Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-07-13, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. juli 2015síða 21

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 13. juli 2015 · Nr. 79 Vilmund Jacobsen Í døgunum 2.-9. juni var Mag­nus Heinason hjá Hav­ stovuni leigaður til rann­ sókn­ir á íslendska norð­ur­ landi­num, har kann­ingar vórðu gjørdar av botn­djór­ um. Tað vóru granskarar frá Zoological Society of Lon­ don, ið stóðu fyri kann­ing­ ini, og kanningarnar vórðu gjørdar í samstarv við starvs­ felagar frá Hav­rann­sóknar­ stovninum í Reykja­vík. - Hóast skipið hevur sín­ar avmarkinar, er tað væl egn­ að til júst kanningar sum hes­ar, ið vóru myndatøka av botni og innsavning av botn­ djórum. Granskararnir lótu væl at og eru sera nøgdir við tað, teir hava fingið burturúr. Tað veit Havstovan at siga í dag. Granskingarsamstarv Rannsóknartúrurin, sum Magn­us Heinason hevur gjørt, er fíggjaður av ES- gransk­ing­ar­samstarvinum um­vegis EUROFLEETS. - Endamálið við EURO­ FLEETS er at geva granskar­ um, ið annars ikki hava at­ gongd til rannsóknarskip, høvi at gera kanningar, um­ framt at miðað verður ímóti at samskipa ymiskar rann­ sóknir. Havstovan veit at siga, at eftir at Føroyar eru komnar við í ES-gransk­ing­ar­sam­ starv­ið, hevur stovnurin fing­ið høvi at bjóða Magnus Heina­son fram. Vilmund Jacobsen Tá leikirnir - Special Olymp­ ics World Games - verða Los Ange­les í døgunum 25. juli til 2. august í ár, verða 6.500 íðkar­ar og 2.000 venjarar úr 165 londum við. Við verða eisini 30.000 sjálv­boðin hjálparfólk, og væntaða talið av áskoð­ar­ um verður ein hálv miljón. - Hetta er tað, tey vænta sær, tá leikirnir, sum verða heimsins størsta ítróttar­ tiltak, verða í Los Angeles. Mitt í rokanum verður okk­ ara Joanna Jarnskor Poul­ sen. Tað veit heimasíðan hjá Sjóv­ar kommunu at siga í dag. Lagt verður aftrat, at sam­an við René Thomsen skal Joanna Jarnskor Poul­ sen umboða Føroyar á leiku­num í boccia. - Vit fara at fylgja væl við og ynskja tykkum góða eyd­nu, Joanna og René, og vit gleða okkum til at fáa mynd­ir úr Los Angeles, siga tey í Sjóvar kommunu. Rannsóknartúrurin, sum Magnus Heinason hevur gjørt, er fíggjaður av ES- granskingarsamstarvinum umvegis EUROFLEETS Saman við René Thomsen fer Joanna Jarnskor Poulsen at umboða Føroyar í heimsins størsta ítróttartiltaki í Los Angeles Magnus Heinason verið leigutúr Joanna og René til Los Angeles Marni Berg hevur keypt Reklamuhúsið í Norðragøtu og hevur broytt navnið á fyritøkuni til Reklamuprent Stýrið fyri Heimatænastuna í Vágum hevur avgjørt at skriva út kapping um búmerki. Ynski er, at búmerkið ímyndar trivnað, lívsgleði og umsorgan Soleiðis gongur hjá skipunum - Eitt línuskip er undir Íslandi og frystir veið­ i­na umborð. Trý eru und­ir Føroyum, harav tvey koma inn at landa sein­na­partin av vikuni. Fiskamarknaður Før­oya veit at siga, at línuskipini undir Før­oyum fáa mest av longu og brosmu og eitt sløg av toski. Aftrat línuskipinum und­ir Íslandi og teim­ um trimum undir Før­oyum, eru trý línu­ skip á Rygginum. - Vit vænta eitt línu­skip av Rygginum í dag og hini bæði seinni í viku­ni. Skipini á Ryggi­num fáa mest av toski og eitt sindur av svart­kalva og blálongu. Nøkur línuskip fara skjótt at gevast fyri summar­ið. Ymiskt skal gerast við skipini, og tað er vanligt, at summar­ tíðin verður brúkt til tað. Streymurin verður góð­ur í vikuni, og veður­ út­litini eru góð. - Tí rokna vit við, at nakað verður av út­róðri. Meginparturin av veiðini hjá bátu­num er toskur og hýsa og nakað av hvít­ingi, brosmu, lon­gu og kalva. Teir partrolarar, sum eru á botnfiskaveiði, fiska í løtuni upsa. Okkurt par kemur inn at landa, og onkur pør koma seinni í vikuni. Trý pør eru framvegis á gulllaksaveiði. Fiskamarknaður Før­ oya veit at siga, at ein djúp­vatnstrolari fisk­ar svartkalva við Eystur­ grøn­land og fryst­ir veiðina umborð.  - Ein annar djúp­vatns­ trolari fiskar svart­ kalva og kemur inn at landa í vikuni. Ein fiskar stinglaks, og so eru tað uppaftur tveir aðrir, sum frysta veið­ina umborð. Tveir trolbátar eru á Ryggi­num, og annar kem­ur helst inn at lan­ da í dag - og hin seinni í viku­ni. Bátarnir fáa mest av toski og hýsu. - Tveir trolbátar eru á landleiðini, harav annar landar í dag og hin seinast í vikuni. Hesir trolbátarnir fáa mest av toski, hýsu reyðsprøku, tungu og havtasku.  Lagt verður aftrat, at einki garnaskip er til fiskiskap, tí skipini hava lagt fyri summarið.  Joanna Jarnskor Poulsen - Hóast skipið hevur sínar avmarkinar, er tað væl egnað til júst kanningar sum hesar, veit Havstovan at siga í dag