Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-07-13, síða 54
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. juli 2015síða 54

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 29 • 13. juli 2015 30 Miðlahúsið Ókeypis lýsingarblað Søguligt skip Austin bilar úti í Tinganesi við Óla Olsen Í 1859 keypti felag í Keypmannahavn Victor Emanuel, sum samstundis broytti navn til Arcturus. Í krígnum móti týskarum í 1864 varð skipið leigað donsku stjórnini til troppaskip. 1. januar 1867 varð Arcturus selt skipafelagnum DFDS í Keypmannhavn. Til 1870 sigldi Arcturus rutu úr Keypmannahavn umvegis Leith í Skotlandi til Føroya og Íslands. Síðan sigldi tað aðra rutu. Á ferð úr Keypmannahavn til Danzig í Póllandi 5. apríl 1887 stoytti Arcturus saman við annað skip úti fyri Falsterbo í Suðursvøríki og sakk. Øll manningin varð bjargað. Undan hesari tíð fór øll sigling fram við seglskipum, so veðrið ráddi, um ferðin varð skjót ella drúgv. Ferða­ ætlan var eingin, skipaður ferðafólka­ futningur heldur eingin. Skuldi maður av landinum, mátti hann taka møgu­ leikan, tá ið hann beyðst. Ferðin til Danmarkar úr Føroyum tók eina viku, tá ið byrurin var góður, og ein mánað, tá ið illa gekst í hond. Undantikin nøkur ár í 1870-unum var DFDS okkara vissa samband við umheimin heilt til 1991. Í hesum langa tíðarskeiði sigldu nógv skip hjá felagnum til Føroya. Sleipner og Dronning Alexandrine eru tvey teirra, vit hugsa um. Drotningin fór í 1927 at sigla upp á Føroyar og Ísland, og burtursæð frá krígsárunum helt hon fram til 1965. Sum frá leið, komu eisini aðrar farleiðir, sum numu við Føroyar. Nevn­ ast kunnu Lyra og Nova hjá Bergens Dampskibsselskab og Gullfoss hjá íslendska Eimskipafelagnum. Men hesi sambond vóru komandi og farandi. Eisini føroyingar vita til sín, og í 1919 verður Skipafelagið Føroyar stovn­að. Men byrjanin er tung. Svenska skipasmiðjan, sum smíða skal teimum fyrsta skipið, fer á húsagang, og Mýlingur, sum síðan verður keyptur, klárar seg ikki í kappingini. Men tá ið so Tjaldur, áður St. Thomas hjá Ø.K., verður keypt í 1925, fer at bera til. Krigsárini undantikin siglir Tjaldur, til tað ferst á Mjóvanesi í 1946. Mynd: DFDS, Keypmannahavn Victor Emanuel var fyrsta guvuskipið, sum fór at sigla rutu til Føroya. Tað var í 1858. Skipið varð í 1856 smíðað í Dumbarton nær Glasgow í Skotlandi og kom – sambært Færø Amts journal – fyrstu ferð á Havnina 24. apríl 1858. Guvuskipið var smíðað úr stáli, 364 bruttotons og sigldi 9 míl. Seinni varð tað longt og merkt 472 bruttotons Lesarar eru vælkomnir at senda okkum gamlar bilmyndir saman við stuttum teksti og upplýsingum til: maggi@sos.fo M yndin er tikin 9. mai 1955 úti í Tinganesi í sambandi við at menn eru komnir til Havnar at loysa trætuna viðv. læknastríðnum í Klaksvík. Suni Joensen, sum arbeiddi í Tinganesi, hevur tikið myndina. Fyritøkan Charles Mauritzen & Co, sum umboðaði ensku Austin bilarnar, helt til í Tinganesi við skrivstovu, goymslu­bygningi, bilverkstaði og eyka­ ­lutagoymslu. Tí eru bilarnir á myndini, tveir persónbilar og ein last­bilur, av slagnum Austin. Fremsti bilurin, við nummarplátuni Fø30, er ein Austin A40 hjá Robert Brockie. Í 1963 varð alt virksemið hjá Charles Mauritzen & Co flutt í nýggjan bygning við Jónas Broncksgøtu. Fyri­ tøkan skifti seinni navn til Robert. P. Brockie & Co. Myndaeigari: Sune Joensen Skipssøga bilasøga Victor Emanuel, seinni Arcturus, var fyrsta guvuskipið, ið fór at sigla rutu til Føroya. Tað var í 1858.