Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-07-13, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. juli 2015síða 38

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 29 • 13. juli 2015 14 Ókeypis lýsingarblað TEMA Eystur kommuna Vilmund Jacobsen Í løtuni hevur Sp/f Nýgerð væl at gera við grótlaðing. Arbeitt verð­ur eitt nú í Havn, Hoyvík og í Vatns­ oyr­um, og felagið hevur eisini laðing­ a­rupp­gávu at gera í Sandavági. Í Havn hevur verið arbeitt í Dvørga­stíggi, haðani viðhefta mynd er tik­in, og her eru Adrian og Bjartur um at verða lidnir við uppgávuna. Arbeiði í Hoyvík er byrjað, og tað er arbeiðið fyri Zarepta í Vatnsoyrum eisini. Uppgávurnar, sum Sp/f Nýgerð hevur fyri framman, vóru nú so nógv­ ar, at Adrian Stauss fyrr í ár gjørdi av at seta ein ungan mann í starv. Maðurin er 22 ára gamli fugl­fir­ ðing­urin, Bjartur Larsen, sum er út­ búgv­in anlegsgartnari - ella gráur anlegs­gartnari, sum tað verður rópt. - At eg eri útbúgvin gráur anlegs­ gartn­ari merkir, at eg fáist mest við flís­ar og steinar. Eg havi stóran áhuga fyri gróti, og tí haldi eg meg vera rættiliga hepnan at fáa høvi at ar­beiða saman við Adrian Stauss, sum er ein dugnaligur laðari. Tað eru ikki so nógv ár síðan, at kendi grótlaðarin, Andrias Jacobsen, van­liga róptur Dia, legði Adriani lað á, og saman hava teir eisini loyst fleiri uppgávur. Saktans meira Adrian Stauss sigur, at tað hevur verið væl at gera í ár, og nakrar upp­ gávur liggja fyri framman. - Men, fólk, sum hugsa um lað­ing, eru vælkomin at venda sær til mín, tí pláss er altíð fyri onkrari upp­gávu aftrat. Hetta er tíðin, tá fólk hugsa um tað, sum er uttanfyri, men tað er ikki vist, at allar uppgávur neyð­tur­vi­liga skulu loysast í summar. Tí er ikki at halda seg aftur, og eg arbeiði við lað­ing alt árið. Tey, ið vilja hava fatur í mær, kunnu ringja á tlf. 286262. Adrian Stauss sigur, at nú ar­ beið­ið í Dvørgastíggi er um at verða liðugt, er hetta samstundis fyrstu ferð, at hann hevur laðað við gróti úr Hund­sara­botni. - Hetta er gott grót, men tað er trupult at sláa, tí tað er so hart. Neyðugt er tí í stóran mun at laða stein­ar­nar, soleiðis sum teir nú eina­ ferð eru. Eg haldi, at hetta grótið, sum kemur úr ymiskum økjum í Før­ oy­um, hevur eitt vakurt litspæl og rigg­ar óføra væl. Hann sigur, at hann serliga hev­ ur laðað við miðvágsgróti og suður­ oyar­gróti, men hann heldur ikki, at suður­oy­ar­grótið er so gott til dygdar. - Men, eg fari framvegis at laða við tí gróti, sum viðskiftafólk ynskja, og tí fari eg sjálvandi eisini at laða við suður­oyargróti aftur. Útbúgvin húsasmiðjur Adrian Stauss er útbúgvin húsa­smið­ j­ur, men hevur seinastu árini fingist við grótlaðing burturav. Síðan hann fór at laða fyri seg sjálv­an, hevur hann verið víða um bæði í Eysturoy, Streymoy, Vágum og aðra­staðni við. - Eg taki ein ávísan fermetraprís fyri at laða, men sjálvur haldi eg ikki, at hetta nýtist at vera ein so stór íløga. Tað er tann, sum eigur garð­in, ið ger av, um arbeiðið verður kost­ nað­ar­mik­ið ella ei. Ein garður nýtist ikki at vera so ógvuliga høgur. Tað er upp til eigaran sjálvan. Ein laðaður garð­ur er eisini viðlíkahaldsfríur, og ong­um nýtist at koma aftur um aftur. - Her er einki at pussa, mála ella í aðr­ar mátar at viðlíkahalda. Hetta er so­leiðis ein eingangsíløga, sigur dugna­ligi grótlaðarin í Leirvík. Tað legst aftrat hjá grótlaðara Grótlaðarin í Leirvík, Adrian Stauss, sum eigur og rekur felagið Sp/f Nýgerð, hevur nú fingið ein ungan mann, sum er útbúgvin gartnari, at hjálpa sær Fyrr í ár fekk Adrian Stauss (t.h.) 22 ára gamla, Bjartur Larsen, at hjálpa sær við grótlaðing. Bjartur er útbúgvin anlegsgartnari og er sera glaður fyri at hava fingið møguleikan hjá Sp/f Nýgerð Mynd: Vilmund Jacobsen Vilmund Jacobsen B røðurnir, Álvur og Tollakur Joen­ sen, eiga og reka maskin­verk­ stað­in Áway í Norðragøtu. Tá teir keyptu verkstaðin, byrjaðu teir við fáum monnum, men virksemið er nógv vaks­ið og er eitt rímiliga stórt arbeiðs­ pláss í dag við fleiri monnum í starvi. Virksemið hjá Áway er vaksið á øll­ um økjum, og ikki minst hevur verk­ staðurin havt fleiri og fleiri upp­gávur um­borð á skipum, bátum og fóð­ur­ flakum. Talan er bæði um vanligt við­líka­ hald og skiftan av eitt nú genera­tor­ an­legg­um og motorum. Áway hevur fólk við góðum før­ leik­um til nógvar ymiskar uppgávur. Skipavinnan, alivinnan og fiska­virkis­ vinnan í økinum hava nógvar ring­virk­ ningar við sær, og Áway hevur eisini eitt gott samstarv við El-Talvu­virkið í Norðragøtu. Hetta sam­starv fevnir serliga um arbeiði umborð á skipum. Áway hevur eisini sam­døgur­tæn­ astu til vinnuna, og hetta er neyðugt, tá arbeitt verður nógv umborð á skip­ um og bátum. Nógv av tí, sum maskinverkstaðurin ger, fellur uttan fyri vanliga verk­ staðs­tíð, men á Áway eru menn tøkir, tá skipini eru inni - líka mikið, nær á sam­døgni­num tað er. Á fleiri súlum Fyritøkan Áway stendur annars á fleiri súl­um og umframt dagliga virksemið á maskinverkstaðnum og úti í økinum, um­boðar fyritøkan eisini Hiab-kranar og Toyota-truckar. Harumframt hev­ur verkstaðurin dekkskift og sølu, um­ framt at fyritøkan ger alt hvs-arbeiði. Áway hevur vælútgjørdan maskin­ verkstað, sum átekur sær alt van­ligt smiðju­arbeiði og mekaniskar um­væl­ ingar, eitt nú av stórum bilum, bussum og maskinum. Fyritøkan hevur eisini fólk, sum skifta ketlar, leggja gólvhita og annars frem­ja nýgerðir, bæði á gomlum og nýggj­um bústøðum, eins og fyritøkan eisini ger hvs-arbeiði, bæði fyri privat­fólk og í virkisbygningum. Maskinverkstaðurin hevur har­aftrat ymiskar “nisjur”, sum eitt nú trapp­ ur, gelendarar, dragarar og be­sløg av ymiskum slag. Slíkt er al­tíð eftir bílegging frá privatfólki ella fyri­tøk­ um - alt eftir, hvussu við­skifta­fólk vilja hava tað. Áway við tænastum til skipaflotan Tað eru brøðurnir, Tollakur og Álvur Joensen, sum eiga og reka maskinverkstaðin Áway í Norðragøtu. Mynd: Vilmund Jacobsen Skipavinnan, alivinnan og fiskavirkisvinnan hava nógvar ringvirkningar við sær, og tað er ikki minst her, at maskinverkstaðurin í Norðragøtu hevur sítt virksemi