hósdagur 16. juli 2015síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 17. juli 2015
sosialurin 81
4
Landsstýrið vil lata 20.000
krónur til familjur, sum hava
inntøkugrundarlag undir 120.000
krónur
Landsstýriskvinnan í almannamálum
hevur nú sent eitt uppskot um familju
ískoyti til hoyringar.
Endamálið við uppskotinum, sum skal
leggjast fyri tingið á ólavøsku, er at hjálpa
familjum, sum eru fátækar ella í fatæka
váða.
Í lógini um familjuískoyti skjýtur
landsstýriskvinnan upp, at tey, sum hava
eitt inntøkugrundarlag undir 120.000
krónur um árið, skulu fáa eitt familju
ískoyti á 20.000 krónur um árið. Fyri tey,
ið hava eitt inntøkugrundarlag, sum er
hægri enn 120.000 krónur um árið, verður
familjuískoyti lægri, so hvørt sum inn
tøkugrundarlagið hækkar.
– Endamálið við hesi lógini er at bøta
um fíggjarligu korini hjá barnafamiljum,
ið hava lágar inntøkur, og hava trong
fíggjarlig kor. Fátækadømi kann sum
nevnt ikki burturbeinast einans við al
mannaveitingum, men hetta uppskotið
skal bøta um ringastu avleiðingarnar av at
hava lága inntøku, stendur skrivað í við
merkingunum til lógaruppskotið.
Hetta familjuískoyti fevnir ikki einans
um stakar uppihaldarar, men almanna
málaráðið metir, at umleið tveir
triðingar av teimum, sum
fáa hendan stuðul, vera
stakir uppihaldarar,
meðan ein triðingur
vera familjur við
meiri enn einum
vaksnum persóni.
Nýggja býarstýrið í Barcelona
vil avmarkað innrásina av
ferðafólkum í býnum
Nýggi borgarstjórin í Barcelona hevur
tikið avgerð um, at eingi nýggj loyvi verða
latin til gistingarhús, íbúðir, vallarheim og
privata leigu fyribils.
Ada Colau lovaði í valstríðnum, at hann
skuldi gera nakað við hópferðavinnuna
í býnum, og fyrsta stigið var at parkera
øllum nýggjum umsóknum um loyvi at
skipa fyri gisting í býnum.
- Vit mugu gera nakað við ferðavinnuna,
áðrenn vit fullkomiliga missa tamarhaldið
á henni, sigur Ada Colau við blaðið El País.
Síðani Olympisku leikirnar í 1992
hevur Barelona støðugt ment seg sum
ferðavinnubýur, og býurin telist nú
millum best umtóktu býir í Europa – eisini
føroyingar hava av álvara tikið býin og økið
til sín. Í 2013 vóru 7,5 milliónir ferðafólk í
Barcelona. Stóri vøksturin av ferðafólki
hevur skapt ónøgd millum summar
borgarar í býnum, sum hava havt trupult
við at megna prísin á býli í býnum, nú
tey skulu kappast við ferðavinnuna og
ferðafólk.
Myndugleikarnir í Barelona hava gjørt
onkur átøk fyri at avmarka ferðavinnuna
nakað. Í 2013 var gjald ásett fyri atgongd
til Parc Guell, sum er eitt væl umtókt
ferðamál, og í apríl í ár varð forboð sett fyri
bólkaútferðum til marknaðin La Boqueria.
Nú ætlar borgarstjórin í Barcelona at
gera eina ætlan fyri ferðavinnuna í býnum,
so hon ikki veksur seg til ein enn størri
trupulleika fyri tey lokalu.
hósdagur
fríggjadagur
leygardagur
5-10 m/s
8-13
5-10
3-8 m/s
5-10
8-13
Seinnapart:
Í kvøld og í nátt 3-8 m/s av
landsynningi, sum veksur upp
í 5-10 m/s. Skýggjað, men fyri
tað mesta turt. Hitin um 10 stig.
5-10 m/s av eystri, sum seinni
fer í landnyðring og veksur upp
í 8-13 m/s. Mest skýggjað,
men síðst á degnum regn. Hitin
millum 8 og 12 stig.
8-13 m/s av landnyðringi og
norði, sum fer í útnyðring og
minkar til 5-10 m/s. Skýggjað
og regn, men seinni klárnar,
og tað verður turt. Hitin um
10 stig.
Sunnudagur:
3-8 m/s av útsynningi og vestri.
Skýggjað og onkur æl. Hitin
millum 7 og 10 stig.
Mánadagur:
3-8 m/s av eystri. Mest
skýggjað og nakað av regni.
Hitin um 10 stig.
Týsdagur:
3-8 m/s av eystri og
landnyðringi. Skýggjað og
ælaveður. Hitin um 10 stig.
Vikan ið fór
Sæð á Facebook:
»Man er jú ikki rættur
Havnarmaður, fyrrenn
man hevur hjálpt Astu
við lúkuni.«
Sæð á Facebook:
»Hevði samgongan havt
vilja til at fordeilt ríkidømið
øðrvísi, so høvdu øll havt ein
góðan dag hvønn dag.«
Mikudagin gjørdi løgreglan stórt átak í Klaksvík, har
leitað varð eftir rúsevnum. Løgreglufólk og hundar gjørdu
rannsóknir á fleiri adressum í fiskivinnuhøvuðsstaðnum,
og trý fólk vóru handtikin. Hinvegin var fongurin ikki
tann stóra, tí løgreglan kallaði tað »avmarkaða nøgd« av
rúsevnum, sum varð funnin. Eisini var onkur útgerð, sum
verður brúkt í sambandi við rúsevni, funnin. Trý fólk vórðu
handtikin – ein kvinna og tveir menn – til avhoyringar.
Kvinnan og tann eini maðurin vórðu skjótt leyslatin aftur,
meðan tann eini maðurin var longri til avhoyringar enn
hini bæði.
(løgfr.) rannsókn í húsum (fyriskipað av
løgregluni) (vegna illgruna um lógbrot)
Nú er hol ígjøgnum til
Viðareiðis. Elinborg
Thomasen, kona fyrrverandi
festaran og mamma
núverandi festaran í Dølum,
lat seinasta skotið.
Kioskin hjá Astu á
Vaglinum verður í
næstum latið Tórs
havnar kommunu at
føra víðari. Asta hevur
arbeitt í kioskini í 65 ár.
Nýggi brunnbáturin,
Hans á Bakka,
er handaður til
Bakkafrost av
Tersan skipa
smiðjuni í
Turklandi.
Báturin kemur
nú til Føroya.
Allar deildirnar
hjá Tryggingarfelag
Føroyar uttanfyri Havnina
lata aftur í tríggjar vikur.
Eingin ákæra verður reist
móti læraranum, sum í
fjør varð meldaður til
løgregluna fyri ónærisligan
atburð móti børnum.
Avmarkað nøgd av rús
evnum og ymisk amboð,
ið verða brúkt til rúsevnir
bleiv funnið í samband
við húsarannsóknirnar
í Klaksvík. 3 fólk
vóru handtikin.
Gott og væl tveir triðingar,
65,2 prosent, av samlaðu
elorkuni fyrru helvt í 2015
stavaðu frá vatni og vindi.
»Húsa-
rannsókn«
Tey fátækstu fáa
20.000 krónur afturat
Barcelona steðgar
streyminum av ferðafólki
fatækaváði
Mest
nýtta
orðið
hesa
vikuna
...uppá ein minutt
fólk búðu í Føroyum
1. apríl í ár. Tað eru 549
fleri enn somu tíð í fjør.
48.846
mangt og hvat
Visti tú?
8,4% av næmingum
í 9. flokki eru dagligir
roykjarar. Talið er minkað
meira enn 10 prosent-
stig síðani 2011
Annika Olsen hevur nú gjørt
uppskot um familjuískoyti
Parc Guell er eitt av best umtóktu
ferðamálunum í Barcelona