Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-07-13, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. juli 2015síða 20

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 13. juli 2015 · Nr. 79 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen   Broytingin í lóggávunu um Vækstfonden gevur nú smá­um og miðalstórum fyri­tøkum í Føroyum møgu­ leikan at søkja um fígg­ing úr grunninum, um fyri­tøk­ ur­nar ætla sær at víðka um virk­semið. Ymiskir møguleikar Vinnuhúsið vísir í dag á, at søkj­ast kann um fígging til keyp av fyritøku ella upp­ keyp av aðrari fyritøku. Í hes­um førinum ber til at fáa ískoytisfígging frá Vækst­ fonden. Søkjast kann eisini um fígg­ing til endurnýgging av fyri­tøkuni. Hetta kann eitt nú verða endurnýgging av einari framleiðslulinju, endur­nýgging av maskinum ella um fígging til nýggj goymslu­hølir. Søkjast kann eisini um fígg­ing til víðkan av virk­ semi­num ella menning av søluni í fyritøkuni fyri at møta veksandi eftir­spurn­ ingi, eins og søkjast kann um fígging til at fara inn á heilt nýggjar marknaðir, innan­ lands- ella uttanlands. Neyvari kunning Á heimasíðuni hjá Vinnu­ húsi­num – www.industry. fo - er neyvari kunning um teir fíggingarmøguleikar, ið eru, og her er eisini kunning um ymiskar fíggingarhættir. Um heimasíðuna hjá Vinnu­húsinum ber eisini til at fara inn á heimasíðuna hjá Vækstfonden og fáa neyv­ari kunning um stovn­ in og teir møguleikar, ið før­ oysk­ar fyritøkur nú kunnu fáa lut í. Ein broyting í lóg­gávuni um Vækst­fonden ger, at før­ oyskar fyri­tøk­ ur nú kunnu fáa atgongd til fígging úr grunn­i­num til vøkst­ur og víð­ ari­menning av fyri­tøkuni Vækstfonden kann veita fígging Tað gongur støðugt framá við útgravingini til dagstovnin í Hvalba. Nú verður farið undir at planera og leggja kloakk Vilmund Jacobsen Tað veit Fiskaaling at siga. Stovnurin vísir á, at slíkt kann  verða rættiliga óheppið, tí eingin veit, hvat eitt far, sum kemur uttaneftir, kann bera við sær. Í ringasta føri kann hetta elva til smittu, sum aftur kann gerast ein vanlukka, um illa vil til.  Bátar ella skip - føroysk sum útlendsk - skulu halda frástøðu frá aliringunum. - Tað er ikki altíð, at føroyingar virða hesa frástøðu. Bátur, sum siglir fram við alibrúki, hevur skyldu til at halda seg í minsta lagi 50 metrar frá ringunum. Kortini síggjast bátar av og á liggja kloss upp at aliringum. Talan er bæði um bátar, sum fiska og eisini um bátar við fólki, sum bara av forvitni eru farin at hyggja, hvussu út sær á slíkum staði. - Aling stendur fyri heilt stórum parti av føroyska útflutninginum. Tí verður tað einki minni enn ein vanlukka, um alingin av ósketni frá óviðkomandi fær trupulleikar. Fiskaaling leggur dent á, at skip og bátar eiga at virða ta skelting um frástøðu, sum merkt er á aliringunum. Trongisvágsfjørður verður karmur um eitt spennandi barnatiltak leygardagin 1. august Drotningin heiðrar Kaj við medalju Vilmund Jacobsen Seinasta fríggjadag fekk Kaj Højgaard av Toftum handaða Den Kongelige Beløningsmedalje. Tað er hennara háting, Margretha drotning II, sum gevur medaljuna fyri trúgva tænastu, og tað var borgarstjórin í Nes kommunu, Jóhannus Danielsen, sum handaði medaljuna. Toftamaðurin er av drotningini heiðraður fyri at hava verið á sama arbeiðsplássi í samfull 50 ár, og arbeiðsplássið er Borg í Runavík. Tann 17. mai vóru júst 50 ár liðin, síðani Kaj Højgaard byrjaði í starvi hjá táverandi Højgaards Handilsvirki í Runavík. Á heimasíðuni hjá Nes kommunu – www. nes.fo - eru myndir av medaljuhandanini. - Um dagarnar frættist um eitt útlendskt far, sum legði at føroyskum aliringi. Bátur frá brúkinum gav teimum boð um at halda seg burtur, og tað lovaðu útlendingarnir at gera Ósketni kann føra til vanlukku Vinnuhúsið sigur í dag, at Vækstfonden nú kann veita fígging til smáar og miðalstórar føroyskar fyritøkur