Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-07-13, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. juli 2015síða 40

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 29 • 13. juli 2015 16 Ókeypis lýsingarblað TEMA Eystur kommuna Vilmund Jacobsen L eirvíkingurin, Jógvan Júst Ol­sen, er leiðari fyri innsavning av ruski og burturkasti og tyrv­ing­ar­pláss­ unum hjá IRF kring landið. Hansara upp­gáva er eisini at hava samskifti við kommunurnar um eitt nú bingju- og tyrvingarplássini og umsiting av teim­um umleið 400 bingjunum, sum IRF eigur. Suðuroyggin hevur tó sín egna leiðara, ið tekur sær av hesum upp­ gáv­um fyri felagsskapin. Tá brennistøðin hjá IRF varð bygd á Hagaleiti og byrjaði at taka ímóti rusk í endanum av áttatiárunum, var rusk­ inn­savn­ingin á privatum hondum. Jógvan Júst Olsen var maðurin, ið fekk innsavningina í Eysturoy, meðan Heðin Zachariasen fekk innsavningina vestan­fyri Norðskálatunnilin. - Minnist eg rætt, var innsavningin á privatum hondum fram til 1994, tá IRF sjálvt fór at taka sær av hesum. Heðin og eg seldu okkara amboð til IRF, og vit byrjaðu at arbeiða fyri felags­skapin í januar í 1995. IRF yvir­tók tá eisini slamsúgvaran hjá Hjalturi Tausen í Runavík og skipaði eina rottangatænastu. Heðin gjørdist leiðari fyri ruskinnsavningini, og eg fekk til uppgávu at byrja hesa rot­ tanga­tæn­astu fyri IRF. Tá Heðin Zachariasen eftir ikki so lang­ari tíð fór at fáast við annað privat virk­semi, gjørdist Jógvan Júst leiðari fyri inn­savningini av burturkasti. - Tá IRF yvirtók ruskinnsavningina, vórðu amboðini eisini dagførd við nýggjari og betri bilum og bingjum. Jógvan Júst heldur, at tað vóru fleiri fyri­mun­ir við, at innsavningin kom at ligg­ja hjá IRF, og ein fyrimunur var, at tað nú bar til at brúka amboðini betri. - Tá innsavningin var á privatum hond­um, og onkur bilur kanska ikki rigg­aði, var tað ikki nøkur sjálvfylgja, at tú kundi leiga bilin hjá einum øðrum veitara. Við at leggja innsavningina undir IRF, kundi felagsskapurin brúka bæði amboð og fólk betri. Rusk og burturkast Jógvan Júst Olsen sigur, at ruskið og burtur­kastið, sum IRF hevur skyldu at taka ímóti frá limakommunum, er vanligt húsarhaldsrusk, rusk og burtur­kast frá handlum, fyritøkum og stovnum, men her er eisini tað, tey rópa vandamikið rusk, eitt nú elek­ tron­ikk­ur, sum kann vera sjónvørp, teld­ur og printarar og annað, køli-og frysti­boksir, ymiskar veskur, partrónir, neyð­rakettir og gamalt fýrverk. Annað vanda­mikið burturlast kann vera ljós­ rør, perur og battaríir, sum eitt nú kun­nu innihalda kyksilvur. - Alt eftir, hvat vandamikið burtur­ kast talan er um, verður tað goymt á bingju­plássunum og heintað, eins og tað verður viðfarið, skilt og síðan sent av landinum eftir teimum forskriftum, sum vit hava at ganga eftir. Hann leggur aftrat, at IRF eisini tekur ímóti gomlum gassfløskum og fløsk­um við ymiskum innihaldi. Tað hend­ir eisini, at onkur gomul fløska, har merki og alt er burtur, kemur av onkr­um útlendskum skipi. - Í slíkum føri kann vera rættiliga trupult at siga, hvat innihaldið er, og ikki minst í slíkum føri er neyðugt at taka serlig atlit, leggur Jógvan Júst aftr­at. Onkur kommuna hevur fingið sær press­ur til rusk, soleiðis at ruskið kann trýstast og soleiðis eisini mink­ast einar 4-6 ferðir. Hetta hava kom­mun­ ur­nar gjørt, tí tær síggja eina ávísa spar­ing í hesum, sigur hann. Ymiskir bilar Tá tað áliggur IRF at taka ímóti og viðgera alt rusk og burturkast hjá lima­kommunum, er eisini neyðugt at hava ymiskar bilar til endamálið. Í fjør fekk felagsskapurin ein nýggj­an bil av slagnum MAN TGS32 við 480 hk. euro 5 motori, HMF krókheisi og NTM trýstaggergati, sum tað eitur. Hes­in bilurin fekk navnið Brobber og kom í staðin fyri gamla Brobber. Gamli Brobb­er var frá apríl 2004 og hevði koyrt umleið 535.000 kilometrar. Nýggi bilurin, sum koyrir í megin­ øki­num, er sera framkomin, og trygd og umhvørvi eru í hásæti. - Vit hava tríggjar stórar og ser­ bygd­ar bilar við pressu, sum flyta burt­ur­kast til brennistøðina og skilji­ høll­ina í Leirvík, og vit hava tveir bil­ar, sum koyra bingjur. Vit hava krana­bilar, sum flyta jarn og annað til jarn­pláss­ ini, og vit hava aðrar smærri bilar til ser­flutn­ing frá bingjuplássum, virkjum og stovn­um. IRF hevur tríggjar serbygdar bilar til at reinsa spillivatnsleiðingar, olju­ skilj­ar­ar og botnfellingarbrunnar og til at flyta evju og spillolju. Haraftrat eru tveir serbygdir bilar til at tøma rot­tangar og reinsiverk. - IRF hevur ógvuliga raskt fólk, bæði her í Leirvík og kring um landið, sum heinta rusk og burturkast hjá lima­kommununum og taka sær av ymisk­um øðrum arbeiði - alt árið og í øll­um veðri, sigur Jógvan Júst Olsen. Loysa allar uppgávur fyri limakommunurnar Tey fyrstu árini var innsavningin av ruski og burturkasti til brennistøðina hjá IRF á Hagaleiti í Leirvík á privatum hondum. Ein teirra, sum hevur verið við øll árini, bæði sum privatur og nú í mong ár í starvi hjá IRF, er Jógvan Júst Olsen í Leirvík Fakta um IRF IRF er interkommunalur felagsskapur, sum tekur ímóti øllum ruski og burturkasti frá húsarhaldum, virkjum og stovnum í limakommununum. IRF rekur virksemi kring oyggjarnar, brennistøðina og skiljihøllina til pappír og papp á Hagaleiti í Leirvík, spilloljuverk á Hagaleiti, móttøkupláss til jarn og metal, hvítvørur, trolleivdir og bildekk í á Gjánoyri í Norðstreymoy og í Trøllavík í Suðuroy. Haraftrat eru tyrvingarpláss í Eysturoy, Streymoy, Vágoy, Sandoy og Suðuroy. Pláss er til rottangaevju í Streymoy, Vágoy, Sandoy og Suðuroy. Øll pláss skulu hava umhvørvisgóðkening. IRF hevur umleið 20 serútgjørdar bilar til flutning av ruski og burturkasti og til at taka sær av rottangatøming og reinsing av spillivatnsleiðingum v.m. Umleið 70 fólk eru í starvi hjá IRF. - Vit hava ógvuliga raskt fólk, bæði her í Leirvík og kring um landið, sigur Jógvan Júst Olsen hjá IRF í Leirvík Mynd: Vilmund Jacobsen IRF hevur bilar til ymiskan flutning og uppgávur kring um í limakommununum Mynd: Vilmund Jacobsen