týsdagur 14. juli 2015síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 15. juli 2015 · Nr. 80
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Av Vørn verður upplýst, at
tað var tryggingin, ið hevði
heitt á Tjaldrið, um at hjálpa
skipinum til Vágs.
Reiðarin
á
Atlantsfar
inum, Dánjal Johansen upp
lýsir, at tá skipið kom á Mið
vág leygardagin, loysnaði
eitt dekk við bryggjukantin
og legðist um skrúvuna.
Skipið fekk tískil ikki fari
aftur til fiskiskap, men varð
týsdagin sleipað til Vágs, har
dekkið verður skorið leyst
frá skrúvuni.
Óvist er hvussu leingi
arbeiðið tekur, men tá skipið
verður klárt aftur, verður
gjørt klárt til at fara á fyrsta
makreltúrin í ár.
Birgir Enni, skipari á Norðlýsinum, heldur ikki, at serliga nógv sigling hevur verið higartil í
summar. Hann hevur ikki hugt neyvt at hagtølunum fyri onnur ár, men heldur, at ábendingar
eru um, at hugurin at sigla í summar higartil ikki hevur verið eins góður og í fjør
Vánaliga summarið
ávirkar ferðahugin
Vilmund Jacobsen
– Tað ganga nógv fólk eftir
bryggjuni, men eg haldi, at
vánaliga summarið, vit hava
havt higartil, hevur havt sína
ávirkan. Fólk vilja helst hava
ein túr í góðum summar
veðri. Er illfýsið, sum tað ofta
hevur verið í summar, og
sólin ikki sær, er siglihugurin
minni, sigur Birgir Enni.
Hann sigur, at higartil í ár
er bert ein túrur gjørdur út í
Stóru Dímun, men hetta var
eisini ein sera góður túrur,
har farið varð av Toftum við
lærarum og starvsfólki úr
skúlanum við Løkin í Runa
vík.
– Vit fóru avstað um mid
dagin og vóru seint aftur
úr Stóru Dímun. Á slíkum
ferðum er vanligt at steðga
í Stóru Dímun í einar fýra
tímar, og har bjóða verts
fólkini pannukøkur, kaffi, te
og annað gott.
Fara út í Stóru Dímun
Birgir Enni sigur, at ætlanin
er at fara út aftur til Stóru
Dímun í vikuni. Ein bólkur
á 20 fólk hevur teknað seg,
men her eru 30 pláss eftir, tá
Norðlýsið kann hava 50 ferð
andi við á hvørjum túri.
– Fólk kunnu tekna seg
á heimasíðu okkara, og ert
ikki fultsett, kunnu fólk bara
møta upp og koma við, sigur
hann.
Í fjør gjørdi Norðlýsið
einar seks túrar út í Stóru
Dímun, men higartil í ár er
so bara hesin eini túrurin
gjørdur.
Hinvegin
hevur
skipið gjørt fleiri túrar út
undir Hestoynna, og meðan
tað serliga eru føroyingar,
ið vilja sleppa út í Stóru
Dímun, eru tað ikki minst
útlendingar, ið vilja sleppa
at síggja grotturnar í Hesti.
– Seinnapartin hósdagin
fara vit – trý seglskip – G!
Festivalin við ferðandi. Um
framt Norðlýsið, verða eisini
tveir seglbátar, sum sonur
mín, Hávardur Enni, hevur,
við á ferðini. So, her er gott
pláss, og eingin eigur at halda
seg aftur, sigur skiparin á
Norðlýsinum.
Tjaldrið sleipaði
Atlantsfarið
til Vágs
Mánadagin kom Tjaldrið á
Vág við Atlantsfarinum