda fólk á ársfundirnar hjá altjóða hvalaveiðinevndini. Oftast kemur onkur fyri- spurningur um grindadráp fram á ársfundunum hjá IWC, men har hevur greiða svarið frá føroyskari síðu hvørja ferð verið, at slíkir fyrispurningar gjarna verða svaraðir, men ikki hoyra heima í IWC samanhangi. Út frá hesi sannføring, hev- ur síðan verið heitt á landið, ið hevur reist fyrispurning- in, um at senda fyrispurn- ingin beinleiðis til Føroya. Sambært føroysku mynd- ugleikunum hoyra grind og grindadráp í veruleikanum ikki til málsøkini hjá altjóða havalveiðinevndini. – Vit halda ikki at IWC eigur at umsita smáhvala- stovnar, og hetta hava vit eisini fingið donsku sendi- nevndina at taka undir við, greiðir Kate Sanderson frá. Hóast einki føroyskt umboð nú er á ársfundinum, fer danska sendinevndin fram- haldandi at svara møgulig- um fyrispurningum um grindadráp á sama hátt sum higartil hevur verið svarað. Onki alment mótmæli Hóast eingi umboð fyri Før- oyar við á fundinum í ár, so er landið umboðað av donsku sendinevndini undir øllum umstøðum. Tá føroy- Føroyingar ikki við á hvalaveiðifundi Í hesum døgum hevur altjóða hvalaveiðinevndin IWC sín 52. ársfund í Adelaide í Australia. Føroyar hava í nógv ár verið umboðaðar á hesum ársfundum, men í ár hava føroyingar valt at halda seg burtur ingar hava verið við á fund- unum hjá altjóða hvalaveiði- nevndini hevur tað somu- leiðis verið sum partur av donsku sendinevndini. Við teirri ríkisrættarligu støðu, sum Føroyar hava í dag, ber ikki til at vera sjálvstøðugur limur í IWC, og talan er sostatt ikki um at føroyingar alment mótmæla felagsskapinum við ikki at møta upp til ársfundin, men heldur at fundurin stutt og greitt verður burturprioriter- Sambært Kate Sanderson úr uttanlandsdeildini hjá Landsstýrinum, hevur altjóða hvalaveiðinevndin IWC mist sítt trúvirði sum felagsskapur fyri skynsamari hvalaveiðu aður frá føroyskari síðu. – Vit eru limir í norður- lendska hvalaveiðifelags- skapinum NAMMCO og tað halda vit vera ein meira hóskandi felagsskap at um- sita smáhvalaveiðuna kring Føroyar, sigur Kate San- derson, og leggur afturat, at tað tí er umráðandi, at føroyingar brúka sítt avmarkaða tilfeingi til at styrkja NAMMCO. Hon dylir tó ikki fyri, at tað kann tulkast sum ónøgd við altóða hvalaveiði- nevndina, at Føroyar ikki fara til ársfundin hjá IWC, men ivast í, um hetta verður lagt til merkis av hinum londunum á ráðstevnuni, við tað at Føroyar sum nevnt ikki er sjálvstøðugur limur í fel- agsskapinum. Ætla ikki at bróta bannið Í løtuni er stórhvalaveiða ikki so aktuell í Føroyum. Men grannaland okkara Noreg drepur árliga nakrar millum fimm- og seks- hundrað størri hvalir. Sam- bært hvalaveiðibanninum, ið IWC umsitur, er tað møguligt hjá einum landi at seta seg ímóti banninum og harvið er ber til hjá við- komandi landi at halda fram við at veiða hval. Norðmenn settu seg ímóti banninum hjá IWC, ið varð sett í gildi í 1987, men gavst kortini við hvalaveiðu síni. Í 1993 fóru norðmenn so undir aftur at veiða hval í avmarkaðum nøgdum, hóast mótmæli frá millum øðrum IWC. At føroyingar aftur fara at veiða hval undir verandi hvalaveiðibanni er lítið hugsandi, tí Danmark setti seg ikki ímóti hvalaveiðu- banninum, tá tað varð sam- tykt, og tískil ber ikki til hjá føroyingum at skáka sær undan. Men um IWC broytir støðu og aftur fer at loyva veiðu eftir ávísum hvalasløgum, so er tað hugsandi at størri hvalir fara at verða drignir upp á land í Føroyum. Fylgja við kortini Sum er røkist tó einki fyri at limalondini í altjóða hvalaveiðinevndini fara at semjast um at loyva gagn- nýtslu av teimum hvala- stovnum, ið metast at vera væl fyri. Men hendir nakað á økin- um, er tað áhugavert hjá før- oyingum, og tí vendir Landsstýrið ikki blinda eygað ímóti IWC hóast alt. – At vit ikki eru til staðar á ársfundinum merkir ikki, at vit ikki fylgja við og eru áhugað í tí, sum kemur fram á fundinum, sigur Kate Sanderson og greiðir frá, at føroysku myndugleikarnir hava gott samstarv við sendinevndirnar hjá hinum norðurlondunum og harvið fáa fylgt væl við í tí, sum fer fram. At danir í síni tíð gjørdust limir í IWC komst í stóran mun av føroysku stórhvala- veiðuni, sum helt fram í langa tíð, eftir at danir góv- ust at veiða hval. Og føroyingar hava eisini verið partur av donsku sendinevndini so gott sum hvørt ár fram til í fjør, tá vit heldur ikki vórðu umboðað á ársfundinum hjá altjóða hvalaveiðinevndini. Fiskirannsóknarstovan skal vera við Jørgin Niclasen, landsstýrismaður, vil ikki hoyra talan um, at Fiskirannsóknar- stovan skal burtur úr arbeiðinum í Skipanarnevndini. – Tað stendur í lógini at teir skulu vera við, og tað verða teir, sigur hann og leggur afturat, at eru fiskifrøðingarnir ikki samdir, so eiga teir at arbeiða fyri sínum sjónarmiðum SVEINUR TRÓNDARSON Fyri nøkrum døgum síðani kom fram, at Fiskirann- sóknarstovan vil sleppa burturúr arbeiðinum í Skip- anarnevndini. Fiskifrøðing- arnir eru ikki so fegnir um, at teir skulu gera tilmæli til nevndina, sum teir sjálvir ikki kunnu taka undir við, og teir meta, at tað tekur ein part av trúðvirðinum frá teimum. At Fiskirannsóknarstovan meinar tað tey siga í álvara, var almannakunngjørt í dag, tá Skipanarnevndin legði fram frágreiðing sína fyri fiskimálaráðharran at taka støðu til. Í fylgiskrivinum til frágreiðingina skrivar Kjartan Hoydal, formaður, at nevndin er samd um frá- greiðingina, men at Fiski- rannsóknarstovan hevur sent Fiskimálastýrinum bræv um sítt arbeiðið í nevndini og umboðið fyri Fiskirannsóknarstovuna í nevndini hevur tí ikki góð- kent endaligu frágreiðing- ina, men vísir til tilmælið frá stovninum. Tað er synd at siga, at Jørgin Niclasen, landsstýr- ismaður, er nøgdur við av- gerðina hjá Fiskirannsókn- arstovuni, og hann hevur heldur ikki í hyggju at lata stovnin sleppa burtur úr ar- beiðinum í nevndini. – Eg haldi, at tað er ótrúliga óheppið. Higartil hava vit havt ta styrki, tá vit hava verið uttanfyri landoddarnar, at hjá okkum arbeiða vinna og fiskifrøð- ingar saman um at fáa skila- bestu loysnina, sigur Jørgin Niclasen. Hetta heldur hann at vit eiga at halda fram við at gera, og tí hevur hann ikki í hyggju at lata Fiskirann- sóknarstovuna sleppa und- an at arbeiða í Skipanar- nevndini. – Eitt annað er so tað, at tað er lógarkrav, at stovn- urin skal vera við í arbeið- inum, leggur Jørgin afturat. Spurdur um hann skilir sjónarmiðini hjá Fiskirann- sóknarstovuni, sum skal hava eftirlit við, at fiska- stovnarnir eru í forsvarlig- um standi, sigur Jørgin Niclasen, at tað ger hann lutvíst. – Men eg haldi, at teir framhaldandi áttu at verið við, tí tað er har, teir kunnu gera sína støðu gald- andi. Tað er ikki serliga diplomatisk loysn, bara at kasta frá sær og taka seg burturúr, sigur hann. Men er hetta kanska ikki eitt tekin um, at fiskifrøðing- arnir eru troyttir av, at tað ikki verður lurtað eftir tí teir siga? – Tað er ikki óhugsandi. Men framvegis haldi eg, at tað er at fara ov langt, at leggja kongin og rýma úr einum samstarvi, sum er til gagns fyri vinnuna og fyri stovnarnar. Í sínum tilmæli sigur Fiskirannsóknarstovan, at eftir teirra meting eigur veiðitrýstið at verða lækkað rættiliga nógv. Kortini mæl- ir Skipanarnevndin til at halda fast við dagatali. So er ikki so torført, at skilja at fiskifrøðingarnir halda tað vera týdningarleyst at vera við. – Var tað grundgevingin í brævinum, so hevði eg skilt tað, men tað er ikki tað, sum verður sagt í brævinum, sigur Jørgin Niclasen. Tó er tað ikki óhugsandi, at hóttanin frá Fiskirann- sóknarstovuni fer at hava sítt at siga, tá landsstýris- maðurin fer at gera sítt til- mæli til politisku viðgerð- ina av fiskidagatalinum fyri komandi árið. Á tíðindafundinum vísti Jørgin Niclasen til óskriv- aðu semjuna millum sam- gonguflokkarnar, og segði, at hann nokk fór at mæla til, at fiskidagatalið verður skorið eitt sindur í mun til tað, sum tað er nú. Um tað so fer at bera til at fáa undir- tøku í tinginum fyri niður- skurði í dagatalinum, visti Jørgin ikki, men hann metti, at samgonguflokkarnir fara at taka undir við tí. Jørgin Niclasen, landsstýrismaður, er als ikki nøgdur við avgerðina hjá Fiskirannsóknarstovuni um at sleppa burturúr arbeiðinum í Skipanarnevndini Peningastovnarnir í góðum standi Gjaldføri í føroysku peningastovnunum er gott. Góðar tríggjar milliardir eru tøkar hjá peningsstovnunum og tað skuldi havt við sær, at teir standa á tryggari grund SVEINUR TRÓNDARSON Føroysku peningastovnarnir hava árini eftir kreppuna havt vind í seglunum. Hvøkkurin eftir skrædlið fyrst í 90-unum hevur bitið seg fastan í hugan hjá teim- um, sum ráða og sum tað sær út í løtuni, vilja teir ikki lata sær lynd, at vera tiknir á bóli enn einaferð. Hyggja vit eftir hvussu javnin hjá peningastovn- unum sær út, so síggja vit, at innlánini eru økt rættiliga fitt, útlánini ikki so nógv, meðan gjaldføri seinasta ár- ið hevur hildið sær á umleið trimum milliardum. Hesi tøl merkja at før- oysku peningastovnarnir standa á rættiliga tryggari grund. Útlánini vaksa ikki við somu ferð, sum innlán- ini og tann peningur, sum tá verður til avlops, verður settur í annað enn lán. Her kann talan verða um láns- brøv ella í partabrøv uttan- lands, sum tó er meira sjáld- samt. Eitt annað, sum vit kunnu festa okkum við er, at á- byrgdirnar eru komnar nið- ur á góðar 200 milliónir. Fyri um tíggju árum síðani vóru ábyrgdirnar omanfyri tvær milliardir, og tað vil siga, at ein stórur partur av “møguligu skyldunum” hjá peningastovnunum eru burtur Landsbankin: Kunning um Føroyar Landsbankin hevur sent út frágreiðing á enskum máli um Føroyar og føroysk viður- skifti. “Information Memorandum 2000” er tøkt á internetinum og kann takast niður haðani SVEINUR TRÓNDARSON Ritið um Føroyar og før- oysk viðurskiftið verður givið út vegna Føroya Landsstýri stendur í inn- ganginum. Hefti, sum er góðar 20 síður til støddar, viðgerð Føroyar í sínari heild. Frá landafrøðisligu viðurskiftu- num til tann fíggjarliga pol- itikkin og búskap. Sum skilst er “Informati- on Memorandum 2000” ikki ætlað, sum ein úttøm- andi kelda um føroysk við- urskiftið, men meira sum ein stutt gjøgnumgongd av teimum viðurskiftum, sum eru galdandi í landinum. Greitt verður frá politisku skipanini við útgangsstøði í landsstýrinum, sum situr við ræði. Felagsskapurin við Danmark er umrøddur, og greitt verður frá skipanini við sermálum og felagsmál- um. Sum vera man, er tað tann búskaparligi parturin, sum hevur ta størstu og drúgv- astu umtaluna. Greitt verður frá, hvussu føroyski bú- skapurin hongur saman, og greitt verður eisini at tætta samanhanginum millum fiskin og føroyska búskapin. Tað undrar neyvan held- ur, at uttanlandsskuldin hevur sítt egna kapittul. Skuldin, sum hevur verið so ómetaliga stór, er nú komin niður á góðar 4 milliardir og frágreiðingin um, hvussu tað ber til stendur eisini í kunningarritinum. Ritið er at finna á adress- uni: http://landsbank.fo John Johannessen Á næsta samrá›ingarfund- inum vi› donsku stjórnia vil løgma›ur hava endaliga grei›u á felags rættindun- um, gjaldoyrasamstarvin- um, umsitingarliga sam- starvinum og kongsfelags- skapinum vi› Danmark. Hetta ger løgma›ur greitt í einum brævi til danska for- sætisrá›harran t‡sdagin. Løgma›ur heldur, at part- arnir á fundinum eiga at koma til eina endliga polit- iska loysn á øllum hesum økjum, so til ber at gera eina felags ni›urstø›u. Fyri at hetta skal bera til, sk‡tur løgma›ur upp, at em- bætisfólkini hjá bá›um pørtum fáa grei›u á øllum tekniskum vi›urskiftum í hesum spurningum, solei›- is, at stjórnin og landsst‡ri › ikki n‡tast brúka tí› til hetta á næsta samrá›ingarfundin- um. Hvassor›a›ur løgma›ur Løgma›ur er í restini av brævinum óvanliga hvass- or›a›ur. Hann sigur seg vera ógvuliga ónøgdan vi› seinasta samrá›ingarfundin, eins og tann fyrsta, i› var› hildin 17. mars. – Seinasti fundurin í Keypmannahavn avmynd- a›i, eftir uppfatan lands- st‡risins, serlistaklia ósam- skapa›u vi›urskiftini mill- um landsst‡ri› og donsku stjórnina í samrá›ingunum um føroyskt sjálvræ›i, skrivar løgma›ur. Anfinn Kallsberg leggur afturat, at samrá›ingarnar samanumtiki› hava veri› ó- fullnøktandi fyri landsst‡r- i›, ikki minst í einum máli›, sum hevur so stóran t‡dning fyri føroyska fólki›. Løgma›ur harmast eisini um, at stórnin á seinasta samrá›ingarfundinum var ímóti at seta eina felags nevnd at finna eitt faktuelt grundarlag fyri búskapar- ligu skiftistí›ini. Hann held- ur nevniliga, at júst ein slík nevnd hev›i fingi› grei›u á ósemjuni um skiftistí›ina, eins og hon kundi fingi› í lag postivt samskifti millum partarnar um hendan spurn- ing. Loysa trupulleikan vi› skiftistí›ini Løgma›ur kunnar í brævin- um danska forsætisrá›harr- an um, at landsst‡ri› í løtuni kannar, um ta› finnast altjó›a mannagongdir fyri at loysa slíkar trætur, sum trætuna millum landsst‡ri › og stjórnina um skiftistí›- ina. Annars ætlar landsst‡ri › at finna út av, hvussu partar- nir á ein konstruktivan hátt kunnu finna eina semju á hesum øki. Talan skal vera um eina semju, i› samsvarar vi› avtaluna frá 10. juni 1998. Í hesi avtalu bindir danska stjórnin seg til at virka fyri, at minka blokk- stu›ulin á ein slíkan hátt, at Føroyar fáa ein sjálvberandi búskap. Landsst‡ri› mi›ar eftir, at næsti samrá›ingarfundurin skal vera í Føroyum so skjótt, sum møguligt eftir summarfrítí›ina. Nú skal sam- rá›ast li›ugt Stendur ta› til løgmann, skulu allir spurningar uttan skiftistí›in avgrei›ast endaliga á næsta samrá›ingarfundi um ríkisrættarligu stø›una Stendur ta› til løgmann, koma Pul Nyrup Rasmussen og Anfinn Kallsberg at sita í Føroyum næstu fer› teir halda tí›indafund eftir loknan samrá›ingarfund Bygdastevnan á Strondum Bygdastevnan á Strondum Fríggjadagin 07. juli kl. 19.00 Sjavskapping Leygardagin 08. juli kl. 15.00 Tivoli opnar kl. 15.00 Cafeteria opnar kl. 15.00 Karusell, hoppiborg, klatriveggur, hamarslag, akibreyt og bóltkast kl. 16.00 Rulluskoytukapping (trygdarútgerð krevst) kl. 17.00 Kappsigling (luttakararnir møta í Heygsstøð kl. 16.00) kl. 19.00 Barnadiskotek kl. 20.00 Vísusangur við Hanus G. Johansen kl. 21.00 Útimøti við luttøku úr Kelduni kl. 22.00 Felagssangur í Stráluhølinum kl. 23.30-04.00 Dansur - Moonshot spælir Sunnudagin 09. juli kl. 11.00 Gudstænasta í Sjóvar kirkju v/ Jógvan Fríðriksson kl. 15.00 Tivoli á kappróðra økinum kl. 15.00 Kappróður kl. 18.00 Tivoli opnar við Bygdarhúsið kl. 18.00 Cafeteria opnar kl. 18.00 Karusell, hoppiborg, klatriveggur, hamarslag og akibreyt kl. 18.00 Stórt vørutombola kl. 18.30 Stórt eydnuhjól (at vinna verður m.a. 10 lomb í heyst) kl. 21.30 Útimøti við luttøku úr missiónshúsinum Sosialurin - 311820 07. - 08. - 09. juli