Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-07-14, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. juli 2015síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 15. juli 2015 · Nr. 80 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Flaggdagin andaðist abbi mín, Jákup Esmar Olsen, vanliga nevnd­ur Jákup uppi á Regni, 86 ára gamal. Hóast høgan aldur, var hann alt annað enn mettur av døg­um. Eitt eyðkenni hjá abba var nevn­liga, at hann mest sum lýsti av lívs­gleði. Abbi hevði verið ússaligur nakr­ar dagar, áðrenn hann andaðist. Men dagin fyri hann fór, lat hann okk­um vita, hvussu nógv hann vónaði, at hann fór at gerast frísk­ur áðrenn harmonikutúrin við Nørru­ni, har hann og dótturin áttu pláss - men soleiðis skuldi tað tí­verri ikki verða. Eg var sera heppin at eiga júst abba til abba. Eri fødd í Danmark, og livdi míni knappliga níggju fyrstu ár í Århus. Hvørt summar vóru vit tó í Føroyum í umleið tveir mánaðir, og var hetta sum at trína inn í eina av barnabókunum hjá Astrid Lindgren. Mamma mín er elsta dóttur abba, og av tí at mamma var ung, tá ið hon fekk meg, var abbi enn í bestu árum, tá ið eg var barn. Abbi var bóndi, og átti hann bæði neyt og seyð, og minnist eg meg ongan­ tíð at hava fingið neiligt svar frá hon­um, tá ið eg bað um at sleppa uppí. Tá ið eg minnist aftur á sumr­ ini í Før­oyum sum barn, koma minn­ini altíð fram í einum grønligum ljósi. Hetta man vera tí, at ein so stór­ur partur av teimum fóru fram úti. Tað verið seg uppi á herðunum á abba á veg niðan í hagan at røk­ta, hugnaløturnar við kaffi og tríkant­að­um sunkistum úti í bønum, og sitandi uppi í lastini á traktori­num hjá abba, fulllastaður av grasi gjøgn­um bygdina til súr­hoyggj­brunn­in, ið vit síðani ótroyttulig hopp­aðu niður í. Nógv er broytt síðani tá, men tá í tíðini var tað ein fragd hjá børn­um at sleppa upp í lastina á traktorinum hjá abba. Tískil hjálp­ tu ofta ein rúgva av børnum til í bønum, einans við tí fyri eyga, at fáa ein túr við traktorinum. Full­ last­að­ur sluppu einans nøkur fá børn at sita uppi á lastini, meðan øll sluppu við, tá ið lastin var tóm aftur. Sum abbadóttur hevði eg sjálv­skrivað pláss í lastini báðar veg­ir, meðan tey ið ikki sluppu við, runnu allan vegin aftaná trak­tori­ num til súrhoyggjbrunnin. Hetta roks­ið av okkum børnum hevur óivað verið sera órógvandi fyri ar­ beið­ið hjá abba, men ongantíð lat hann okkum børn tað vita. Umframt, at traktorurin hjá abba gjørdi, at mær ongantíð vant­ aði børn at spæla við sumrini í Før­oy­um, so hjálptu mjólkineytini hjá abba eisini væl til. Fýra mjólkineyt átti hann, og tey vórðu mjólkað morg­un og kvøld. Mjólkin fór í spann­ir, ið síðani vóru settar í eitt skáp, ið hekk á grundini hjá ommu og abba. Bygdafólkið ið keyptu mjólk­ina, kom við einari tómari spann at seta ístaðin fyri ta fullu, og vóru tað ofta børnini ið fingu hesa uppgávu. Seinni, tá ið vit vóru flutt til Før­oy­ar at búgva, búðu vit tvey ár í Leir­vík, meðan húsini hjá okkum á Toft­um vórðu bygd. Fyri at sleppa und­an at skifta skúla meir enn neyðugt, varð avgjørt, at eg fór við babba út á Toftir um morgnarnar, tá ið hann fór við Ternuni til Havn­ar til arbeiðis. Og var tað tá himmalskt sum hálvvaksin gen­ta at balla seg millum ommu og abba tíman áðrenn skúlin byrjaði. Seinna­ part­arnir, meðan eg bíðaði eft­ir, at babba skuldi koma aft­ur við Ternuni, fóru ofta við skúla­ting­ um. Tá sat abbi ofta íðin uppi yvir mær og spurdi til tað ið eg lærdi, og so kom hann við sínum ískoyti. Serstakliga dámdi honum væl at geva mær støddfrøðiligar av­bjóð­ ingar, men stundir vóru meira enn so til eitt Olsen ella bæði tvey. Ein stórkavadag í januar 1995 fekk abbi heilabløðing, með­an hann arbeiddi á land­ing­ar­mið­ støð­ini. Vit vóru innikavað, tá ið telefonin ringdi við boðunum. Ein av hansara starvsfelagum fekk tó koyrt ímoti babba, soleiðis at hann kundi fara við abba í sjúkra­ bili­num. Hetta var ein myrk tíð, og abbi gjørd­ist ongan­tíð hin sami aft­ur. Bløð­ingin sat soleiðis, at hon ávirk­aði hansara stutttíðarminni, og visti hann tí sjáldan, hvat hann hevði etið og gjørt sama dag eftir hetta. Abbi varð altíð mettur at vera ein skilagóður maður, og var tað tí óivað sera hart hjá honum at tillaga seg hesa nýggju tilveru, tí hóast hann ikki mintist so nógv frá sama degi, var hann enn eins gløgg­ur og áður. Eg fekk um somu tíð koyrikortið, og tá ið abbi ikki slapp at koyra bil eitt hálvt ár aftan­á tilburðin, slapp eg at umsita Volvo bilin hjá teimum, afturfyri at eg koyrdi tey tey ørindir, tey høvdu. Ofta var eg tung um hjarta tá ið abba smeyg sær inn á bak­setr­ið, tí eg sá hvussu tað nívdi hann at hava mist hesa ábyrgd. Góðar løtur fingu vit tó eisini burturúr hesi tíð­ini. Abbi hevði haga í Rituvík, og var tað ofta sera hugnaligt at fara við honum yvir til Rituvíkar at røkta. Hóast umstøðurnar hjá abba broyttust nógv aftan á heila­bløð­ ing­ina, gavst hann ongantíð við at liva. Hann tillagaði seg. Abbi var ómeta­liga skemtingarsamur, og skuldi standa illa til, áðrenn látur ikki hoyrdist, har hann var. Hetta tók hann við sær í egningarskúrin, í Undirhúsið, á Vesturskin og allar aðra staðni, har hann ferðaðist. Abbi dugdi ótrúliga væl við fólki, ung sum eldri. Um okkurt frem­ man­da­fólk spurdi um mín upp­ runa, og eg segði, at eg var abba­ dótt­ur Jákup uppi á Regni, var van­lig­as­ta aftursvarið “hann er so fitt­ur”! Tó kom tað óvart á meg, at so nógv av mínum javnaldrum sýndu mær samkenslu, tá ið abbi and­að­ist. Omma og abbi livdu knapt seksti ár sum hjún, og tá ið omma slapp inn á Vesturskin fyri umleið trim­um árum síðani, men einki pláss var fyri abba, var tað tá hon­ um ein sjálvfylgja at fara oman til ommu á Vesturskin hvønn morg­ un, og verða har umleiðir líka til songar­tíð. Frøin var tí stór, tá ið hjúnar­bandskamarið á Vesturskin gjørd­ist tøkt í oktober í fjør, og omma og abbi aftur kundu búgva saman. Fá høvdu tó væntað, at gleð­in fór at verða so stokkut. Nú láturin hjá abba hevur rung­að á seinasta sinni, er sakn­ ur­in stórur, ikki minst hjá ommu. Men tað er við sorgblídni, at vit minn­ast abba, og við takksemi fyri, at hann fekk so góð ellisár. Tí vilja vit her nýta høvi til at geva eina hjartans tøkk til Undirhúsið og Vesturskin á Toftum fyri tað fyri­mynd­ar­liga góða arbeiðið, ið tit gera. Samstundis vilja vit takka øll­um ið sýndi okkum samkenslu og hjálpti okkum í samband við jarð­ar­ferðina hjá abba. Góði elskaði abbi, takk fyri alt, ið tú var fyri meg og míni – vit sak­ na teg! Lítla Kirstin Til minnis um Jákup E. Olsen Einusinn vóru tey fleiri í garði í Ansastovu har Niðri í Tún, har húsini nú eru minnisvarði um ætt­fólk, sum fóru um Himna­ brún. Kristina, nú bleivst tú hin síðsta av garði, at leita upp fólk títt, ið undan fór, at leita upp ljósið í øðrum tæri, at syng­ja við sælum í himnakór. Tú vart okkum øll­um hin glaða og góða, tú stýrdi við skili títt valahús, á Skorpis­heyggi tú vart hin fróða, sum vit­borin altíð í ráðum vart fús. Tú livdi títt lív í góðs­ku við granna, tú ansaði tínum við sóma og sátt, og gekk teim at hjar­ta, tey brátt fingu sannað, at troyst tey øll áttu við tína gátt. Eg takki for blídni, tú altíð mær vísti, um veg­ir vár skildust á ungari leið, tó altíð í brá tínum vinalag lýsti, tá fótur vár somu rásina steig. Nú heldur tú hús títt í sælunnar heimi, har onn­ur av tínum tey fóru á ferð, nú køld gjørdist grúgv­an og hitin úr eimi, og lív títt um­broytt­ ist til ævinn­ar verð. Við tøkk fyri løtur, vit hittust á vali, og skiftandi forløg á foldum, nú lív títt var uppi við døgum í tali, “Kristina, hvíl sæl undir moldum”. p Kristina Joensen *25.07.1922 - †03.07.2015 in memoriam nøvn