Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-07-14, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. juli 2015síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 15. juli 2015 · Nr. 80 meldurin Sosialurin Sigurjón Einarsson Førleiki = (útbúgving + roynd­ir) x hugburð. Henda støddfrøðiligi frym­ilin hevur Páll Isholm krutlað niður á eitt papír til yvirritaða, meðan vit hava prátað saman um nýggju avbjóðingina hjá hon­um. Haldi, tað hóskar seg væl at standa einsamalt, so at vit onnur kunnu finna inspira­ tión í hesum frym­il­inum. Vit eru stødd í snotiligu húsinum hjá Páll Isholm og familju hansara á Gróvargøtu 9 í Syðrugøtu. Uttanfyri er bókstaviliga rokan í fjøruni, har víkingamenn eru íholt við at seta stóra pallin upp á sand­inum til G!-festivalin. Páll Isholm er nýggi rektarin í miðnámsskúlanum á Kambsdali, og vit hava sett hvørjum øðrum stevnu um nýggju avbjóðingina og til­gongdina, ið verður fyri framman; at samantvinna tveir skúlar í ein skúla. Tilgongdin at saman­ tvinna skúlarnar Nú Handilsskúlin og Studenta­skúlin á Kambsdali verða lagdir saman í ein skúla, fara næmingarnir ikki at merkja so nógv til hesa til­gongd fyrstu tíðina. Teir fysisku karmarnir skulu koma uppá pláss, har nýggir bygning­ar skulu gerast lidnir. Um­framt hetta verður ein til­gongd, har leiðslan fyri báðar skúlarnar skulu smelta saman í eina eind, og tað fer eisini at taka sína tíð. Ætlanin er í framtíðini, at tær føstu eindirnar, sum eitt nú málsliga deild og stødd­ frøðiliga deild á studenta­ skúl­anum, ikki longur skal vera eins uppbýtt sum áður. Nýggja samanleggingin gevur møguleika fyri at brúka tilfeingið av lær­arum og nýggju fysisku umstøð­ unum betri, men hendan til­gongdin skal tó gerast við størstu virðing fyri báðum skúl­unum. – Skúlarnir hava hvør sína søgu og hvør sína mentan – sínar styrkir, so tí kemur tað sjálvandi at taka nakað av tíð at fáa báðar skúlarnar saman til eina eind, har allir partar eiga at verða hoyrdir, heldur nýggi stjórin fyri mið­ náms­kúlan. Páll Isholm heldur, at ein tann størsti stressfaktorurin í tilveruni er ótryggleiki. Ein máti at koma hesum til lívs, er við at hava opinleika og sam­skifti – serliga í einum stovni, har lærdómur og vitan eru í fokus. Tí er tað neyð­ugt at lurta eftir øllum pørtum – at samskifta. – Tað er eisini gjøgnum opin­leika og samskifti, at eitt nú ný­hugsan, virðing fyri hvørjum øðrum og ymisk­ leiki kemur fram til sín rætt, tá tú hevur hesa tilgongd, held­ur Páll Isholm. Skúlin ein partur av samfelagnum Páll heldur, at skúlin eigur at vera ein partur av tí sam­ felag, tað er í, og tað hevur kanska haltað viðhvørt her í Føroyum, heldur hann. – Skúlin eigur at liva í takt við tað samfelag, ið tað er partur av. Tað, ið fólk skulu útbúgvast til, má verða form­ að eftir samfelagnum, so­leið­ is at tað gevur meining, með­ an mann gongur har. Men tað skal eisini geva meining aftaná, tá mann er liðugur at út­búgva seg, heldur Páll. Og tað er her, at mið­ náms­skúlin skal virka sum eitt millumlið millum fólka­ skúlan og samfelagið. – Fólkaskúlin er byrjanin, har innlæringin við at læra at lesa og skriva er í hásæti. Eftir tað skal miðnámsskúlin taka við við teimum før­leik­ um, ið miðnámsskúlin stend­ ur fyri, men eisini virða tað, sum næmingurin hevur nom­ið við í fólkaskúlanum, sigur hann. Vandin er, at fólka­skúla­ næm­ingurin dugir nøkur ting, ið miðnámsskúlin ikki hevur brúk fyri. Sam­stundis heldur Páll, at mið­náms­ skúlin eigur at forma og tilpassa seg eftir sam­felag­ num og vita, hvat arbeiðs­ lívið og universitetini krevja av næmingunum. Og tað er hendan tilgongdin, ið skal vera í javnvág fyri miðnáms­ skúlan. Skúlin skal vita, hvat næmingurin dugir, tá hann kemur til miðnámsskúlan, men samstundis vita, hvat sam­felagið krevur av honum. – Tað skal vera eins og eitt pusslispæl, har allir brikkar skulu passa saman! Annars riggar tað ikki, ásannar Páll. Fekk starv á Kambsdali á ein heldur margháttligan hátt. Tilgongdin at fáa fótin innum í Handilsskúlanum á Kambs­dali var heldur marg­hátt­lig hjá Páll Isholm. Familjan búði í Havn fyrst í 2001, og trupult var at fáa nakað arbeiði. Eisini var tað trupult at fáa ansingarpláss til børnini um hetta mundi, og tí lá tað í stoypiskeiðini, at Páll og familjan skuldu keypa húsini frá ommuni í Syðru­gøtu og flyta hartil, so­ leiðis at børnini kundu verða ansaði, og Páll og konan kundu fara út á arbeiðs­ markn­að­in aftur. Tann eina dagin ringdi Elsa Maria Holm Olsen, tá­ ver­andi skúlastjóri í Handils­ skúlanum, til Páll og spurdi hann, um hann var áhugaður at undirvísa í føroyskum. Hetta var júst ein møguleiki, ið Páll hevði bíðað eftir og játtaði. – Gott, Erling, sigur Elsa Maria. – Erling? – Ja, er hetta ikki Erling, spyr Elsa Maria. – Nei, hetta er Páll, bróður Erling. Og so fall fimmoyrað. Elsa Maria hevði ringt heim til pápa Páll og spurt hann, um hann hevði telefon­numm­ arið hjá Erlingi. Pápin hevði tikið feil av nummrunum og hevði givið skúlastjóranum nummarið hjá Pálli ístaðin. Men hvussu var og ikki, so bleiv tað Páll, ið fekk starvið sum undirvísari á Kambsdali. Eftir at hava undirvíst har í eitt ár, fór Elsa Maria til Havnar, og hennara starv gjørdist tøkt at søkja. Páll, ið tá var 29 ára gamal, føldi tað nokk so natúr­ liga á sær sjálvum, at hann skuldi royna og søkja starvið sum skúla­stjóri í Handils­ skúl­anum á Kambsdali, og lagnan vildi tað soleiðis, at Páll gjørdist nýggi stjórin. Og tað var rættiliga skjótt, at Páll kendi á sær, at hetta við at arbeiða í leiðslu, var ein leik­lutur, ið hann treivst væl í. – Ja, tann størsti lær­dóm­ urin, ið eg fekk frá mínum fyrsta leiðarastarvi var, at eg tími væl at arbeiða í leiðslu, sigur Páll. Tilveran sum skúlastjóri í Handilsskúlanum á Kambs­ dali góvu Páll góðar royndir. Tað var har, at tankin um opinleika og samskifti komu inn í myndina. – Hetta hevur verið ein til­gongd, har eg, bæði sum undir­vísari og skúlastjóri, havi fingið nakrar royndir, ið eg kann brúka víðari, heldur Páll. Lítandi aftur um bak, ásannar Páll Isholm, at hon­ um altíð hevur dámt væl at verið í tí umhvørvinum, har avgerðir verða tiknar. Tað hevur altíð fallið hon­ um natúrliga inn at verða ein partur av einum leiðslu­ toymi, tá hann hevur tikist við ymiskt virksemi í sínum yngri døgum. Har ein ikki er sjálvur, er ein ikki meira enn hálvur Til kommunuvalið í 2004 avgjørdi Páll Isholm at bjóða seg fram sum valevni, tí, sum hann sjálvur sigur tað, hon­ um dámar ikki at standa á síðu­linjuni og bíða, og helt tí eis­ini, at hann hevði okkurt at bjóða, um hann slapp inn. Eftir kommunuvalið var greitt, at Páll varð fyrst­ valdur til bygdaráðið, og gjørd­ist hann tí eisini borgar­stjóri í Gøtu, og tað kom eitt sindur bak uppá Páll sjálvan. Umframt starv­ ið sum skúlastjóri á handils­ skúla­num, bleiv hann nú eis­ini borgar­stjóri í hálva tíð í Gøtu kommunu. Hetta var júst um tað mundi, tá Leirvík og Gøtu vóru í til­gongd­ini at verða lagdar saman í eina komm­unu – Eystur­komm­ unu, og tað setti Páll í eitt di­lemma, tí ætlandi var, at starv­ið sum borgar­stjóri fyri nýggju kommun­una skuldi verða eitt full­tíðar­starv. Eftir eina hugsunartíð av­gjørdi Páll at trekkja seg sum borgarstjóri fyri nýggju kommun­una, so hann held­ ur kundi nýta alla tíð og orku uppá leiðsluvirksemi á Kambs­dali. Tað var her, ið tankar­nir hjá honum vóru. Eftir 10 ár sum skúlastjóri á Handilsskúlanum, fór Páll í starv á Fróðskaparsetrinum, men har føldi hann seg ongantíð ordiliga heima og segði upp eftir stutta tíð. Hann fekk undirvísingar­ starv í Studentaskúlanum á Kambs­dali, og tað gekk ikki rúm tíð, so vóru aftur boð eftir Pálli, tá hann varð settur sum fyribilsstjóri fyri Studenta­skúlan. Hetta fyri­ bils­starvið er nú blivið full­ tíðar­starvið, og ein freistast mestsum at siga, at nú er Páll Isholm komin heim. Tað kommunala arbeiði er tó ikki heilt slept enn, tí í dag er Páll Isholm for­maður fyri skúlastýrið í Eystur­komm­ unu. Skúlin eigur at liva í takt við tað samfelag, ið tað er partur av, heldur nýggi stjorin fyri miðnámsskúlan á Kambsdali. Hetta skal gerast gjøgnum opinleika og samskifti – bæði úteftir, men eisini inneftir, har nýggi skúlastjórin fer at arbeiða í eygnahædd við síni starvsfólk og næmingum Skúlin er ein partur av okkara samfelag – Tað skal vera eins og eitt pusslispæl Páll Isholm Mynd: Álvur Haraldsen