Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-07-14, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. juli 2015síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 15. juli 2015 · Nr. 80 Bakkavegur 9 · PO Box 221 · FO-625 Glyvrar · Tel +298 40 50 00 · Fax +298 40 50 09 · www.bakkafrost.com MARKNAÐARFÓLK TIL BAKKAFROST Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolti, aling, kryvjing, liðugvøru framleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði, og alivirksemið er kring oyggjarnar á 13 ymsum firðum. Kryvjivirkini eru í Klaksvík, í Kollafirði og á Strondum. Liðug vøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum og í Fuglafirði. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum og hevur felagið sløk 700 fulltíðarstarvsfólk. Marknaðarfólkið hevur ábyrgd av marknaðarføring hjá Bakkafrost. Marknaðarfólkið skal saman við Sølu deildini tryggja, at marknaðarføringin hjá Bakka- frost sam pakkar við strategi felagsins og tekur hædd fyri kundatørvi og kundaatferð. Arbeiðsøki Marknaðarfólkið hevur ábyrd av at menna og seta í verk ætlanir fyri marknaðarføring í tøttum samstarvi við Søludeildina, millum annað at • luttaka í menning av nýggjum marknaðum • gera marknaðarkanningar til tess at greina marknaðar- krøv til verandi og framtíðar vørur • gera og greina kanningar av verandi kundaskara • savna og meta um tørv á søluhagtølum • menna og samskipa átøk hjá felagnum á marknað unum • hava eftirlit við og eftirmeta virksemi og úrslit av marknaðarføring felagsins Marknaðarfólkið hevur tilvísing til søluleiðaran og verður partur av Søludeildini hjá Bakkafrost. Arbeiðs- staðurin er á høvuðsskrivstovuni á Glyvrum. Tín vangamynd Tú hevur viðkomandi hægri útbúgving og tað er ein fyrimunur, at tú hevur royndir at arbeiða við marknaðar føring á altjóða stigi. Sum persónur hevur tú góð samstarvsevni og megnar bæði at arbeiða sjálvstøðugt og í toymum. Tú hevur positivan hugburð til uppgávurnar og leggur stóran dent á at saman- tvinna ástøði og praktiska veruleikan. Vit bjóða Vit bjóða eitt fjølbroytt og áhugavert starv við stórum fakligum og persónligum avbjóðingum í eini dynamiskari fyritøku. Vit leggja dent á at hava eitt gott arbeiðsumhvørvi, og kunnu bjóða tær góðar starvsfólkatryggingar. Løn og setanartreytir Løn og setanartreytir eru í samráð við leiðsluna. Meira at vita Um tú ynskir fleiri upplýsingar um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Símun P. Jacobsen, sølu- leiðara, á tel. 23 50 04 ella við t-brævi til sipj@bakkafrost.com. Umsókn Umsókn við avritum av prógvum, CV og viðkomandi skjølum verður send til hr@bakkafrost.com. Umsóknarfreistin er mánadagin 20. juli 2015. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. STARVSFÓLK sansir.fo