Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-07-14, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. juli 2015síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 15. juli 2015 · Nr. 80 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Pætur Albinus Í sambandi við Vestan­ stevn­una um vikuskiftið, varð sunnu­dagin skipað fyri so­kallaðu Seyða­manna­ renn­ing­ini. Hetta er ein renni­kapping, sum er frá Fjalla­vatni til kirkjuna í Sanda­vági. Teinurin, sum teir 65 luttakararnir skuldu leggja aftur um seg, var 13,6 kilo­metrar til longdar. Rennararnir fóru við tyrl­ uni frá Vatnsoyrum til Fjalla­ vatn, har teinurin byrj­aði. Har runnu teir teinin, sum søgnin sigur, at seyða­mað­ urin av Sondum rann undan Huldukonuni. Tað vóru tveir kendir renn­arar, sum vunnu kapp­ ing­ina. Hjá monnunum var tað Hallur Holm, meðan Bjørk Herup Olsen vann hjá kvinn­unum. Gekk væl Sum nevnt, so var tað vete­ ran­urin Hallur Holm, sum vann kappingina hjá monn­ unum. Hann rann teinin við tíðini 56:56. Honum á baki komu Hanus Nielsen og Jón Gregersen við ávikavist 58:46 og 1:00:04. Hjá kvinnunum var tað Bjørk Herup Olsen, sum vann við tíðini 1:00:52. Hon er væl nøgd við teinin, sum hon helt vera stuttligan og øðrvísi. – Tað gekk væl hjá mær. Eg hevði ikki ætlað at koyrt so hart á, men tað bleiv tað so til kortini. Tað var bæði stutt­ligt og øðrvísi at renna í has­um lendinum. Tað var serliga hart at koma úr Vatns­oyrum og niðan á fjallið, men so gjørdist tað lætt­ari at renna. Tað var mjørki har uppi og onkuntíð sást næstan ikki til næsta varð­an, greiðir Bjørk frá. Til Íslands Bjørk Herup Olsen er júst heim­afturkomin av oyggja­ leikunum, har hon vann bronsu­heiðurs­merki í lið­ kapp­ing á hálvum mara­ton. Annars høvdu fyri­reik­ingar­ nar hjá henni verið nógv darv­aðar av skaðum. – Eg havi havt ymiskt at dragast við áðrenn oyggja­ leikir, sum hevur darvað venj­ingina nógv. Men eg royni sum frægast nú. Vit eru nøkur, sum fara til Íslands at renna, kasta og leypa viku­skiftið 25. og 26. juli til ís­lendska meistaraskapið – bert sum gesta­luttakarar. Tað tað gleði meg til, sigur Bjørk Herup Olsen at enda. albinus@sosialurin.fo Kendir rennarar vunnu Seyðamannarenningin var í Sandavági um vikuskiftið, og har vóru tað tveir kendir rennarar, sum skaraðu framúr á tí søguríka teininum 99 lið kappaðust í Gundadali Rennikapping Fleiri enn 600 ungir fótbóltsleikarar kappaðust um vikuskiftið í Adidas Summar Cup, sum B36 skipaði fyri Pætur Albinus Um vikuskiftið varð skip­að fyri Adidas Summ­ar Cup, sum er ein stór fótbólts­kapp­ ing í høvuðs­staðnum, har lið í aldursbólkunum U6 til U16 kunnu luttaka. Heili 99 lið vóru tilmeldað og gav tað fleiri enn 600 luttakandi. Ein av fyriskiparunum, Andrass Thomsen, heldur, at kappingin eydnaðist væl, men at tað tó er pláss fyri betringum. – Sum heild eydnaðist kapp­ingin væl, og vit hava fingið nógvar positivar aftur­ meld­ingar. Tað er tó eisini nógv, ið vit mugu arbeiða við at betra munandi til kom­andi ár, sigur Andrass Thomsen. – Endamálið við kapp­ ing­ini er at hava ein góðan fót­bólts- og ítróttardag fyri børn og ung. Vit hildu tað vera harmiligt, at fótbólt­urin liggur stillur um summar­ið, tá umstøðurnar til fót­bólt eru tær bestu. Sam­stundis er kappingin eitt gott alterna­tiv til stóru summar­kapp­ingar­ nar uttanlands, har børnini kunnu luttaka hvørt ár, sigur hann víðari. Næstan øll feløgini í land­ inum vóru umboðað við ein­ um ella fleiri liðum. – Tað er eitt stórt arbeiði at fyriskipa eitt slíkt tiltak. Tí krevur tað nógva orku frá øllum í felagnum, sigur Andrass Thomsen frá B36, sum skipaði fyri kappingini. albinus@sosialurin.fo Myndir: Bjarni Enghamar – Eg hevði ikki ætlað at koyrt so hart á, men tað bleiv tað so til kortini. Tað var bæði stutt­ ligt og øðrvísi at renna í has­um lendinum, sigur Bjørk Herup Olsen, sum vann kappingina hjá kvinnum í sokallaðu Seyðamannarenningini Savnsmynd: Álvur Haraldsen