Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-07-13, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. juli 2015síða 39

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

OKEYPIS LÝSINGARBLAÐ VIKA 29 * 13. JULI 2015 Flokking Burturkast frå byggivinnu er í fýra hovuðsbólkum: * Burturkast at endurvinna * Burturkast at brenna * Burturkast at tyrva * Serliga dálkandi og vandamikið burturkast Burturkastið skal vera væl skilt og frágingið, so mest møguligt kann verða endurvunnið og vidgjørt rætt. Burturkast at brenna Brenniburturkast frå byggivinnu skal skiljast í tveir flokkar: 1) Smátt brenniburturkast, t.e. smáir timbur- og plåtustubbar, spønir, plastbitar, flamingo, matleivdir o.a. kann beinast burtur í plastposum. Størri nøgdir mugu vera i bingju. 2) Stort burturkast at brenna er timburstokkar og fjalar longri enn ein metur, plåtuleivdir meira enn % m hvønn vegin, timburinnbugv, plattar og aðrir stórir timburlutir. Blanda ikki smátt brenniburturkast upp í stórt — og øvugt. Burturkast at endurvinna T.d. jarn, metal, pappir, papp og plast. Jarn og metal er t.d. takplåtur, takplåtuleivdir, stengur, net, rørstumpar og el-kadalar. Takplåtur eiga at vera buntadar saman. Annars skal alt vera í bingju. Í sambandi við nidurtøku av bygningum Eystur kommuna skulu køli- og frystiskipanir og elektriskar og elektroniskar skipanir latast inn hvort sær. Køli- og frystiskipanir við CFC-gassum, so sum freon, skulu handfarast varliga, so tær ikki fara at leka. Papp er t.d. pappeskjur, bylgjupapp og stuðuls- papp. Dálkaðar pappeskjur skulu brennast. Papp vidgjørt við voksi ella klætt við plastfilmi skal haldast atskilt frá ðrum tilfari og pakkast og latast inn í samráð við IRF. Pappið skal annars vera í bingju ella í ballum. Pappír er alt vanligt frá skrivstovuhaldi, tíðinda- blød, tíðarrit og lysingarblød. Posar til pappír kunnu keypast frá IRF. klárt glarplast, t.d. at vevja um tilfar á plattum, eins og litað plast, verður endurvunnið og skal haldast hvort sær og kunnu latast inn í stórum klárum posum, sum kunnu keypast frá IRF. Burturkast at tyrva Burturkast, sum ikki kann endurvinnast ella brennast, verður tyrvt, td. asbest, eternit, vát og dálkað bjålving, rotvidgjørdur viður, gips, keramikklutir og leivdir av PVC-rørum. Eternit og gips og bjålving skal vera í stórsekkjum ella eftir avtalu við IRF. Alt, sum skal tyrvast, kann fara í somu bingju, undantikið asbest og eternit. Hevur tu asbest, ring so fyrst til IRF fyri nærri avtalu um handfaring. NG VIKUBLAÐIÐ O Tå hus verda bygd ella umvæld, verdur altid nakad av burturkasti. Jú betur burturkastið er skilt, tess biligari er at sleppa av við tað Serliga dálkandi burturkast Hetta eru evnir ella lutir, sum kunnu skaða fólk, umhvervi ella útgerð, um tey ikki vera handfarin á rættan hátt. Serliga dálkandi ella vandamikið burturkast kann vera máling, sýra og lútur, onnur kemikaliu, lágorku ljóskeldur, lødibattari og akkumulatorar. Flótandi evni skulu ikki blandast saman, men vera í tøttum og væl merktum iløtum, um gjørligt í upprunailøtum. Serliga dálkandi burturkast verður heintað eftir avtalu. Innsavning IRF leigar út bingjur í ymsum støddum. Størri mongdir av væl skiltum tilfari skulu vera í bingju. Papp, pappír og plast kann vera í ballum ella í plastposa. Fráboða IRF um burturkastið skal heintast fastan dag hverja viku ella eftir fráboðan. Kostnaður Væl skilt burturkast at endurvinna er munandi bíligari enn annað burturkast at brenna ella tyrva, og endurgjald verður latið fyri jarn og metal. Blanda ikki stórar timburlutir upp í annað vanligt brenniburturkast. Prísirnir síggjast á heimasíðuni hjá IRF, www.irf.fo. IRF