týsdagur 14. juli 2015síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 15. juli 2015 · Nr. 80
20
Sosialurin
nøvn
Um so einki annað liggur
eftir tað, sum nú verður fest
á blað, so er vitnisburðurin
eftir Hera, at kærleiki er trú
festi, og trúfesti er kærleiki.
Tað sást í hjúnalagnum mill
um Almu og Hera á sama
hátt, sum tað sást í hjúna
lagnum millum foreldrini
Hannu og Palla á Lava og
verforeldrini Maju og Júst
í Túni.
Heri flutti 21. mai í nýggj
an bústað. Tað er ikki ofta
komið fyri. Hann varð fødd
ur inn í heimið í Tungugøtu.
26 ár seinni flutti hann út í
Krosslíð, og nú flutti hann í
ævigu bústaðirnar.
Tað tók sína tíð at fyri
reika flytingina út í Krosslíð,
og tá spentu teir seg út.
Vagnar og hann smíðaðu
fleiri vetrar frá klokkan 6 og
til klokkan 9, tá ið hamarin
varð lagdur.
Fyrireikingarnar til nýgg
ja heimið hevur Heri einki
havt við at gera. Lyftið um
æviga matrikulin og bústað
in gav Jesus sjálvur, tá ið
hann segði: Hjarta tykkara
óttist ikki! Tit trúgva á Gud,
trúgvið á meg við. Í húsi
faðirs míns eru nógvir bú
staðir. Var tað ikki so, hevði
eg sagt tykkum tað. Tí eg fari
burtur at gera tykkum stað
til reiðar, og tá ið eg eri farin
burtur og havi gjørt tykkum
stað til reiðar, komi eg aftur
og taki tykkum til mín, so
eisini tit skulu vera, har sum
eg eri. Og hagar sum eg fari,
vita tit vegin.
Hjá familju og vinum er
so nógv í og kring heimini,
sum Heri hevur gjørt og fyri
reikað, tá ið vit skuldu flyta
ella broyta. Skriftin tosar
um náðigávuna at hjálpa. Ta
náðigávuna átti Heri. Hann
bakkaði ongantíð, men hann
var eldhugaður, samvitsku
fullur og fittur.
Men nýggja heimið hev
ur hann ikki havt nógv við
at gera. Nú var tað hann,
sum segði, Eg eri vegurin
og sannleikin og lívið, sum
ornaði alt, og sum er alt í
nýggja bústaðnum hjá Hera.
Hann var familjukærur.
Lava slagið og tey í Funn
ingsstovu vóru frammar
laga. Hóast hann var havn
armaður við stórum H, so
var hann tilvitaður um, og
tað var ikki frítt, at hann
dyrkaði ættarbondini suður
í Nesi í Vági og norður í Inni
stovu í Vági í Klaksvík.
Arbeiðsplássið
Tey flestu kenna Hera sum
leiðara í svimjihøllini og
harvið í arbeiði hjá býráð
num og umsitingini. Sam
starvið var gott, men Heri
smæddist ikki at bera sína
meining fram á rætta stað
num. Hann tænti svimji
høllini, starvsfeløgunum og
fyrst og fremst teimum, sum
vitjaðu í høllini.
Heri plagdi at siga, at
hann ræddist vatn, inntil
svimjihylurin í Gundadali
var liðugur í 1957. So fylti
svimjing nógv, hann var
Føroya fremsti svimjari, og
svimjihylurin bleiv arbeiðs
plássið. Tað liggur til slagið
at tæna leingi og væl. Abbin,
Dia á Lava, og pápin, Palli,
arbeiddu tilsaman í eini 120
ár við koli og seinni olju. Hjá
Valdemar Lützen og ESSO.
Eisini í svimjihylinum
var Heri eldhugaður og sam
vitskufullur. Hann kravdi,
at starvsfólkini útintu sín
setning, og tað gjørdu tey,
so tað var ein fragd at vitja
í svimjihøllini. Heri kundi
krevja av hinum, tí hann
kravdi mest av sær sjálvum.
Hann setti stóra æru í, at
svimjihøllin var opin hvønn
morgun. Hann hevði vakt 24
tímar um samdøgrið, sjey
dagar um vikuna og 365 dag
ar um árið. Um hann lá nátt
á Toftum, so var neyðugt
við serligari avtalu. Tá ið
elektrisitetið fór – tað kem
ur fyri viðhvørt – so ringdi
alarmurin umvegis telefon
ina, og so fór hann niðan í
Gundadal at starta uppaftur.
Tað var ikki altíð so tespiligt
á nátt og í ringum veðri,
men hann gramdi seg ikki.
Starvsfelagarnir fyltu nógv,
og sambandið millum Hera
og
Jóhan
Norðfoss
var
serliga inniligt.
Í ferðalagi við Hera
At skriva um mín kæra svág
snýr seg um at velja frá. Tað
er so ómetaliga nógv, sum
mín góði vinur hevur verið
fyri meg og okkum.
Góð kvøld upp undir
ólavsøku plagdu vit onkra
ferðina at ganga túr í gomlu
Havnini og so niðan eftir
Tinghúsvegnum og á Ingu
trøð. Tá ið hann var upp á
sítt besta, var hann kátur og
fegin, tá ið hann vísti mær
støðini og segði søgurnar.
Nú sjúkan tyngdi og stutt
tíðarminnið
var
burtur,
vóru leiklutirnir skiftir. Nú
var tað mín lutur at skumpa
undir, og so var hann fegin,
tá ið hann fekk um endan og
kundi siga frá.
Síðstu
ferðirnar
hava
havnartúrarnir
verið
í
stovuni hjá okkum inni
á Toftum og í íbúðini í
kjallaranum í Krosslíð. Heri
var fegin um at síggja gaml
ar havnarmyndir, og hann
var so mikið frægur, at hann
undirstrikaði, at hjá ordi
ligum havnarmonnum eitur
tað Plantagan og ikki Viðar
lundin, og at tað eitur ikki á
Káta Horninum men á Glade
Hjørn.
Seinastu ferðina í Havn
gjørdu vit seinnapartin 20.
mars, tá ið sólarmyrkingin
hevði verið. Carlon, sum var
so nógv um hann seinastu
tíðina, hjálpti honum út í
bilin uppi í Vallalíð. Nú var
lítið eftir, men hann royndi
at endurtaka, tá ið eg segði,
at her er Lava drátturin,og
har eru Lava húsini, og har
búði Ingálvur av Reyni.
Sambandið við fyrrverandi
sunnudagsskúlalæraran og
grannan hevði óvanliga stór
an týdning fyri Hera.
Tá ið vit komu á Tinghús
vegin og hugdu yvir á
Sloans hús kom tað fyri, at
vit vórðu drignir meiri enn
hundrað ár aftur í tíðina
og til frásøgnina hjá pápa
Hera – Palla á Lava. Hann
var ikki so orðaríkur maður.
Vitnisburðurin hjá honum
var lívið, hann livdi. Hjá
slíkum viga orðini uppaftur
meiri. Palli var føddur í 1907,
og hann var harvið sjey ára
gamal, tá ið gamli Sloan
doyði.
Svenning av Lofti hevur
sagt hetta frá Palla á Lava:
Smádreingirnir spældu har
í túninum, og tað kom fyri,
at bólturin endaði í garði
num hjá Sloan. Men tað var
ongantíð eitt øvugt orð at
hoyra frá hvítskeggjuta og
gamla skotska trúboðara
num.
Nei,
heldur
gekk
hann millum dreingirnar,
Heri á Lava er fluttur
Føddur 1. oktober 1945 Deyður 21. mai 2015