Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-07-14, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. juli 2015síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 15. juli 2015 · Nr. 80 Merkisdagar legði hond­ina varisliga á høvur teirra og segði “Tro på Jesus”. Hetta gjørdi hann ikki bara eina ferð, men hvørja ferð, hann kom dreingjunum so nær. Palli segði, at hetta gjør­di, at dreingirnir kendu ein ser­stak­an alsk til aldrandi mann­in. 4. september 1914 and­að­ist William G. Sloan á sín­um 76 ára føðingardegi. Jarðarferðin var úr tí Ebe­ne­zer, sum stutt framman­ und­an varð bygt. Petra, mamma Palla, sum var úr Innistovu í Vági í Klaksvík, gav soninum eitt blómutyssi, sum hann fór oman í Ebenezer við. Mill­um tey, sum tann dagin gingu inn at fylgja gamla Sloan, var sjey ára gamli Palli. Hann fór inn í salin, sá gamla Sloan, sum lá í opnari kistu, fyri síðstu ferð, og so legði hann blómutyssið nið­ur við kistuna. Hesin evangeliums boð­beri hevði havt stórt árin á tá sjey ára gamla Palla. Andaliga árinið og bønar­á­heitanin hjá gamla mann­i­ n­um “Tro på Jesus” festu røt­ur og førdu til livandi trúgv í hjartanum, segði Palli sjálvur, tá ið hann sum elli­gamal maður við serligari gleði segði frá hesum. Sálmur 103 sigur: Men náði HARRANS varir frá ævun­um til ævirnar yvir teim­um, ið óttast Hann, og rætt­ferð Hansara røkkur líka til barnabørn. Á Ingutrøð Tá ið vit so komu longri nið­an á Tinghúsvegin, vóru tað aðrar søgur, sum Heri var so glaður fyri at siga mær – eisini tá ið vit gingu túrin fyri tveimum ár­um síðani. Um Demich og læru­meistaran Lill, sum Palli bað taka sær av Hera, tá ið hann var fjúrtan ára gamal. Fyrrapartar plag­du teir báðir at vera á kondittar­í­n­um. Lill í lítla býráði inni í hjørninum, og Heri sam­an við vinmonnum úti við dyrnar – millum aðrar Andrias. Tað hevði stórt árin á Hera, tá ið Andrias druk­naði í Grønlandi. Og Andrew, sum búsettist í Noregi, og sum var so trúgvur ímóti Hera. Heri sat, inntil Lill hevði reist seg. Tá ið hann so kom framvið, tók hann var­liga í Hera, og meistarin segði spakuliga við lærlingin – tú verður skjótur! So segði hann mær um, hvussu hann mintist lív­ið í lítlu húsunum á Ting­hús­vegnum og gest­ir­nar, sum vitjaðu. Hetta var hjá ommu og abba Almu, og tað var her hon, sum í 1968 varð kona hansara, búði fyrstu mán­að­ir­nar, tá ið hon í 1963 kom av Toftum og til Havn­ ar. Millum gestirnar var javn­ald­ ur Hera, Andrias í Túni. Rími­ligt spældu teir fótbólt og tosaðu um B36, sum øll í grannalagnum hildu við. Andrias hevði status, tí mammu­beiggjarnir vóru á fyrsta liði – fyrst Óla Jógvan og seinni Petur og so Gunnar. Heri segði seg minn­ast, at tá ið Andrias um­røddi Gunnar sum fót­bólts­spælara, so segði hann á sín ser­staka og toftasliga máta, at Gunnar var øtiliga góður, men hann hevði heldur tunga skrúvu. Myndamálið hjá toftadreinginum skilti Heri ikki fyrrenn nógv ár sein­ni, segði hann. So vóru vit á Ingutrøð og í Tungu­gøtu. Barnaheimið var hon­um ómetaliga kært. Hanna forkelaði yngsta son­in, og við kærleika og um­sorgan gav hon seg fult og heilt fyri sonin og ver­ dóttr­ina og børn teirra, meðan Palli væl nøgdur fylgdi við. Sama skoðsmál góvu hinir dreing­ir­nir foreldrunum. Elst­ur var Asbjørn. Kata, sum er úr Fugla­firði, og hann bú­settust í Keyp­manna­havn. Næst­ur var Kart­ni, sum eisini búði niðri. Hann doyði longu í 1987. So var tað Vagnar, sum ar­beid­di í bý­ ráð­num, og sum doyði longu fyri nítjan árum síðani. Næstyngstur var Petur. Sólvá og Petur búsettust á Mikkjals­trøð. Harvið vóru tey í grannalagnum hjá Almu og Hera, og vinalagið teirra millum hevur verið ser­liga tætt. Eisini tí Sólvá og Alma hava verið so ser­liga væl. Heri plagdi at siga, at tað fall honum tungt at flyta av Ingutrøð og heilt út í Grønland. Fyrstu árini var hann minst einaferð um dagin inni á gólvinum í Tungu­gøtu og heilsaði upp á mammu­na. Men tað javnaði seg, um tað ber til at siga tað so­leið­is, og seinnu árini vóru Hanna og Palli oftari úti í Kross­líð. Familjumaðurin Tær seinastu ferðirnar, vit gingu túr í gomlu Havnini, segði Heri, at heimið í Tungu­gøtu var burtur. Tað vóru foreldrini, sum vóru heim­ið. Hanna og Palli doyðu bæði heilt stutt eftir krún­diamant­ brúdleypið 3. februar 1997. Nú var heimið úti í Krosslíð. Alma, Jóhanna, Marni, Andrias, Høgni og Hanus vóru hansara eitt og alt, og hann tók makarnar hjá børn­unum at sær sum síni egnu børn. Heri hevði so sera gott fólka­ tekki, og hann var óvan­liga barngóður. Børnini elskaðu at vera saman við hon­um og at uppliva alt tað, sum hann fann upp á og upp á sín diskreta máta undirhelt tey við. Elsti abbasonurin, Sveinur hjá Andriasi, smakkaði hetta, tí hann var nógv hjá ommu­ni og abbanum. Sárt er tað, at Heri gjørdist so sjúk­ur, at hann bleiv alt meiri avbyrgdur inni í sær sjálv­um, og at tað harvið ikki var møgu­ligt upp á sama máta hjá teimum yngru at uppliva abban. Vit minnast Hera sum nát­túru­ menniskja. Hann plagdi at siga, at tey sjey árini, tá ið hann var hjá ESSO, lærdi Hákun Magnus­sen hann so nógv um fugl­ar­nar, og Heri lærdi frá sær. Hann treivst væl á trøðni. Góð­veðurs­dagar omanfyri Stíg­ar við gæsnum ella at hyggja eftir teimum kend­ust sum høgtíðsløtur. Tá var Heri í rætta essinum, og ferð­ir­nar í Mykinesi, har tey vitjaðu Marjun og Vinjard, tos­aði hann um inntil tað síðsta. Sum hann var glaður at koma inn aftur á fast­landið við lundabyrðu, eftir at hann sjálvur hevði verið við stongini. Vit plagdu onkuntíð at ganga út á Eystnes. Tá hevði hann planir um, at vit skuldu sova í telti í avbera vakra lendinum úti við Vørðu­na. Nú verður tað av ong­um. So spakuliga fór sjúkan at seta sítt preg á Hera fyri einum sjey árum síðani. Tá vit hyggja aftur eftir, so er tað kanska uppaftur longri síðani. Alma hevur verið honum góð, og sum sjúkan so við og við fekk høvdið fyri seg, og Heri so at siga varð trokaður burt­ur úr sær sjálvum ella kanska varð innibúraður í sær sjálvum, so syrgdi Alma fyri lívskvalitetinum. Heri livdi meiri og meiri ígjøg­num kæru konu sína og hon ígjøgnum hann. Hon vísti í verki, at hon stóð við lyftið, sum tey góvu hvørjum øðr­um fyri 47 árum síðani. At liva saman í viðgongd og mót­gongd. Tey livdu serliga virkið, eftir at boðini um sjúkuna komu fyri sjey árum síðani. Tey ferðaðust nógv. Serliga saman við Ebbu og Jens í Ull­vøru­húsinum, og vit sóu tey ganga langar túrar, og Ian Rasmussen og Eyðun av Reyni vóru óførir at loysa Almu av. Kanska brúktu tey bæði ikki so nógv orð. Alma syng­ur í kórinum í Ebenezer. Heri var musikalskur, og hon­um dámdi so væl at sita og lurta. Heima við hús sótu tey hesi seinnu árini viðhvørt einsamøll og lurt­aðu eftir himmalskum tón­ um. Meðan tey hildu í hond­ina á hvørjum øðrum, og tár­ini viðhvørt trillaðu, sang Ingálvur, Mær er sagt um ein stað handan támið, Ólav­ur á Váli, Sæl er sálin, sum frelsaran hevur sum vin, og Ebenezerkórið, Guds náði er botnleys. Í sambandi við sólar­myrk­ing­ ina legði Jóhan svág­ur sangin, Ein sólin er, sum allar staðir lýsir, út á youtube. Seinnapartin fríggja­ dagin 20. mars lurt­aðu vit uppi í Vallalíð eftir sanginum, sum Alma fyri 50 árum síðani sang saman við systrini Hannu. Eg hal­di, at hann kendi vøkru ung­dóms­røddirnar, og vegna Hera kundi eg fegnast um sann­leikan í orðunum 3. Ein ungdóm, sum kann aldri, aldri blikna, Guds fólk skal eiga hand­an grøv og deyð. Har aldri nakar eld­ast skal og vikna, eitt ævigt vár har finna skulu tey. Harrin styrki teg góða Alma og tykkum – Jóhanna, Marni, Andrias, Høgni og Hanus og øll tykkara - og okkum øll við sannleikanum í hesum orðum, nú Heri er fluttur fyri triðju ferð. Tungugøta og Krosslíð vóru góðir bústaðir, men nú er hann í æviga bústaðnum, har byggimeistarin og frelsarin eru ein og tann sami. Ærað veri minnið um mín kæra svág Hera á Lava! Jóannes Gullbrúdleyp Fríggjadagin 24. juli hava vit verið gift í 50 ár. Dagur­in verður hildin 25. juli í EB-húsin­um frá kl. 12–18. Øll eru hjartaliga vælkomin. Marin og Knud á Eiði Gullbrúdleyp Í samband við okkara gullbrúdleypsdag, fara vit at hava eina hugnaløtu í bygdarhúsinum í Kunoy, fríggjadagin 31. juli frá kl. 17, fyri familju, vinum og kenningum. Heilsan Katrin og Óli Biskopstø 90 ára føðingardagur Tórsdagin 16. Juli, fyllur Borglyn Nielsen í Sumba, 90 ár. Tey ið vilja Heilsa uppá Borglyn, eru vælkomin á Hamragarð, ímillum kl 15-19. 95 ára føðingardagur Mikudagin 22. juli fylli eg 95 ár. Eg haldi føðingardagin leygardagin 25. juli í hølunum hjá Odd Fellow á Grønlandsvegi 56 kl. 11-16. Tað hevði glett meg at sæð familju, vinir og kenningar til ein góðan bita og drekkamunn. Vinaliga Elisabeth Olsen 80 ára føðingardagur Tann 20 juli verður Elin Poulsen Ljósá 80 ár. Føðingardagurin verður hildin sunnudagin tann 19 juli fra klokkan 18.00 á Mylnuvegur 9, Ljósá Øll eru vælkomin 80 ára føðingardagur 21. juli verður Gudmund Larsen 80 ár. Dagurin verður hildin á eldrasambýlinum í Vági frá kl. 15.00 - 20.00. Øll eru hjartaliga vælkomin. Gullbrúdleyp Fríggjadagin 24. juli hava vit verið gift í 50 ár. Dagurin verður hildin uttanlands saman við familjuni. Betty og Jógvan við Keldu Gullbrúdleyp Hósdagin 16. juli hava vit veriđ gift í 50 ár. Dagurin verđur hildin saman viđ familjuni. Johanna og Kaj Aage Troest Prógv 23. juni hevur Pætur M. Holm Tvøroyri lokid prógv sum cand. scient.í fysioterapi vid Syddansk Universitet.Odense. Prógv 16. juni bleiv Lív Lenvig útbúgvin tannlækni (cand. odont) á lærda háskúlanum í Keypmannahavn.